Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta verður eitt sera stórt fram­stig fyri okkara børn og fyri skúlaskapin í Klaksvík. Tað sigur Jógvan Skor­ heim, formaður í mentan­ ar­nevnd­ini hjá Klaksvíkar b­ý­ráði. Tað, hann sipar til, er, at Klaks­víkar Býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið at byggja ein nýggjan skúla. Skúlin verður bygdur ístað­in fyri Skúlan á Ziska­ trøð, sum er gamal illa slitin og ikki tíðarhóskandi longur. Nýggjasti parturin av skúla­num á Ziskatrøð er frá 1961, stendur á heimasíðuni hjá skúlanum, so nú hevur hann tænt fyri seg, halda tey í Klaksvíkar Býráði. Nýggi skúlin verður eisini bygdur á sama staði, sum skúlin á Ziskartrøð nú stend­ ur. Í tí sambandi er ætlanin at taka skúlan á Zisktatrøð nið­ur og at byggja nýggjan skúla ístaðin. Byggjast í stigum Fyri at órógva skúlagongdina sum minst, verður fyrst bygt nýtt og so verður tað gamla tik­ið niður, so hvørt, sum bygt verður. Sostatt verður skúlin bygd­ur í stigum. Jógvan Skorheim sigur, at býráðið hevur samtykt, at næsta ár skal seinasta hond leggj­ast á fyrireikingarnar til at byggja skúlan. So verður arbeiðið boðið út og sjálv byggingin skal byrja í 2014, beint eftir at nýgg­ja røktarheimið er liðugt. Hvussu leingi tað er at bygg­ja skúlan er eitt sindur óvist, men formaðurin í mentan­ar­nevnd­ini metir, at tað fer at taka eini trý, fýra ár at byggja skúlan. Tað verður pláss fyri 400 - 430 næmingum á nýggja skúla­num, sum kostar 70 millión­ir at byggja. - Byggibólkurin fyri skúl­ an á Ziskatrøð leggur stór­an dent á, at nýggi skúlin verð­ur bygdur út frá einum náms­ frøðiligum sjónarvinkli, sig­ ur Jógvan Skorheim. Sostatt hava nógv fólk við ymsari servitan verið við í tilgongdini, soleiðis at úrs­ lit­ið skal verða so gott sum gjør­ligt. Skúlin fer sostatt at lúka øll nýmótans krøv til floks­ høli, útgerð og ser­stovur. Men tað verður eisini ein stór skúlahøll í honum, sum kann vera felags við skúlan við Ósánna. Tá ið nýggi skúlin á Ziska­ trøð verður liðugur um eini fýra, fimm ár, hava tey tveir nýggjar, stórar skúlar í Klaksvík, tí tað er bara eitt ár síðani at nýggi skúlin við Ósán­na varð tikin í nýtslu. Áki Bertholdsen Nú skal Vágur verða olju­ havn. Tað ætlar Vágs Býráð. Á fundi mánakvøldið sam­tykti Vágs Býráð at fara undir eitt miðvíst arbeiði at bjóða Vág fram sum olju­ havn. Í hesum sambandi fer bý­ráð­ið nú at gera ymiskt upp­lýs­andi tilfar um Vág og um umstøðurnar á havn­a­lag­ num og teir hent­leik­ar, ið eru til taks. Tilfarið skal síðani send­ ast oljufeløgum og annars øll­um, sum kunnu hugsast at hava ein áhuga. Og býráðslimir í Vági iv­ ast ikki í, at oljufeløg eiga at hava áhuga í at gera Vág til olju­havn. - Alt virksemi í samband við eina oljuvinnu til havs innanfyri føroyskt mark, er beint sunnanfyri Suð­ur­oyn­ na, føra býráðslimir fram. - Tí er Vágur nærmasta havn hjá oljufeløgum, sum hava sítt virksemi sunnan­ fyri Føroyar. - Sostatt spara skip í olju­ vinnuni fleiri tímar í sigl­ing við at brúka Vág sum olju­ havn heldur enn onkra havn norð­an­fyri. Og tosa vit um flutning við tyrlu, eru einir 40 minutt­ ir at spara í flúgvitíð við at brúka Suðuroy sum støð, held­ur enn at flúgva í Vágar. - Tískil er nógv tíð og nógv­ur peningur at spara við at brúka Suðuroy sum olju­ støð, heldur enn Skála­fjørð­ in ella okkurt annað pláss norðanfyri. Nógvir hentleikar Og býráðslimir ivast heldur ikki í at tað eru so mikið góð­ ar umstøður í Vági, at tað átti at havt áhuga hjá feløgunum í oljuvinnuni. - Vit hava eina góða havn við nógvum hentleikum, stað­festi Poul W. Magnussen, for­maður í havnanevndini hjá Vágs Býráði. - Havnin er djúp og á landi er stórt, planerað lendi, sam­ stund­is sum atgongd er til at bunkra vatn og olju. Dánjal Bjarkhamar stað­ fest­ir, at vónirnar um at finna olju undir Føroyum eru rætti­liga góðar og tí hevur tað avgerandi týdning, at Vág­ur og Suðuroy annars, sum næsti granni, ger vart við seg. - Skulu vit tosa um eina framtíð í Suðuroy, haldi eg, at hetta kundi verðið ein bjarg­ ing fyri oynna. Tí eiga vit at gera vart við okk­um beinanvegin, legði hann afturat. Jógvan Krosslá heldur, at lítl­ar vónir eru um, at nakað ser­ligt virksemi verður aftur á flakavirkinum í Vági. Tískil helt hann, at tað hev­ur stóran týdning at bjóða Vág fram sum oljuhavn, tí umstøðurnar eru so mikið góð­ar, at oljufeløgini kunnu sleppa fram alt fyri eitt. Nú skal Vágur verða oljuhavn OLJUVINNA Vágs býráð fer nú undir eitt miðvíst arbeiði at bjóða Vág fram sum oljuhavn Tískil er nógv tíð og nógvur peningur at spara við at brúka Vág sum oljustøð, heldur enn Skálafjørðin ella okkurt annað pláss norðanfyri Klaksvíkingar fáa nýggjan skúla SKÚLABYGGING um tvey ár verður farið undir at gera ein spildurnýggjan skúla í Klaksvík Nýggjur skúli Um eini fýra, fimm ár stendur ein spildurnýggjur skúli her, sum skúlin á Ziskatrøð nú stendur Oljuhavn Havnalagið í Vági er stórt báðu megin fjørðin og nú bjóðar Vágs Býráð oljuvinnuni vælkomnum til Vágs. Myndina hevur Erik Christensen tikið