mikudagur 20. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landið eigur eisini eldraøkið
Jógvan Arge
býráðslimur í Havn
Tey sigla hvør sín sjógv í
landsstýrinum.
Bjørn Kalsø sigur nú nei
til at leggja skúlan út. Ann
ika Olsen hevur tvíhildið
um at leggja eldraøkið út til
kommunurnar sum skjót
ast.
Bjørn sigur, at halda vit,
at ábyrgdin er tvørlig, nú
hon er býtt millum land og
kommunur, verður hon enn
tvørligari, tá hon verður løgd
í kommunal samstørv, tí tá
verða enn fleiri ábyrgdarar.
Verður skúlin lagdur út
til kommunurnar at umsita,
skal hvørt øki kanska hava
sína skúlaumsiting, og tí
er vandi fyri, at umsitingin
verður nógv størri enn hon
er í dag, kanska heilar sjey
ferðir størri.
Soleiðis sær ábyrgdar
maðurin í landsstýrinum
upp á fylgjurnar av at leggja
skúlan út til kommunalar
samarbeiðseindir.
Løgið, um niðurstøðan hjá
landsstýrinum ikki verður
nakað tann sama viðvíkjandi
eldraøkinum.
Landsins kosnu hava verið
hálvhjartað í royndunum
at fáa kommurnar at leggja
saman í færri eindir; so hálv
hjartað, at veljararnir lukt
aðu tað og gjørdu bart á
fólkaatkvøðuni herfyri..
Landið flýggjar
Kommunurnar hava áður
sagt seg sinnaðar til yvir
tøkur, men tær eru sera
skeptiskar um tær treytir,
sum higartil hava verið
bodnar teimum, tí tær hava
snøgt sagt verið ræðandi.
Stevnan
hjá
løgtingi
og landsstýri er at grýta
alt eldraøkið við ellis- og
røktarheimum, bygningum
sum rakstri, og alla heima
hjálpartænastu í føvningin á
kommununum.
Hetta er sera dýrt øki,
sum krevur nógva fígging.
Hvaðani fer hon at koma?
Svarið er einfalt, at kemur
hon ikki úr landskassanum,
so má hon koma úr komm
unukassunum,
og
skula
kommunukassarnir
verða
førir fyri at gjalda kostnaðin,
so má kommunuskatturin
upp.
Skula
kommunurnar
gjalda, so mugu tær eisini
ráða fyri tænastustiginum.
Tá verður neyvan nøkur
trygd fyri, at allir borgarar í
landinum fáa somu sømdir,
tí umstøðurnar og harvið
førleikin hjá kommununum
er og verður ymiskur.
Tað verður sagt, at komm
unurnar skula hava eldraøkið,
tí tær eru nærri borgarunum.
Nærri enn hvør? Ongin
vendir spurninginum og spyr,
um løgting og landsstýri ikki
eru líka nær borgarunum
sum kommunurnar.
Vit eru øll í sama landi, og
higartil hevur tað ikki verið
ov stórt. Tí ljóðar oftari og
oftari, at hetta áhaldandi
útleggingarprátið
í
veru
leikanum er ein flýggjan
undan ábyrgdini fyri eldra
økinum.
Takið í nakkan
Landið hevur allar dagar átt
tað við húð og hár, men hevur
ikki megnað sína uppgávu.
So hvørt sum trýstið øktist,
vildu fólk hava nakað at
henda, og tá landið egndi við
ávísari upphædd fyri hvørt
ellis- og røktarheimspláss,
sum kommunurnar útveg
aðu, bitu nakrar kommunur
á agnið.
Men hetta er hvørki fugl
ur ella fiskur enn, og tey
neyðugu framstigini detta
niðurímillum, tí landið tekur
sær ikki av politikkinum,
sum tað eigur.
Heldur enn at ganga
alskyns sniðgøtur fyri at
sleppa undan ábyrgdini á
eldraøkinum átti landsstýrið
við fyrimynd í niðurstøðuni
um skúlarnar at tikið í nakk
an á sær sjálvum og farið at
umsita og røkja eldraøkið
soleiðis sum tað sømir seg
einum framkomnum væl
ferðarsamfelag.
Vit hava minst av øllum
brúk fyri einum syndraðum
almanna- og eldraøki, men
brúk fyri eini dyggari um
siting og einum politikki,
sum fyri rímiligan kostnað
veitir øllum somu sømdir.
Tórshavnar kommuna – skal vera pappírsleys!
Levi Mørk
býráðslimur
Tórshavnar kommuna skal
vera pappírsleys, og vit skulu
hava eina talgilda skipan!
Málið um ein talgilda
skipan skal fyri til komandi
býráðsfund, sum verður 28.
juni.
Sum er brúkar Tórshavnar
kommuna
fleiri
milliónir
av pappíri um árið, og um
kommunan gerst meira tal
gild, slepst undan hesum –
og harvið eru vit eisini meira
umhvørvisvinarlig
sum
kommuna.
T er tann digitali ella tal
gilti tíðaraldurin. Og vit
mugu spyrja: eru Føroyar
eitt T-land, sum er fyrireikað
til KT-tíðaraldurin! Svarið
er nei! Hetta mugu vit fáa
skil uppá og ikki altíð vera
eftirbátar á KT - økinum og
í nútíðini.
Í londunum runda um
okkum hava politikarar og
embætisfólk sett sær sjálvum
henda spurning.
Vit eru annars næstan øll
somul brúkarar av alnetinum
í dag og av KT yvirhøvur.
Londini rundan um okk
um eru tey farin víðari til
tað, sum tey kalla tann »tal
gilta tíðaraldurin«, og kunnu
hesi lond longu nú kalla seg
D ella T-lond innan kunn
ingartøkni.
Tey hava longu orðað
ein politikk, har hugtøk um
uppihavsrætt, API og onnur
KT-hugtøk eru partur av
lógarverkinum.
Somuleiðis eru lógartekst
urin innan fleiri øki broyttur
samsvarandi KT tíðini og
tørvinum hjá tí einstaka og
samfelagnum.
Eitt nú hevur Danmark
sett sær fyri at skapa stóra
menning í T-tíðini innan KT.
Vinnulív,
kommunur,
brúkarar, politikarar, uni
versitetini og embætisfólk
eru í felag um hetta átak fyri
at menna Danmark og fyri
at útvega nýggjar vinnu
møguleikar. Hugsað verður
um at bøta um kappingar
førið og at hækka tænastu
støðið.
Kommunernes
Lands-
forening, (KL), hevur gjørt
stórar ætlanir um, at danskar
kommunur skulu vera tal
gildar og har lyklaorðini hjá
KL, eru m.a. at fyrst skulu
kommunur hava orða ein
politikk og at øll starvsfólk
og borgarar skulu vera við.
Tíverri hava politikarar
her á landi ikki í nóg stóran
mun eygað á KT- økinum og
allar teir stóru møguleikar,
sum har eru.
Serliga fyri eitt land sum
Føroyar, ið bert hevur eina
høvðusvinnu,
hevur
tað
stóran týdning, at ein meira
víðsýndur
KT-politikkur
verður settur út í kortið.
Her meti eg, at vit Tórs
havnar kommuna, fær eina
skjótari tænastu, skipan og
eina umhvørvisliga tænastu
og um vit fara yvir til eina
talgilda (digitala kommunu).
Tórshavnar
kommuna
hevur ymiskar talgildar skip
anir, t. d. inni á heimasíðuni.
Men vit hava ongan orðan
politikk á økinum.
Eg havi tí sett meg í sam
band við umsitingina hjá
Tórshavnar kommunu, fyri
at fáa tey at orða ein politikk,
sum skal lýsa hvat vit vilja
og kunnu gera fyri at fáa
eina pappírsleysa kommunu
og ein talgilda skipan, sum
røkkur til øll hjá Tórshavnar
kommunu.
Málið skal fyri til komandi
býráðsfund, sum verður 28.
juni.
»KL og 22 kommuner har
undersøgt, hvordan kom
muner kan blive mere digitalt
modne« les meira.
http://www.kl.dk/
ImageVault/Images/
id_55065/scope_0/
ImageVaultHandler.aspx
www.levimork.com