mikudagur 20. juni 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Hvørki uppskrift ella innihald meinlík
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna
Jørgen Niclasen vil
verða við, at ilt er komið
í andstøðuna tí hann
førir fram, at skatta
politikkurin í Danmark
og Føroyum er nærum
eins. Tvørturímóti,
heldur enn at kenna øði,
so heldur undirritaða, at
tað er næstan synd, at tað
skal verða so illa statt, at
samgongan má leita sær
út um landoddarnar fyri
at kunna siga: ”okkurt
hava vit gjørt rætt”.
Viðvíkjandi kapital
pensiónunum
Danska uppskotið snýr seg,
framvegis, bert um kapital
pensiónir og ikki lívrentu
og lutapensiónir. Sum áður
nevnt, so fevnir henda skip
an bert um 10% av pensións
uppsparingunum
í
Dan
mark. Framvegis snýr tað seg
eisini um at strika skatta
frádráttin við inngjald av kapi
talpensión.
Hinvegin so er skipanin
at spara upp til lívrentu ella
lutapensión óbroytt. Har er
ongin forskatting við inngjald.
Sum øllum kunnugt, verða øll
inngjøld í Føroyum skattaði
beinanveg
og
frá
fyrstu
krónu.
Ein munur á kapitalpen
sión og lívrentu/lutapensión
er, at tú fær ein skattafrádrátt
við inngjald og kann fáa alt
útgoldið í einum, uttan at tað
verður mótroknað í fólka
pensiónini. Tí hevði føroyska
pensiónsnýskipanin
eina
áseting um, at bert 10% av
upphæddini, ið tú sparir upp,
kann verða kapitalpensión.
Sæð úr hesum sjónarhornið
er onki løgið í, at frádrátturin
fyri inngjald til kapitalpensión
verður strikaður í Danmark.
Marginalskatturin
lækkar líðandi
Danska stjórnin ætlar, at
hækka markið, fyri nær tú
byrjar at gjalda toppskatt,
við 58.000 kr eftir sjey árum.
Markið fyri at gjalda topp
skatt verður stigvíst hækkað
frá 409.000 krónum til 467.000
krónur.
Tað, ið Jørgen og hans
ara samgonga gjørdi, var at
hækka marginalskattamarkið
úr 250.000 kr upp í 800.000
krónum í einum. Samstundis
var skattaprosenti lækkað úr
35% til 30% á hesum skatta
trininum.
Tað er ikki uttan orsøk,
at vit hava nevnt hetta fyri
heimsmet í ábyrgdarloysið.
Hevði samgongan valt at
finna semju um marginal
skattin, allir flokkar, uttan
sambandsflokkurin,
ynsktu
at broytingar, so er sannlíkt, at
broytingin hevði líkst meira tí
donsku. Í hvussu so er, eri eg
sannførd um, at hon hevði
verið fíggjarliga forsvarlig.
So nei Jørgen, hvussu fegin
tú enn vil hava, at tykkara
skattapolitikkur er meinlíkur
tí danska, so kann hann fram
vegis ikki samanberast. Við
víkjandi at fara eftir bóltinum,
heldur enn manninum, so ferð
tú inn á eitt annað lið enn
okkara heimliga, vit onnur
ynskja heldur at á spæla á
egnum liðið.
Science fiction
Heri Mohr
Í oddagrein í Sosialinum nr.
66 skrivar blaðstjórin Eirikur
Lindenskov, at ”tað eru sera
áhugaverd sjónarmið, sum Uni
Arge førir fram í tíðargrein her
í blaðnum í dag.” Niðurstøðan
hjá blaðstjóranum er, ”at í
Føroyum verða flokkar ikki
revsaðir fyri lyftisbrot.”
Tað ”áhugaverda” er ætl
andi, at landsins leiðsla ong
an kærleika hevur til landið,
onga heildarhugsan hevur um
Føroyar (Føroya fólk verður als
ikki umrøtt), og at samgongan
tykist at halda fast um sína
arrogantu støðu.
Víst verður eisini á, at
menningargongdin, sum byrj
aði fyri 130 árum síðani, sam
pakkar ikki við valdið (her og
nú), sum í rúsi verður brúkt til
primitiv kvett, ið skulu fremja
egingirndina, seráhugamálini
og løtuvinningin. Eisini verður
framhildið, at idealistarnir og
tey intellektuellu í okkara
landi sita uttan fyri ávirkan.
Tað er tessvegna neyðugt,
at tey andsfátøku í móruni
verða stuðlað av teimum in
tellektuellu uttan fyri ávirkan,
til tess at endurreisa viljan at
virka fyri tjóðini. Aðramáta
verður okkara lagna at sam
meta við korruptiónina og
klientelismuna, sum hevur
forkomið
mannsømiligum
korum í Spania, Grikkalandi
og Italia.
Hetta og annað úr somu
skuffu má haldast at vera
meira óhugnaligt enn ”sera
áhugavert.” Tann gløggi blað
stjórin dugur sjálvandi at
skilja ímillum veruleika og
science fiction?
Í einum uppskoti til sam
tyktar frá Høgna Hoydal,
landsstýrismanni, samtyktu
18 løgtingslimir 20. apríl 2001,
”at stjórnarvald Føroya tekur
í seinasta lagi tann 1. januar
2012 við valdinum á øllum
málsøkjum ...
at dómstólar, kriminalforsorg,
almannamál … fara undir
føroyskt málsræði í seinasta
lagi 1. januar 2006,
at tilbúgving og heilsumál
fara undir føroyskt málsræði í
seinasta lagi 1. januar 2008
at
heildarveitingin
skuldi
lækka umleið 300 – 400 mió.
kr. og Íleggingargrunnurin
fyri Føroyar (sic!/hm) skuldi
yvirtakast í seinasta lagi 1.
januar 2002.”
etc, etc.
Lækkingin av blokkinum
varð framd og tað stundisliga:
1. januar 2002 varð fíggingin
til skúlaverkið skerd við 274
milliónum um árið og tann al
menna forsorgin skerd við 92,4
milliónum eisini um árið, uttan
tó at útvega landskassanum
aðra fígging til skúlaverkið
og forsorgina. Í farna 10-ára
skeiði (02-11) hava nevndu
málsøki mist 3,7 milliardir av
lógfestari fígging.
Samstundis
sum
ríkis
stjórnin lækkaði blokkin við
366,4 mió., gav landsstýrið
stjórnini boð um at niður
binda restblokkin – 615,5 mió.
– soleiðis, at tann árliga dýr
tíðarviðgerðin skuldi halda
uppat í 5 ár. Tá ið avtornaði
varð blokkurin ikki niður
bundin í 5, men í 10 ár, áðrenn
landsstýrið í 2011 bað stjórnina
loysa blokkin úr haftinum.
Tann nationalistiska epok
an 1998-2003 setti so djúp og
kostnaðarmikil spor í okkara
lítla samfelag, sum kanska
eingin hevði roknað við. Vit
”andsfátøku” gjørdust so við
og við ørkymlað og ikki sørt
bangin. Tað er nærliggjandi at
spyrja, um hendan ørkymlingin
er orsøkin til, at fólk rýmdu og
rýma av landinum?
Í Russlandi var ein intellek
tuellur
sjarlatanur,
Torfim
Lysenko
(1898-1976),
sum
við politiskari hjálp fekk so
stórt vald við støði í hansara
heilaspuna um sjálvberandi
búskap, at vanligt vit og skil
varð skúgvað til viks. Hann,
ella rættari sagt lysenkisman,
varð hevjað til statsideologi,
sum kom at kosta hesum
risastóra landi dýrt, og stórt
tal af fólki lótu lív orsakað
av hesari ideologi um sjálv
berandi búskap. Ikki fyrr enn
Krusjtjov kom til valdið, varð
ørvitisskapurin steðgaður.
Vit í Føroyum hava loys
ingarpolitikarar, sum í áravís
hava terpað upp í saman um
sjálvberandi
búskap,
sum
skal verða lykilin til okkara
Shangri-La.
80 ára gamli abbi okkara
plagdi at siga við okkum børn,
at vit skuldu spyrja, tá ið vit
ikki vistu og eisini spyrja,
tá ið vit vóru í iva: man tað
vera satt, at nationalistisk
indoktrinering verður framd
av persónum í høgum almenn
um størvum og av lærarum í
okkara skúlum? Skuldi spurn
ingurin kanska verið settur
í perspektiv av skikkaðum
persónum?
Í 1937 skrivaði kendi rithøv
undurin Albert Camus (1913-
60) í sína dagbók: ”Hvørja ferð
eg hoyri politikarar tala ella
lesi tað, teir skriva, so ógvist
eg, at eg í áravís ikki hoyri
nakað menniskjansligt orð.
Altíð tey somu orðini, tær
somu lygnirnar. Og at fólk lata
sær lynda og ikki vísa slíkar
sjónleikaradukkur
burtur,
haldi eg er prógv um, at fólkið
heldur, at hesi ráðandi eru
týdningarleys, og at tey spæla,
ja eg meini spæla, ein stóran
part av teirra lívi.” Tað vóru
júst politiskir lygnhálsar, sum
sorlaði heimin í 1939-1945 við
ófrásigandi mannalíðingum.
Aftur
til
oddagreinina.
Hvat man blaðstjórin meina,
tá ið hann byrjar greinina
við at siga, at tað er sera
áhugavert, at ”tey andsfátøku”
(eisini kallað biddarar /hm)
onki mótspæl hava, og at tey
mugu lyftast úr móruni við
intellektuellari hjálp? Og
hvussu skal tað skiljast, at ”í
Føroyum verða flokkar ikki
revsaðir fyri lyftisbrot?” Áttu
teir at fingið stóra bót ella
fongsulsrevsing ella vístir av
landinum?
Loysingarfólk kalla heild
arveiting og annan almennan
pening úr ríkiskassanum til
landskassan - ikki sørt noncha
lant og háðandi - fyri bidding.
Eisini frá løgtingsins høga
røðarapalli. Hetta er í sjálvum
sær ræðandi.
Tað kundi verið áhugavert
at vita, um loysingarfólk og
loysingarpolitikarar
eisini
halda, at tann stóri studn
ingurin (ikki lán) úr Ílegging
argrunninum
fyri
Føroyar
til út- og umbygging av flog
vøllinum og terminalinum
vesturi í Vágum, eisini er
bidding?
Hesin
grunnurin
varð annars stovnaður av
fólkatinginum í 1964, meðan
Sjálvstýrislandsstýrið
ráddi
fyri borgum. (Í 1978 vísti ein
veljarakanning, at bert 25% av
tjóðveldisfloksins
veljarum
vildu hava loysing.) Grunnurin
hevur havt ómetaliga stóran
týdning fyri útbygging av
okkara samfelagi við stórum
og krevjandi lánum, eitt nú til
SEV, landskassan (landsvega
kervið og berghol), telefon
verkið, og mundi Atlantic
Airways ikki eisini fáa lán
úr grunninum? Og nú fleiri
hundrað milliónir í studningi
til nevndu útbygging av okk
ara flogvølli.
Hinvegin mugu vit ikki
gloyma, at løgtingið, síðani
føroyingar fingu heimastýri
í 1948, hevur játtað milli
ardaupphædd
til
nógvar
almennar grunnar við ym
iskum endamálum, eitt nú:
Vinnulánsgrunnin, Grunnin
til endurnýggjan av fiskiskipa
flotanum, Grunnin til ellis- og
røktarheim, Veðhaldsgrunnin,
Upphøggingargrunnin
sam-
anlagt einar 80 grunnar. Ikki
ein av teimum er til. Teir
eru allir farnir í søguna – og
gloymskuna. Og trúgvið mær:
um Íløgugrunnurin fyri Før
oyar hevði verið yvirtikin í
2002, sum ætlanin var, hevði
hann valla verið til í dag, og
hvat skuldu vit so gjørt við
flogvøllin?