Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Ein ung kvinna varð í Føroya Rætti mánadagin dømd fyri at hava hótt ein sosialráðgeva hjá Tórshavnar kommuni. Kvinnan eigur trý børn, sum í august í fjør sett í familju­pleygu á bygd. Mamm­an og pápin fingu sam­veru við børn­ini einaferð um vik­una í tríggjar tímar. Tá tey bæði 8. september í fjør vóru í samveru, greiddi ein av dreingjunum frá, at teir saman við pleygufamiljuni skuldu til Lalandia í Danmark at ferðast. Hesin upplýsningur kom púra óvart á hjá foreldrunum, og mamman skapti eina illa umhugsaða støðu. Hetta førdi til, at foreldrini vórðu kall­að inn til samrøðu hjá barna­verndini í Tórshavnar komm­unu. Men hendan samrøðan gekk so illa, at hon førdi til, at unga kvinnan varð meldað til politiið fyri hóttanir. Sambært vitnunum hevði kvinnan leikað so í, at sosial­ ráðgevin kendi seg veruliga hótta. »Eg veit, hvar tú býr, og eg veit hvar børnini hjá tær búgva. Eg skal syrgja fyri, at taka børnini frá tær, eins og tú hevur tikið míni børn frá mær«. Nøkurlunda soleiðis fullu orðini sambært sosialráð­gev­ anum og táverandi deild­ar­ leiðaranum í barnaverndini hjá Tórshavnar kommunu. Og ákærda kvinnan váttaði fyri sovítt eisini orðini. Langa karantenu Orsøkin til, at kvinnan gjørd­ ist so óð undir samrøðuni við sosial­ráðgevan, var, at hon fekk tey boð frá sosial­ ráð­gevanum, at soleiðis sum hon uppførdi seg dagin fyri undir samveruni við børnini, kundi ikki góðtakast. Og sum revsing fyri hetta fekk hon karantenu í tríggjar ella fýra mánaðir – kvinnan segði tríggjar, pápin fýra – har hon ikki slapp at síggja børn­ini. Hendan revsingin var helst orsøkin til, at dóm­urin gjørdist treytaður, tí sam­ bært dómaranum vóru slíkar revsingar altíð treytaleysar. Verjin vísti á, at upp­runa­ liga karantenan var ov long, tí tá avtornaði gjørdist hon bara tveir mánaðir. Eisini pápin var inn­kall­ aður sum vitni, og hann royndi sum frægast at hjálpa kvinnuni – við millum ann­að at halda, at kvinnan rea­ger­ aði sum ein mamma eigur at reagera. Í proseduruni legði ákærin dent á hóttanina um børnini hjá sosialráðgevaranum. Hon helt tað vera álvarsamt at hótta við at taka børnini frá einari mammu, og helt at slík hóttan átti at kosta millum 14 og 20 dagar fongsul. Leiðarin av barnanevndini hjá Tórshavnar kommunu hevði upplýst, at tey á deild­ ini høvdu fastan fram­ferðar­ hátt, um okkurt av starvs­ fólk­un­um kendi seg hótt. Tað verð­ur meldað til løg­ regl­una. Verjin vísti í sínari prose­ duru á, at kvinnan var ógvu­ liga kroyst. Hon mælti til, at rætturin setti seg inn í støðuna, sum kvinnan var í. Og tað var júst hetta, sum rætturin gjørdi, og tí gjørdist dómurin eisini treytaður. 14 dagar fyri at hótta sosialráðgeva HÓTTANIR Ein ung kvinna fekk í Føroya Rætti mánadagin 14 dagar treytaðan fongsulsdóm fyri at hava hótt ein sosialráðgeva hjá Tórshavnar kommunu. Kroysta støðan hjá kvinnuni varð tikin við í metingunum hjá dómaranum, og tí gjørdist revsingin treytað Eg veit, hvar tú býr, og eg veit hvar børnini hjá tær búgva. Eg skal syrgja fyri, at taka børnini frá tær, eins og tú hevur tikið míni børn frá mær Sosialráðgevin kendi seg veruliga hótta av illu mammuni Modellmynd Javnstøða og burðar­ dygg menn­ing í fokus Leo Poulsen Annika Olsen er norð­ urlendskur sam­starvs­ ráðharri, og tað er í tí sambandi, at hon í hesum døgum er á ráð­stevnu í Rio de Janeiro. – Mín leiklutur er at fáa eitt betri innlit í, hvat sáttmálin um burðardygga menning snýr seg um, sigur Ann­ ika Olsen úr Brasilia. Hon var boðin við til ein fund í Rio, har norski umhvørvismála­ ráðharrin og fyrr­ver­ andi finski forsetin eisini tóku lut. – Tað, sum var á skránni til hendan fund­in, var burðardygg menn­ing í sambandi við javnstøðu, sigur Annika Olsen. Tá talan er um ein altjóða sáttmála, bygg­ ir hann á tríggjar súl­ ur, ta fíggjarligu, ta um­hvørvisligu og ta so­si­alu. – Tann soiala part­ in hava vit umrøtt á einum fundi í norð­ ur­landska ráð­harra­ ráð­num, har ljós varð varpað á javn­støðu og burðar­dygga menning. Mítt innlegg snúði seg í tí stóra og heila um at hava burðardyggleika, eisini í einum umhvørvi sum tí føroyska, sigur Annika Olsen. Tað verður ofta tosað um burðardyggleika, tá talan er um fiskivinnu og stovnsrøkt, men hyggja vit at saman­ set­ingini í føroyska sam­felagnum, har vit hava eitt undirskot á 2000 kvinnur í dag. – Tað er ein stórur trupulleiki og tí mugu vit eisini hugsa burðar­ dyggleika inn í kyns­ býtið í Føroyum, so­ leiðis at vit eisini fáa eina javnvág í saman­ set­ingini av fólki í Før­ oyum, sigur Annika Olsen. Tað sær út til, at ein ávís semja er um sosiala partin, með­an tann fíggjarligi part­ urin haltar eitt sindur eftir.