Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dorit Hansen Í hesum døgum hevur 1. a í Kommunuskúlanum fram­ sýn­ing í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Saman við lærara­ num Bjørg Djuhuus hevur flokkurin havt verkætlan um málningalist, har tey millum annað skuldu málað egið verk við íblástri frá málningi eftir Ingálv av Reyni. Fríggjadagin var so ferni­ sering í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Nógv fólk, mammur, pápar, ommur og abbar og onnur avvarðandi vóru komin at hyggja og líða á. Hedvig Jóhansdóttir, deildarleiðari á Dugna, bjóðaði vælkomin við hugleiðing um Ingálv av Reyni, Bjørg Djurhuus greiddi frá um arbeiði, og síð­ani greiddi hvørt einstakt barn stutt frá um teirra máln­ing. Kreativitetur fær børn at blóma Bjørg Djurhuus hevur ver­ ið lærari í mong ár, og í vár skrivaði hon saman við øðr­ um lærara ritgerð um krea­ tivitet í skúlanum. Uppgávan staðfesti, at kreativitetur betrar um hugin hjá børnum at læra. – Um tú vilt síggja næm­ ingar blomstra, so skalt tú síggja tey, meðan tey ar­ beiða við verkætlan. Tey gera avtalur í býnum, fara á bygd og velja evni sjálvi, greiðir Bjørg Djurhuus frá í nýggjasta Skúlablaðnum. Á ferniseringini á Hjalla greiddu børnini frá, hví tey høvdu valt sítt myndaevni og myndaheiti. Onkur hevði málað bygd, sum við­kom­ andi var ser­liga gó­ður við, onk­ur ann­ar hevði mál­að tvíburafjøll og upp­kall­að minna fjallið eftir tví­burða- beiggja sínum. Í Kommunuskúlanum hava tey eina royndarskipan við listaflokkum, tónleika­ flokkum og útiflokkum í innskúlingini. Framsýningin í Dugna, sum er opin til og við 29. juni, er eitt úrslit av hesum arbeiði. Ingálvur málaði ommu sína Hedvig Jóhansdóttir, deild­ arleiðari hjá Dugna á Hjalla, nevndi í røðu síni ommu Ingálv av Reyni. Ingálv tekn­ aði sum smádrongur, og ofta teknaði hann ommu sína. Omman var góð at tekna, tí hon sat so friðar­liga í sín­um stóli. Og hon rósti ommu­son­ inum og helt, at myndirnar líktust sær. Hetta hevði óivað havt týdning fyri spírandi hugin og dirvi at mála, helt Hedvig Jóhansdóttir. – Í dag hava børn neyvan eina ommu við hús, sum situr fitt og still á einum stóli allan dagin og er løtt at tekna. Í dag sita ommur ikki stillar. Men neistin, sum kann verða kveiktur er tann sami, gleðin at skapa er tann sama. Tí er tað at fegnast um, at 1. a í Kommunuskúlanum fær møgu­leika at uppliva hetta í teirra skúlagongd. Tey sleppa at undr­ast, uppliva, síggja og sjálvi at skapa. Børn sýna list fram á Dugna FRAMSÝNING Næmingar skulu sleppa at vera skapandi í skúlanum, og teirra listarligu gávur skulu takast í álvara. Hetta heldur lærari hjá 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, sum um vikuskifti hevði fernisering í hølunum hjá Dugna. Lillian Dam Jacobsen, flokslærari, saman við Bjørg Djurhuus, lærara í list hjá 1. a í Kommunuskúlanum í Havn Hedvig Jóhansdóttir, deildarleiðari hjá Dugna á Hjalla, hugleiðir um Ingálv av Reyni og um at kveikja neistar Tveir av málningunum, sum næmingar í fyrsta flokki í Kommunuskúlanum hava málað