mikudagur 20. juni 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Koltur er mítt
lívsverk
Tey bestu árini í lívi okkara vóru tey fimtan árini, vit búðu í Koltri. Fái eg møguleikan, kundi eg hugsað
mær at flutt út aftur, sigur Bjørn Patursson, sum hevur virkað sum ráðgevi í Koltursætlanini
Randi Jacobsen
Hósdagin til leygardagin verða
mentanardagar í Koltri í sam
bandi við handanina av stóru
A.P. Møller-verkætlanini, og Bjørn
Patursson, sum í fimtan ár sat við
festinum í oynni, hevur fingið sær
frí hesa vikuna úr stjórastarvi sín
um á Búnaðarstovuni.
Hann er ikki limur í stýrinum
fyri Koltursgrunnin, sum hevur
til endamáls at varðveita anti
kvarisku- og siðsøguligu virðini,
sum eru í Koltri. Men hann hevur
virkað sum ráðgevi, hevur roynt
at hjálpt til og hevur annars fylgt
arbeiðinum við stórum áhuga.
Bjørn Patursson vaks upp
í Kirkjubø, haðani hann altíð
sá yvir á Koltur, men dreymur
hansara um at búseta seg í Koltri
byrjaði ikki veruliga fyrr enn
í 1990, tá ið hann í eini grein í
Dimmalætting las, at oyggin helst
fór at verða avtoftað, tí tá flutti
seinasta familjan av oynni. Tað
ljóðaði tá, at til fánýtis varð roynt
at fáa nýggjan festara til Koltur.
Bjørn Patursson var tá fíggjar
stjóri á Mjólkarvirki Búnaðar
manna.
Koltur dró
– Vit bæði tosaðu um at royna
okkum, tí Koltur var fyri okkum
lokkandi og dragandi, sigur Bjørn
Patursson, sum tá ongar praktisk
ar royndir hevði í seyða- og neyta
haldi.
Tí fór hann og tók sær bræva
skeið í landbúnaði.
Í Koltri var tá bara seyður.
Oyggin ber 160 seyðir.
Bjørn Patursson og konan
Lükka søktu um festið, men tá
vóru fleiri umsøkjarar.
Tey fingu tó festið.
Settu húsini í stand
Húsini í Koltri vóru í so ringum
standi, at har ikki var búgvandi.
Tey sleppu tí undan bústaðar
skylduni í tvey ár, sum tey brúktu
til at seta húsini í stand. Til tað
arbeiðið fingu tey hjálp frá fleiri
góðum vinum.
Á mikkjalsmessu í 1993 fingu
tey boðini, at tey fingu festið 1.
januar 2004.
Á vári 1997 bar til hjá teimum
at búgva burturav í Koltri.
Tey áttu tá tvær hálvvaksnar
gentur.
– Vit gjørdu tað øvugta av tí,
sum onnur hava gjørt. Tað vanliga
er, at børnini flyta heimanifrá. Vit
fluttu heimanifrá, og genturnar
vórðu verandi hjá familju á
meginlandinum.
Óvissa
Bjørn og Lükka Patursson búðu
fast í Koltri líka til 2009, tí tá var
óvissan um framtíðina hjá Koltri
so stór, at Bjørn sannaði, at hann
var noyddur at finna sær annað
arbeiði.
– Eg væntaði mær ikki at fáa
starvið, men tað fekk eg, og í tí ar
beiðinum havi eg trivist og trívist
framvegis væl í.
Hann sær aftur á árini í Koltri
sum tey bestu í hansara vaksna
lívi. Koltur metir hann sum sítt
lívsverk.
Bjørn Patursson hevur mangan
fingið spurningin, um tað ikki var
einsligt at búgva bara tvey fólk í
Koltri.
– Nei, har var á ongan hátt
einsligt at vera so tætt upp at
náttúruni. Eg plagi at siga, at tey
árini sá eg nógv meira til míni
vinfólk, enn tá ið eg havi búð á
meginøkinum. Vit vóru eisini í
Koltri við okkara fría vilja.
Stór uppgáva
Tað var frammi, at áleggjast
skuldi festaranum at røkja og
hava ábyrgd av fornminnunum.
– Alt gott um tað, men tað var
ein ómetaliga stór uppgáva, tí
varðveitslan skuldi sjálvandi tak
ast í álvara.
Tey settu sær fyri at royna at
røkja uppgávuna sum frægast,
men uppgávan fylti nógv, tí
samanlagt snúði tað seg um at
halda 25 hús.
Um aldarskiftið fingu tey
í Koltri vitjan av umboði frá
Carlsberggrunninum, sum játtaði
at lata tvær milliónir krónur til at
seta húsini Heima í Húsi í stand
fyri.
Men so kom mótstøða, og tær
báðar milliónirnar vóru mistar.
Gott arbeiði
Í 2003 varð Koltursgrunnurin
stovnsettur av góðum fólki, og
grunnurin fekk 200.000 krónur í
stovnsfræi frá Jarðargrunninum.
Bjørn Patursson sigur, at tey
í Koltursgrunninum hava gjørt
eitt gott arbeiði, og hetta arbeiðið
hevur verið ólønt. Ikki eitt oyra er
farið til fyrisiting.
í meldrinum
...framhald á síðu 6
Um aldarskiftið fingu tey í Koltri vitjan av umboði frá
Carlsberggrunninum, sum játtaði at lata tvær milliónir
krónur til at seta húsini Heima í Húsi í stand fyri