Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað ljóðaði væl í oyrunum á tollarunum á á stjóranum í Taks, tá ið Mikkjal Thomas­ sen, leiðara í narko­poli­tikki­ num í seinastu viku kom fram við ynskinum um, at for­boð verður sett fyri at inn­ flyta hassjfræ. - Hasum taka vit fult undir við, sigur Eyðun Mør­ køre, stjóri á Taks. Tollvaldið hoyr­ir undir Taks. Eins og Mikkjal Thomas­ sen heldur hann tað vera heilt burturvið, at tað skal vera loyvt at innflyta fræ til eina plantu, sum er ólóglig. Fræ­ið er lógligt, so leingi tað ikki verður sett í mold at spíra. Eyðun Mørkøre sigur, at hassjfræ mangan gevur tollar­unum høvuðbrýggj. Toll­ar­nir síggja fræ í við­føri­ num hjá ferðafólki og í post­ pakk­um, teir vita, hví tað kem­ur til landið men hava ikki heimild til at leggja hald á tað. - Tollararnir síggja eisi­ni lampur og annað, sum teir eru sannførdir um eru æt­ lað­ar at brúka til plant­ur­nar, men teir fáa einki gjørt. Eyðun Mørkøre sigur frá tollar­unum, at summi fólk, sum koma við hassjfræi til Før­oya, væl vita, at tey eru á kantinum við lógina, tí tey fjala fræið í viðførinum. - Tað er eingin orsøk til at fjala tað, tá ið tað er lógligt at flyta inn. Tey eru greið yvir, at tað er ikki heilt rætt at koma við tí til landið, sigur Eyð­un Mørkøre. Hann sigur, at Taks fleiri ferðir bæði skrivliga og munnliga hevur heitt á Heilsu­málaráðið um at taka stig til at seta forboð fyri at flyta inn hassjfræ. Fyrr í vikuni segði Pál Weihe, formaður í Fólka­heilsuráðnum við Sosialinum, at tað kann vera tor­ført hjá tollarunum at sígg­ja mun á hassjfræi og øðr­um fræi. - Tí skulu vit nokk finna út­av, tí fyri tað mesta er lætt at síggja, at talan er um hassj­fræ. Verður hassjfræið gjørt ólóligt, skulu vit heilt vist finna út av hinum, sigur Eyð­un Mørkøre. Randi Jacobsen Á skránni fyri kommunu­ stýris­fundin á Sandi mána­ kvøld­ið var eitt evni felags kom­mu­na­li læknin. Undan fundinum segði Brand­ur Sandoy, borgarstjóri við Portalin, at hann ætlaði at fáa kommunustýrið at taka støðu til, hvat ger­ast skal mótvegis Skopu­nar kommunu, sum stend­ur í stórari skuld til Sands kom­ mu­nu fyri lækna­skipan­ina. Sands kommuna hevur lagt út og ótolnast eftir at fáa peningin aftur. Skipanin er, at hinar kom­ mu­n­ur­nar gjalda til skipa­n­ ina eftir einum býtis­lykli, og Sands kommuna legg­ur út. Skuldin hjá Skopunar kom­mu­nu er umleið 800.000 krón­ur. Men kommunu­stýris­ fund­u­rin samtykti ikki at taka nøkur álvarslig stig beint nú fyri at fáa Skopunar kom­mu­nu at gjalda. Tað bíðar til næsta kom­ mu­nu­stýrisfund, sum verð­ ur í august. - Vit hava gjørt fleiri roynd­ir, men okkum dámar bet­ur at loysa málið við sem­ ju enn at fara í rættin, sig­ur Brand­ur Sandoy. Gerhard Lognberg, borg­ ar­stjóri í Skopun vil ikki gera viðmerkingar til sjálva skuld­ina. Hann heldur tað vera løgið, at Sands kommu­ na skal koma við slíkum á­breiðs­l­um nú. Borgarstjórin í Skopun legg­ur aftrat, at hann ongan­ tíð hevur sæð nakra fíggjar­ æt­l­an fyri lækna­tæn­astu­na. Sands kommuna hevur sent rokn­ingar, sum einki hevur ver­ið upplýst um, hvat tær vóru fyri. Hassjfræið má forbjóðast Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks tekur fult undir við narkopolitinum í, at forboð verður sett fyri at innflyta hassjfræ Royna semju við skopuningar Kommunustýrið á Sandi fer at gera eina roynd aftrat at fáa Skopunar kommunu at gjalda skuldina til felags kommunalu læknaskipanina Summi krógva hassjfræið í viðførinum, sjálvt um tað er lógligt, so leingi tað ikki verður lagt at spíra Skopunar kommuna skyldar nógv til felags læknaskipanina í Sandoynni