mikudagur 20. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brot úr Vágs útróðrarsøgu
FYRI VESTAN
Útróður av Vágseiði
Finnur Johansen
Báturin
Í bátinum vóru árar, mastur og segl,
stýri og eyskar. Sum oftast høvdu
teir flestu eisini eina spann at hava
at taka til, gjørdist tað neyðugt.
Skutfestan stóð føst í barholinum,
og varð tá hon ikki varð brúkt løgd
um stavnin. Masturin varð gjørd
føst í bæði borð, og stóð eitt sindur
aftureftir. Viðhvørt róðu vit, tað er
ikki so langt at rógva, men skuldu
vit heilt vestur fyri Famjin var
tað nakað langt. Var hann land
nyrðingur, so kundu vit sigla bindi
evnið báðar vegir. Tað kundi vera
pent at síggja bátar koma fyri
Múlatanga við fullum seglum. So
prátaðu teir um, hvussu nógv hasin
hevði fiskað, tað sást hvussu tung
ur hann var.
Fiskiamboð
Vit høvdu tað gamla slagið við
teini og tveimum húkum og loddi.
So brúkti vit tveir pilkar, Bara ein
húkur var í hvørjum pilki. Pilkarnar
stoyptu vit uppí sjálvir. Vit høvdu
ongantíð línu vestanfyri.
Tað var so góð fiskileið vestan
fyri, at vit sótu allan dagin og fingu
oftast væl av fiski, so góð fiskileið
er vestanfyri. Vit vóru so lítið til
miðis. Vit róku fyri tað mesta, men
líðarbrøðurnir vistu fleiri mið,
longumið eisini.
Agn
Agnið var mest gogga. Hana fiskaðu
vit sjálvir fram við landi. Magnus
bað ofta menninar, sum einki
Brim á Vágseiði. Múlatangi, Múlin og Múlagjógv.
Vinstrumegin nýggi rennistrongurin
Dorius Jacobsen sigur frá, tá hann róði út av Vágseiði. Dorius, ið var føddur í 1892, var ættaður
úr Tjørnustovu í Norðagøtu. Hann fiskaði við skipum í Vági frá 1907, í 1914 flutti hann til Vágs at
búgva, og í 1925 fór hann at koyra bil. Frásøgnin hjá Doriusi er frá 1981. Hetta er seinni partur