Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 gjørdu, um at fara at fiska goggur. Kúvinga­skip høvdu vit eisini. Tey lógu vesturi við Garðabrúgv og úti á fjørinum. Um morgunin varð so farið eftir goggum áðrenn farið varð til útróðrar. Tað varð ikki farið eftir goggunum fyrr enn vit fóri til útróðrar, fyri at tær ikki skuldu doyggja. Goggurnar vóðu koyrdar í ein posa og so niður í ein leyp og borið vestur á Eiðið. Tað rann úr teimum, so ofta vórðu vit vátir um ryggin, so viðhvørt fingu vit karm áðrenn vit fóru á flot, ofta vórðu undirklæðini eisini nakað vát. Klæði Tá brúktu vit skølingar og olju­ hosur. Tær vórðu seymaðar úr stóti og ferniseraðar, seymaðar dupultar og vóru óføra tættar. Tær mintu um parhosur, og rukku upp á lørini. Føroyskar hosur høvdu vit innanundir og skølingar uttaná. Skøl­ingarnir vórðu stikaðir saman, og tjúkkir, frálíkir at ganga í fyri ikki at glíða. Teir vórðu bundnir við tveingjum sum á húðaskógvur. Gummistivlar brúktu vit ikki, tí tað var so hált. Tað var slíggjað, og tað var hella, so eingin fekk fótað sær í stivlum. Vit skuldu bera fiskin eftir helluni eisini. Klæðini vóru annars føroysk undirklæði, troyggja og vøttur. Buks­urnar vóru vadmalsbuksur, tað eg minnist. Fáir brúktu føroyskar buksur. Á høvdinum høvdu vit hettu og útsynning. Oljuklæði høvdu vit eisini til útróðrar, sum veðr­ið var til, men bara svintu í góð­ um veðri. Svintan varð seymað úr stouti og ferniserað. Roðklæði brúkti eg, tá eg róði út, áðrenn eg kom suður. Tey vórðu rend undir kav, fyri at linka tey. Eitt rykkjuband var um miðjuna. Roðbuksurnar rukku niður um knæ. Eg minnist ikki um vit eisini høvdu stúku. Vit brúktu bara roðklæði tá vit fiskaðu, ikki tá vit róðu, og tá tað var turt í veðrinum. Oljuklæði vóru longu at fáa í 1914, tá eg sum ungur var til skips. Tey vóru opin nakað niður, men tey vóru hvøss at vera í, so eg brúkti turri­klæði um hálsin. Oljuklæðini fingust bæði sum oljudansur og sum buksur og troyggja. Umborð á skipi, ikki minst í illveðri, var ofta betri við buksum og troyggju, tá tað skuldi repast, tí teir skuldu loypa inn í seglið. Onkur hevði fingið hendur á dobb­um, sum eingilskmenninir brúktu, og sum vóru gjørdir sum olju­frakkar, men úr toyi. Teir vóru so lýggir. Á hondunum høvdu vit før­oyskar vøttur. Fara og koma Viðhvørt fóru vit undan Kleivini og lendu aftur har. Viðhvørt fóru vit úr Múlagjógv. Tað kundi vera á somu ætt, á landnyðringi, um tað var kyrt. Men undir Kleivini rúmaðist ikki meira enn tveir, tríggir bátar. Har var so lítið pláss. Vit tyssaðu fiskin upp á bond, og drógu hann upp á Lágklett. Fiskurin varð borin niðan til vegin, kruvdur og avhøvdarður. Tá farið varð Var útróðrarveður, varð ofta farið so tíðliga vestur, at vit vóru vesturi fyri Famjin, tá tað fór at lýsa. Vit fóru umleið ein góðan tíma, áðrenn tað fór at lýsa. Tí tað tók nøkulunda ein tíma at rógva av Eiðinum og vestur fyri Famjin, tað var eg við til, tá róð varð í grind, og kanska eitt sindur longri, tá vit fóru út at rógva. Vit fóru um 5, 6-tíðina um morgunin. Tá vit fóru undan Kleivini, varð farið millum ein boða og land. So skal verða róð suður við Heltnunum, nakað langt suður, ímóti endanum og so vestur í hav. Verður farið undan Kleivini og beint út við Múlatanga, so er ein grynna mitt í kjaftinum á Múlagjógv. Tí róðu teir altíð nakað suður við Helvtnunum, suður ímóti endanum, og so løgdu teir vestur í havið. Har var gott at vera kunnigur. Tað var nokk so ofta, at ikki far­ andi var undan Kleivini, men har vest­uri. Tað var á somu ætt, men har var djúpari og betri pláss. Tað sama var at lenda. Fiskileiðir Tá Magnus Dahl var ungur, róðu teir út fyri vestan viðhvørt. Hann segði mær frá, nær longan tók best, tá tað rak so og so. Tú fekkst bara longu eitt stutt skifti, so mátti tú rógva afturá aftur. Eitt mið æt Gulakkur. Eitt æt Bakka­miðið. Ein gamal maður, Johan í Garðinum, hann var pápi Óla Kali, segði mær tað, tá vit vóru úti við honum ein dagin, tey ýtini minnist eg enn. Teir skuldu rógva út suður úr tanganum, Múlatanga, til Akrabergstangi kom undan, og so Nesið undan Skúvanesi. Tað var Bakkamiðið. Vit brúktu altíð snøri, ongantíð línu. Tá fiskað varð Á teimum flestu bátunum vóru fimm mans, okkurt sexmannafar var. Tá fiskað varð, sat ein í hvørj­ ari rong, ein á toftini, ein í eys­rúm­ inum, og fimti maðurin and­øvdi. Formaðurin plagdi at sita á toftu­ bekki. Hann vendi sær aftureftir. Um tveir sótu á toftibekki, vendi annar sær frameftir. Aftur av útróðri Vanliga komu vit aftur nokkso tíð­ liga á degi, men viðhvørt varð tað seint. Ofta eftir at tað var vorðið myrkt. Tað tók so langa tíð at kryvja, tá vit høvdu fiskað nógv, og so at bera heim. Tá vit komu aftur av útróðri, og vit lendu í Múlagjógv, skuldu vit koma so tætt inn við Múlatanga, sum vit kundu koma, tá slapst tú undan grynnini. Inn við tanganum var steldjúpt. Uttanfyri er reint. Kryvja og bera heim Vit kruvdu allan fiskin, áðrenn vit fóru at bera heim. So fór hvør við sínum leypi, og tað vóru fleiri gongur, tá nógvur fiskur var, tvær og tríggjar gongur viðhvørt, allan vegin heim á Garðarnar. Summi heilt á Løghamar. Onkur bar líka út á Tjørn. Vit bóru í leypi, upp í 120 pund í leypinum. Nøkur konufólk bóru fisk heim. Tær vóru raskar. Tær komu gjarna vestur við kaffi, tá bátarnir komu aftur at landi, tær høvdu leyp við. Eg minnist serliga tríggjar av teimum. Tað var Kristina inni á Bakka, Kristina Joensen, hon er ættað úr Famjin, gift við Jens Mohr í Líðini, Jacobina á Smillheygg, dóttir Óla á Smillheygg og tann eg giftist við, Anna Sofía Augustinussen. Tær tríggjar bóru heim á Garðarnar. Tað lætti eina gongd hjá okkum. Fiskiskapur Tað var misjavnt, hvussu nógv vit fiskaðu ein dag, frá 10 upp í 20 centnarar. 20 centnarar var góður dagur. Áðrenn eg gavst var tað so, at fingu vit 10 krónur í part ein dag, tá var nógv fiskað. Eg minnist ikki fiskaprísin, undir fyrra krígnum og stutt eftir tað, men tað var góður dagur tá. 1 centnari er hundrað pund, 50 kg. Eiga tygun myndir, ið hava samband við útróður í Vági, hevði eg verið fegin, slapp eg at lána tær. Dorius Jacobsen sigur frá, tá hann róði út av Vágseiði Múlatangi og Múlin