Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 4. partur Tey munnu vera fleiri, sum við áhuga hava lisið frásagnirnar hjá Johan Hansen um hansara barna­ minni úr Kollafirði. Tað er ein fong­ ur at hava fingið hesi minni varð­ veitt. Johan er ein fróðarmaður, og her kann nevnast, at hann átti eitt fitt íkast í bókini “Havið tók teir” í samband við umrøðuni av forlissini hjá Neptun og Nólsoynni í 1934. Men Johan hevur greitt frá meira enn øllum hesum. Í 2004 kom út bókin ”Johan” við undirheitinum ”Fra fisker til menneskefisker”. Danin Peter Dahl hevur skrivað bókina. Bókin er eisini áhugaverd sum eitt íkast til okkara fiskimannasøgu. Tað kann ikki vera øðrvísi, tá hugsað verður um, at her verður sagt frá søguni hjá einum bygdardrongi, sum var føddur í 1917, og sum eisini hevur havt sínar royndir á sjónum. Seinni í tíðini var hann eisini stjóri á Tórshavnar Sjómansheimi. Eisini frá hesi tíðini hevði Johan mangt forvitnisligt – og syrgiligt - at siga frá. Bókin snýr seg mest um trú­ boð­aravirksemi hansara. Tey, sum hava áhuga fyri tí, kunnu fáa nógva burtur úr hesi lættskrivaðu bókini. Frásøgnin um, hvussu ætlanin at byggja dansistovu í Kollafirði end­ aði við at bygt varð eitt missiónshús, er eisini áhugaverd. Tað, sum hendi var, at tá ið teir ungu menninir komu heim um heystið leigaðu teir eini gomul hús at dansa í. Fyrireikararnir vóru limir í Bláa Krossi, so brennivín varð ikki góðkent. Men skjótt gjørdist tað ov trongt í hesum húsum. So fóru teir at fundast um at fáa bygt eina nýggja dansistovu. Men á einum fundi møtti ein leiðandi missiónsmaður upp og bað teir lata vera. Hann helt, at hetta fór ikki at bera nakað gott við sær. Í fyrsta umfari vístu teir hesum ynski frá sær. Men sum frá leið gjørdist ein missiónsk vek­ ing, eisini í Kollafirði, og nógvir av teim­um, sum høvdu verið við í dansi­stovu­ætl­anini, blivu missións­ menn. Hesir menn fóru nú í staðin at fyrireika bygging av einum missi­ ónshúsi, og henda ætlanin gjørdist veruleiki. Bókin byrjar í kirkjuni Bókin byrjar við, at Johan er í kirkju í Kollafirði í 2003. Hetta er ein ser­ merkt løta hjá honum. Kirkjan hev­ ur havt nógvan týdning fyri Johan gjøgnum alt lívið. Her telur eisini tað við, at ein bátur hongur uppi í tróðrinum, sum ættin gav kirkjuni til minnis um beiggja Johan, sum druknaði undir Íslandi, 25 ára gamal. Beiggin elskaði kirkjuna, og hevði ofta tosað um at geva kirkjuni eina gávu, um høvið beyðst. Og høvið gjørdist tað syrgiliga, at hann gekk burtur, og ættin lat kirkjuni gávuna! Tá eitt farvæl kundi vera endaligt Síðan greiðir Johan hugvekjandi frá slupptíðini. Millum annað um, tá ið allir menninir fóru avstað fyrst í mars mánaði. Hetta var ein tíð full av kenslum, tí royndirnar høvdu jú víst, at tað vóru ikki allir, sum komu heim aftur. Og so sigur Johan: Jeg har lyst til at indskyde, at da jeg kom til Danmark og oplevede, hvordan danskere sagde farvel med et smil, vinken og ord om, at ”vi ses snart igen”, så tænkte jeg: ”Jamen, de mennesker er da tossede at sige farvel på den måde!” For mig var det at sige farvel tungt og forbundet med usikkerhed.” Sigast kann at júst hetta er ein partur av føroyska samleikanum. Sum aðrir dreingir droymdi Jo­ han um at gerast fiskimaður og skipari á slupp, men tá ið hann var 10 ára gamal hendi nakað sera spenn­andi. DFDS fekk nýtt ferðamannaskip ”Dronning Alexandrine”, sum eftir tátíðini var eins stórt ella kanska størri undur enn ”Norrøna” er í dag. "Drotningin" sigldi eisini á Kolla­ fjørð. Johan minnist fyrstu ferð, hon kom hagar, og tað var møguligt at sleppa umborð. Aldursmarkið var 10 ár, og hetta kláraði hann akku­rát. Ongantíð hevði hann sæð nakað líknandi, ikki minst uppi á brúnni, har alt messingið skein. Og her gingu yvirmenn í flottum uni­ form­um við gullsnórum. Tá kom tað í huga hansara, at kanska var okkurt meira spennandi sjólív enn at sigla við slupp! Brotasjógvur beindi fyri sjóverkinum Johan verður konfirmeraður og skal fara til skips, sum var tað van­liga tá. 14 ára gamal fór hann við "Milly", sum hoyrdi heima í Vestmanna. Manningin var 24 í tali, og tað vóru bert 23 koyggjur. Sum tann yngsti umborð mátti Johan hava somu koyggju sum ein annar maður. Teir, ið áttu koyggjuna, vóru á hvør síni vakt, og so áttu hann koyggjuna, sum hevði frívakt. Hetta hevði tann fyrimun, at koyggjan altíð var heit, men vansin kundi vera, at hetta vóru bestu umstøður hjá lúsum at trívast í! Teir mynstraðu á Vestmanna og fóru avstað. Tað byrjaði at rulla, og so kom sjóverkurin. Hesin plágaði Johan í fleiri ár. Men hóast hetta hevði hann framvegis dreymar um at sigla. So ein dag í 1937 slapp Johan av við sjóverkin. Í einum stormi fingu teir ein sjógv. Johan lá í koyggjuni ringur av sjóverki. Sjógvurin foss­ aði niður í lugarið. Tá rópar skip­ arin, at allir menn skuldu upp á dekkið. Tá hvarv sjóverkurin sum við einum skoti. Og Johan endaði eisini sjálvboðin uppi í mastrini at loysa nakrar taljur, sum høvdu sett seg fastar. Sum árini gingu kom Johan eftir, at tað var ikki nógv framtíð í húkaveiðuni, og hann hevði ikki gloymt gullsnórarnar umborð á "Drotningini". Hann ger av at fara á sjómansháskúla í Svendborg. Her hitti hann Astu, sum hann hevur Johan Hansen: Fiski­mað­urin sum gjørdist menniskjafiskimaður Nú koma vit til seinasta partin um Johan Hansen á hesum sinni. Her er tilfarið úr bókini Johan, sum eisini greiðir frá hansara lívi sum trúboðari. Hesin parturin skal vera ein serlig heilsan til Johan í sambandi við, at hann verður 95 ár tann 30. juni Kollfirðingar ætlaðu sær at byggja eina dansistovu, í staðin gjørdist tað eitt missiónshús Johan á talarastólinum í missiónshúsinum í Randers Johan, tá ið hann var á sjómansháskúlanum í Svendborg