Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Á middegi mánadagin var freist­in at søkja um at sleppa at fiska makrel í 2012 úti. Eftir lýstu makrel­kunn­ gerð­ini hava øll fiskifør undir før­oysk­um flaggi møguleika at fáa loyvi at fiska makrel. Kunngerðin býtir flotan í bólk­ar, og í flestu bólkum er fiski­skapurin skipaður við felags­kvotu við hámarki fyri hvørt skipið. Tá Sosialurin tosaði við lands­stýrismannin í fiski­ vinnu­málum týskvøldið, hevði hann ikki neyva talið av umsóknum við hondina, men hann sigur, at áhugin at veiða makrel er stórur. - Vit hava sitið og um­røtt smálutir og treytir fyri fiski­ loyvinum, men kunn­gerð­in sigur nokso nógv um, hvus­ su hetta skal skipast, sigur hann. Loyvini send Landsstýrismaðurin leggur aftr­at, at seinnapartin týs­ dag­in byrjaði Fiskimálaráðið at skriva út loyvini, so fiski­ skap­urin eftir makreli kann byr­ja, og sum vikan gongur, verða restin av loyvum skriv­ að og send teimum, sum hava fingið tey. - Nótaskipini hava al­tíð havt eginkvotur, og so­leið­ is verður eisini í ár. Í hin­um bólkunum verður felags­ kvota við hámarki fyri hvørt skip­ið. Jacob Vestergaard sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum er, at hámarkið fyri hvørt skip­ið helst verður eini 3000 tons, men hetta veldst sjálvandi eisini um talið av um­sóknum í hvørjum bólki sær. - Tað eru bara egin­kvot­ur­ nar hjá nótaskipum, sum eru um­setiligar og kunnu seljast mill­um skipini. Eingin annar fær kvotu, sum teir kunnu selja, geva ella flyta. Tann, sum fiskar av felagskvotu, skal soleiðis gagnnýta kvotu­ na sjálvur, sigur Jacob Vest­ er­gaard. Eisini línuskip Tá línuskipini hava fingið 5000 tons at ráða yvir og ikki hava møguleikar at fiska makrelin sjálvi, spurdu vit lands­stýrismannin, hvussu hann heldur, at hesin part­ urin av flotanum kann gagn­ nýta sína kvotu. Jacob Vestergaard vísir á, at støddaravmarkingin hjá línuflotanum er tikin burt­ ur, og tí letur tað seg gera, at línubátur, sum eigur kvotu, eitt nú flytir loyvi, sum skipið eigur, yvir á eitt nóta­ skip, sum síðan kann fiska kvotu­na. - Tað merkir so, at línu­ bát­urin einki veiðiloyvi hev­ ur, meðan annað skip fiskar av kvotuni. Í prinsippinum merk­ir tað, at veiðiloyvi hjá línu­bátinum í hesum tíðar­ skeiði er flutt yvir á annað skip. Landsstýrismaðurin legg­ ur aftrat, at hesi viðurskifti eru ikki skipað í kunngerðini um makrelveiði, men í lógini um vinnuligan fiskiskap. Seinir á veg Onkur skip, sum áttu kvotu eftir frá undanfarna ári, hava fiskað makrel í ár, hó­ ast nýggju loyvini ikki eru skrivað út. Trupulleikin hev­ ur verið, sigur Jacob Vester­ gaard, at rættiliga nógv íbland­ing hevur verið av sild. Men í seinastuni hevur borið til at fiskað makrelin rímiliga reint, sum hann tekur til. - Jú, vit eru heldur seinir úti við nýggju loyvunum. Tá makrelurin kemur í før­ oyskan sjógv, er hann rak, men í tíðini, tá hann byrjar at fitna, er hann góður og held­ur sær rímiliga væl. Tá hann so verður feitastur mið­skeið­is í summar, er hetta eisini góður fiskur, men tá er hann verri at handfara. Vit plaga at siga, at í tíðini um heyst­ið, tá fitin er avtakandi aft­ur er makrelurin bestur at hand­fara. Jacob Vestergaard heldur, at nú íblandingin av sild hev­ur verið so stór, og nú er nógv minni aftur, kemur tað væl við at fáa loyvini út til vinnu­na. - Hinvegin hevði tað verið betri, um loyvini vóru komin út fyrr, soleiðis at fiskiflotin eisini hevði betri stundir at fyri­reika seg til vertíðina, sig­ ur landsstýrismaðurin. Sosialurin fer at venda aftur til makrelmálið í blað­ num, sum kemur fríggja­ dagin. Tey fyrstu loyvini eru skrivað út Jacob Vestergaard sigur, at seinnapartin týsdagin vórðu tey fyrstu makrelloyvini send úr Fiskimálaráðnum, og sum vikan gongur, verða øll loyvini send teimum sum hava fingið tey onkur skip, sum áttu kvotu eftir frá undanfarna ári, hava fiskað makrel í ár, hóast nýggju loyvini ikki eru skrivað út tann, sum fiskar av felagskvotu, skal gagnnýta kvotuna sjálvur - Tað verið betri, um loyvini vóru komin út fyrr, soleiðis at fiskiflotin eisini hevði betri stundir at fyrireika seg, sigur landsstýrismaðurin Nótaskipini hava altíð havt eginkvotu, og soleiðis er eisini í ár Mynd: Dávur Winther