Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í komandi Miðviku verður fyrsti partur av frásøgn hjá Jóhannes Joensen av Húsum um hansara útróður á Skálum á Langanesi í 1928. verið giftur við í 70 ár. Johan fór út at sigla aftur við einum seglskipi. Hann fekk síðan lovað kjans við einum A.P. Møller skipi beint undan týsku hersetingini av Danmark. Men hann fekk avboð av serligum orsøkum, og so var sjólívið liðugt hjá honum. Hevði avboðið ikki komið, hevði Johan komið at sigla uppá Amerika. Tá hevði hann verið avskorin frá Danmark øll krígsárini. Tað hevði verið óvist, um lívsleiðin tá gjørdist tann sama. Johan kom nú á Haslev udvidede Høj­skole. Hann kom so við og við inn í missiónsarbeiði. Undir krígnum vóru tey bæði leiðarar á einum Bláa Kross missiónshotelli. Hetta gav eitt nú trupulleikar við týskararnar, sum tóku part av høl­ unum til týsku loyniløgregluna, Gestapo, sum hevði so ringt orð á sær. Síðan gjørdist Johan trúboðari hjá Indre Mission, fyrst í Nykøbing Mors. Á Tórshavnar Sjómansheimi Hetta gjørdist tó ikki endin á hans­ ara sambandi við Føroyar og før­ oyskar fiskimenn. Í 1963 fekk Johan vitjan av for­ manninum fyri sjómans­heiminum í Havn, Sofusi Sivertsen. Stjórin, sum hevði verið í nógv ár, Piddi “á Sjómansheiminum”, hevði sagt upp, og nú leitaðu teir eftir einum nýggjum stjóra. Ørindini vóru at biðja Johan taka við starvinum. Hetta var ein spennandi av­ bjóðing. Johan hevði alla tíð longst aftur til Føroya, og Indre Mission játtaði honum farloyvi í nøkur ár. Tey bæði Johan og Asta tóku so við leiðsluni á Tórshavnar Sjó­ mansheimi hin 1. oktober 1963. Hetta var í teirri tíðini, tá sjómansheimið framvegis var av stórum týdningi fyri tað siglandi fólkið. Hetta merkti eisini, at sjómansheimið hevði eina sterka støðu millum fólk. Her var stór matstova og 100 kømur. Dagliga kom fleiri hundrað menniskju á dyrnar. Johan merkti, at álitið á stjóran fyri heiminum var stórt. Tað hendi seg javnan, at sjómenn høvdu nógvan pening uppi á sær, sum teir bóðu Johan hava umsjón við, til teir komu aftur. Pengarnir vóru koyrdir í ein brævbjálva, og eingin bað nakrantíð um kvittan. Ein av uppgávunum var at skipa fyri minningarhaldinum tann 1. november, tá kransar vóru lagdir við minnisvarðan í viðalundini av løgmanni, stovnum og feløgum. Serliga minnist Johan eina ferð, at ein ung genta legði seinasta krans­in. Hon hevði mist drongin á sjónum. Johan royndi at troysta hana sum frægast. Ullintu undirbuksurnar til afri­kanara Johan greiðir eisini frá einum tí mest kenda virkseminum hjá sjómans­ heiminum nevniliga jólapakkarnir. Eisini vórðu jólaveitslur hildnar fyri sjómonnum, sum vóru í havn á jólum. Her greiðir hann frá eini søgu um eitt hollendskt skip, har skip­ arin partú vildi sleppa avstað beint áðrenn jólaaftan,. Manningin skuldi ikki fáa ta gleðina at sleppa í jólaveitslu. Hann legði til havs í ódnarveðri. Tað endaði við, at hann rendi á eitt sker og mátti koma inn aftur. So manningin slapp kortini á sjó­mansheimið. Her var ein sera skemtilig hend­ ing. Manningin fekk jólapakkar, og ein afrikanskur kokkur á hollendska skipinum fekk einar føroyskt bund­ nar langar undirbuksur. Maðurin dugdi at síggja, at hetta var okkurt klædnaplagg. Men hvussu hann enn royndi, fann hann ikki út av, hvussu hann skuldi lata seg í hetta fyri hann ókenda plagg. Við á veitsluni vóru eisini nakrir enskir trolaramenn, sum væl vistu, hvussu hent eitt slíkt plagg kundi vera. Ein teirra hevði fingið eina skjúrtu, so hann fekk býtt um við afrikanska kokkin, og báðir hildu seg hava gjørt kvettið! Hildnar vóru eisini andaktir hvør kvøld á sjómansheiminum, og árliga vóru einir 8-9.000 lut­takarar. Í hesi tíðini vóru nógvir naviga­ tørnæmingar, sum bæði búðu og ótu á sjómansheiminum. Søgan við Nólsoyar Páll Johan greiðir eisini frá teirri syrgi­ ligu hendingini við "Nólsoyar Páll" í 1967. Teir vóru páskadag á veg til Grønlands á saltfiskaveiðu. Veðrið var av tí ringasta, og teir fingu ein slíkan sjógv, at saltlastin fór út í annað borðið. Skipið fekk so stóra slagsíðu, at teir sendu út neyðarkall. Fýra mans fóru í ein bjargingarbát. Teir blivu leysir av skipinum og spurdust ikki aftur. Í fyrsta umfari vistu fólk á landi ikki, hvørjir hesir menn í bátinum vóru, og gjørdi hetta óvissuna enn størri. Umborð vóru nakrir mans, sum sjálvbodnir fóru í lastina at lempa salt fyri at fáa rætta skipið aftur. Lúkan varð skalkað til, men tað eydnaðist at fáa skipið á rættkjøl. Eftir trý samdøgur kom Nólsoyar Páll á Havnina. Tað var fult av fólki á keiuni, og tey vóru í djúpastu tøgn, ikki minst orsakað av horvna bjargingarbátinum. Sjómansheimið hevði lovað at taka hond um manningina. Johan var fyrsti maður umborð og sigur hann soleiðis: “Det syn der mødte mig, da jeg kom ned i lukafet, gjorde et ual­ minde­ligt stærkt indtryk på mig. Alt var tilsyneladende blevet slået løs. Der lå dele af køjer, madrasser, dyner og alt muligt hulter til bulter. Midt i det hele sad en ældre mand, tydeligvis i den dybeste fortvivlelse. Hans søn var en af dem, der var gået i redningsbåden, som aldrig blev fundet. ”Jeg ville så gerne have været i min søns sted”, sagde han, ”for han havde kone og børn at forsørge og leve for, mens jeg sådan set har fuldført min opgave her i livet. Hvorfor skulle jeg komme tilbage og ikke min søn?” Det var stærkt at opleve denne mand, som han sad der i hele virvaret med sin sorg og smerte.” Johan fór aftur til Danmarkar, har hann gjørdist trúboðari í Bram­ming nærindis Esbjerg. Slíkir trúboðarar verða ofta fluttir til ymiskar býir at virka, og seinasta støðin hjá Johan var Horsens. Men Johan er ofta kom aftur til Føroya sum ferðaleiðari hjá Felix Rejser, sum skipaði fyri nógv­um ferðum til Føroya. Tað er eingin ivi um, Johan eisini í tí sam­bandinum hevur verið ein góður um­boðsmaður fyri Føroyar og før­oy­ingar. Nú býr hann saman við konuni í einum eldrabýli í Skjern í Jyllandi. Kenni ikki so nógv til missións­ virksemið hjá Johan í Danmark. Men eg kendi eina konu, sum búði í Kalundborg í Vestursælandi. Hon hevði eina ferð verið á missiónsmøti hjá Johan. Teksturin var um hann góða hirðan. Tá greiddi hann frá sum eina mynd, at pápi hansara var seyðamaður. Tá hann kom til eitt fylgi nýttist honum ikki at telja allar seyðirnar fyri at vita um nakar manglaði. Tað sá hann bert við einum eygnakasti. Og so talaði hann út frá tí. Hetta var jú ein mynd, sum fólk mintust. Í hesum umfari skal henda frá­ søgnin hjá Johan enda við, at ynskt verður honum hjartaliga tillukku við teimum 95 árunum. Vit senda honum, Asta og øllum teirra bestu ynskir. Asta og Johan í 1954 Asta rokast við jólapakkar Sjómansheimið, tá ið brúk var fyri sjómansheimi