Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Týsdagin kunngjørdi stýrið fyri Kringvarpið, at tað hevði sett Dia Midjord í starvið kom­andi fimm árini. Undanfarni stjórin, Anni­ ka Mittún Jacobsen, valdi at siga seg úr starvið áðrenn fimm ára tíðarskeiðið var runn­ið, og tí tekur Dia Mid­ jord við starvinum 1. august í ár. Tað hava verið løtur, tá tað hevur brotið í bæði borð hjá kring­varps­stjóranum, ikki minst tá »Morgunlesturin« var tikin av skrá. Men eisini hevur verið skúmað upp í sam­bandi við bæði málið um Jógvan Arge og Jón Brian Hvidt­feldt. Men tað hevur so ikki hildið Dia Midjord frá at søkja starvið. - Kringvarpið er ein týdningarmikil stovn­ur, kanska tann týdn­ing­ar­mikl­ asti í landinum við trimum pall­um, útvarpi, sjónvarpi og inter­neti. Talan er um ein so mik­ið spennandi stovn, og eitt so mikið spennandi starv, at eg helt, eg skuldi bjóða meg fram, sigur Dia Midjord. Hann hevur sjálvandi gjørt sær sínar tankar um, hvussu ein slíkur stovnur skal stýrast, og hvørjar broyt­ingar hann hevur í kvitta­num, tá hann tekur við sum stjóri. - Nú taki eg ikki við starvi­ num fyrr enn 1. august, og eg ætli mær eisini at gera ymisk­ ar broytingar, men eg haldi, eg fari at bíða við at boða frá, hvørjar broytingarnar verða, inntil eg havi tosað við leiðslu­bólkin, so vit í felag kunnu stinga út eina nýggja kós, sigur Dia Midjord. Skulu raðfesta Tíðindasendingarnar eru nógv skerdar seinastu tíðina, og eitt nú verður eingin Dag­u­r og Vika í summar, og spurningurin er so, hvat hend­ir á tí økinum. - Nú er tað so heppið, at vit júst eru farnir undir summar­skránna, og tá hon er av, fara vit undir vetrar­ skrán­na aftur. Og tað mugu vit so taka upp til ta tíð.Tað verða uttan iva nakrar broyt­ ing­ar, og Dagur og Vika verð­ ur helst sett aftur á skrá, men eg tori ikki her og nú at siga, hvat fer at henda, sigur Dia Midjord. Lurtarar hava undrað seg um, at bæði Útvarpið hjá Kring­varpinum og Rás2 hava varpað út frá sama dysti, men nýggi stjórin sam­starv­ ar fegin, um tað skal vera. - Nú veit eg ikki, hvussu sam­starvið hevur verið, men eg havi einki ímóti at samstarva við Rás2 ella onn­ ur í Føroyum, og eg eri til reiðar at seta meg niður við samráðingarborðið, um tað skal verða, sigur nýggi Kring­ varps­stjórin. Kringvarpið hevur eisini fing­ið ákoyringar fyri ikki at hava raðfest ítróttin hægri, og serliga eru tað dystirnir hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, ið sjónvarpið ikki hevur sent, sum hevur fing­ ið kritikk. Men hóast nýggi Kringvarpsstjórin er kend­ur ítróttamaður, skulu hyggj­ar­ ar og lurtarar ikki vænta, at tað fer at síggjast aftur. - Nei, tað vænti eg ikki. Eg má raðfesta saman við leiðslu­ni, hvat fyri tiltøk, vit skulu senda, sigur Dia Mid­ jord. Mest fyri peningin Í fráboðanini frá Kring­varps­ stýri­num verður sagt, at ein av fremstu uppgávunum hjá nýgg­ja stjóranum verður at savna starvsfólkið og tað til­ feing­ið, ið finst á stovn­in­um. Eitt annað, sum nýggi stjór­in eisini fer at leggja dent á, er at halda seg innan fíggjar­ karmarnar, og at fáa sum mest burtur úr peninginum. - Kringvarpið hevur 60 millió­nir krónur at ráða yvir, og eg haldi, at Kringvarpið skal savna seg um tann pen­ ing­in og vita, hvussu vit fáa sum mest burtur úr teimum, sig­ur Dia Midjord. Nýggi Kringvarpsstjórin er annar av lands­liðs­venjar­ unum í hondbólti hjá monn­ um, men tað endar, nú hann teku­r við nýggja starvinum. - Eitt er, at stundir ikki verða til hondbóltin, men ann­að og meira týðandi er, at mær ikki er loyvt sum Kring­varpsstjóri at hava annað starv við síðuna av. Eg má tí fara at boða leiðsluni í Hond­bóltssambandinum frá, at teir verða noyddir at finna annan í mítt stað, sigur Dia Mid­jord. Sum nevnt tekur Dia Mid­jord við starvinum sum nýggj­ur Kringvarpsstjóri 1. august. Skulu klára okkum fyri pengarnar KRINGVARPSSTJÓRI Nýggi Kringvarpsstjórin hevur gjørt sær sínar tankar um, hvat og hvussu broytast skal í kringvarpinum, men fer at bíða við teimum avdúkingunum. Men hann er til reiðar at seta seg við samráðingarborðið, skal tað vera Dia Midjord tekur við starvinum sum kringvarpsstjóri 1. august í ár Eg havi einki ímóti at samstarva við Rás2 og seti meg fegin niður við samráðingarborðið, um tað skal verða