Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Stórur áhugi fyri æðudúni Eftirspurningurin eftir æðudúni hevur verið veks­andi tey bæði sein­ astu árini. Hetta er mill­ um annað komið ís­lend­ ingum væl við, og sagt verður, at verður eftir­ spurningurin tann sami í ár, fara íslendingar at út­ flyta æðudún fyri meiri enn eina hálva milliard íslendskar krónur í hes­ um árinum. Tað mesta av tí ís­ lendska æðudúninum fer til Japan, har tað verð­ur brúkt til dýnur og koddar av tí dýrara slag­num. Morgunblaðið skriv­ ar, at íslendingar fáa góð trý tons av reinsaðum æðudúni um árið, og at sum er liggur prísurin mill­um 160 og 300 ís­ lendskar krónur fyri kilo. Grønland krevur størri havbotn Grønlendska landsstýrið hevur saman við donsku stjórnini kravt ræðisrætt yvir havbotni eystanfyri og í útsynning úr land­in­ um. Tilsamans snýr tað seg um 115.000 fer­kilo­ metrar, og tað tilfarið, sum er grundarlag und­ ir kravinum, er latið hav- rættarmyndug­leikunum hjá ST. Stjórin í uttanríkis­ ráðnum í Nuuk, Inuuteq Holm Olsen, sigur við KNR, at Ísland hevur latið ST krav um ein part av tí øki, sum Grønland heldur seg hava rætt til. Kanada hevur ikki latið ST síni krøv enn, men tað er kortini greitt, at Kanada og Grønland gera krav upp á somu millum londini. Inuuteq Holm Olsen heldur, at Grønland hev­ ur tvær góðar sakir, sum hon málber seg. Sigla uttan loyvi Noreg hevur eina langa strond við djúpum firð­ um, so tað liggur væl fyri hjá fólki at hava bát, men ein kanning av­dúkar nú, at umleið 40.000 norðmenn sigla við bátum, sum teir ikki hava loyvi at føra. Kanningin, sum er um­ rødd í NRK, vísir, at nógvir norðmenn leggja ikki í at fáa sær tey neyð­ ugu pappírini. Norsk lóg sigur, at fólk, sum eru fødd í 1980 ella seinni, og sum ætla sær at føra ein bát, sum er størri enn átta metrar og hevur meiri enn 25 hesta motor, skulu hava staðið eina báts­ førararoynd. Fólk kunnu taka báts­førararoyndina, tá tey hava fylt 14, men tey fáa ikki prógvið, fyrr enn tey hava fylt 16. Tey, sum hava fylt 16, og sum hava staðið báts­ førararoyndina, hava loyvi at føra bát, sum er 15 metrar langur. Geirfugladrangur, sum var tíggju fjórðingar í útsynning úr Eldey við Reykjanes, er eitt av grundlinjupunktunum, sum tað íslendska sjómarkið er sett eftir. Men drangurin rapaði tann 22. mars í 1972, og síðani hava onnur lond kravt, at íslendingar skulu flyta sítt sjómark nærri landi. Higartil hevur Ísland sýtt fyri at flyta markið, men nú eru íslendingar sjálv­ir farn­ ir at kjakast um spurn­ing­ in. Í síðstu viku end­ur­gav Morgunblaðið eina væl­vit­ andi keldu fyri at siga, at sambært ST-hav­rættar­sátt­ málanum kann Geir­fugla­ drangur ikki brúkast sum grundlinjupunkt longur, tí hann kemur ikki undan, sjálvt tá tað er stór fjøra. Tí var nið­ur­støðan, at tað ís­lendska sjó­markið skal flyt­ast umleið 10 fjórðingar nærri landi. Men hesum tekur Tóm­ as H. Heiðar í íslendska utt­an­ríkis­ráðnum ikki und­ir við. Hann er tvørtur­ ímóti sannførdur um, at Geirfugladrangur lýk­ur treytirnar í ST-hav­rættar­ sátt­mál­an­um um grund­linju­ punkt, hóast hann ásannar, at nú er lítið eftir av honum. Morgunblaðið skrivar, at spurningurin um hetta pettið av íslendska sjómarkinum kann hava stóran týdning, tí júst har er nógvur konga­ fiskur. Ivi um íslendska sjómarkið Hóast Geirfugladrangur rapaði fyri 40 árum síðani, hevur hann framvegis stóran týdning fyri íslendska sjómarkið Kina fekk milliardir – Danmark fekk milliónir Nú kinesiski forsetin, Hu Jintao, vitjaði í Danmark, bleiv nógv gjørt burturúr, hvussu nógv vitjanin gav dønum í íløgum og arbeiðsplássum Teir fýra dagarnar kinesiski forsetin var í Danmark, skriv­ aðu danskar og kinesiskar fyritøkur undir sáttmálar av ymsum slagi fyri einar 18 milliardir krónur tilsamans. Men sambært einari uppgerð hjá Information var tað kines­ararnir, sum gjørdu kvett­ið og ikki danir. Blaðið vísir á, at megin­ part­urin av teimum 18 milli­ ardunum eru íløgur, sum danskar fyritøkur hava av­ tal­að at gera í Kina. Har­aftur­ ímóti eru tær kinesisku íløg­ urnar í Dan­mark nakrar fáar hundrað milliónir krónur. Nis Høyrup Christensen, sum er Kina-ráðgevi hjá danska ídnaðarfelagnum, er ikki nøgdur við úrslitið. Hann sigur tað vera ein trupulleika, at kinesarar ikki gera fleiri íløgur í Danmark, og harafturat er tað eisini ein trupulleiki, at Kina ikki hevur víst Danmark áhuga fyrr enn nú. Kanningar hjá danska ídnaðarfelagnum vísa, at tær donsku íløgurnar uttanlands eru 300 milliardir krónur størri enn tær útlendsku íløg­urnar í Danmark. Nis Høy­rup Christensen ásann­ ar í samrøðu við DR, at gongd­in við teimum donsku íløg­unum er tann sama sum aðra­staðni, og at tað er Kina, sum dregur. – Kina er sum ein magnet, tá tað snýr seg um íløgur, sigur hann. Á kortinum er Geirfugladrangur tann ytri av teimum ljósu blettunum úti fyri Reykjanesi Teir donsku politikararnir gjørdu nógv burtur úr vitjanini hjá kinesiska forsetanum og milliardunum, sum vitjanin skuldi geva dønum Mynd: Polfoto