mikudagur 20. juni 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bardagin fyri forskúlum?
Jógvan Philbrow
Tað er ilt at síggja, at hetta
snýr seg um fakligheit, og
um, hvat er best fyri barnið,
tí um tað var tað, sum kjakið
snúði seg um, so var støðan
ein heilt onnur.
Fakliga serfrøðin staðfestir
á ongan hátt, at forskúlar
eru best fyri børnini. Heldur
tvørturímóti. Tað vísir seg
oftast, at jú fyrr, børn fara í
okkurt “skúlalíknandi” tilboð,
áðrenn tey fara í skúla, jú
fyrr gerast tey skúlatroytt,
og jú verri hava tey tað við
próvtøkum
og
royndum.
Børn sum hava spælt, líka til
tann dagin, tey byrja í skúla,
klára seg fult líka so væl, sum
onnur børn, og tey gerast
ikki so skjótt skúlatroytt
sum hini. Hetta vísa størstu
amerikansku kanningar á
økinum,
sambært
barna
granskaranum Dion Sommer.
Harafturat er tað staðfest í
einari rúgvu av kanningum,
at heilin hjá børnum mennist
av spæli, og av at spæla nógv
úti, afturat tí, at sosialu før
leikarnir verða styrktir – og
hetta er ein alneyðugur før
leiki hjá nútíðarbørnum at
hava við sær í lívið – eisini
skúlalívið. Tað eru tískil ongar
haldgóðar
grundgevingar
fyri at flyta skúlaladurin
niðureftir. Um vit kalla tað
forskúla ella ikki.
Kanningar í Noregi vísa, at
vaksin um 30 ára aldur hava
“líka” inntøkur, sama um tey
eru byrjað í skúla sum 6 ella
7 ára gomul. Aðrar kanningar
ymsastaðni, m.a. í Onglandi,
vísa, at tá børn eru 12 ár, duga
tey líka væl at lesa - og annað
– sama, um tey byrjaðu tíð
liga ella seint í skúlanum.
Finsk børn byrja í skúla tá ið
tey eru 7 ára gomul. Tað eru
ongar kanningar sum benda
á, at í teim londum, har børn
byrja fyrr í skúla, eru tey
betur fyri.
Stór kanning av ensku
skúlaskipanini, Cambridge
Primary Report frá 2010,
sigur í niðurstøðunum, at
tað ikki kann staðfestast,
at tað gagnar børnum at
byrja tíðliga í skúla; hinvegin
kann staðfestast, at fyri
summi er tað ein vansi.
Fleiri kanningar hava víst
á, at børn sum fáa og hava
trupulleikar í skúlanum, ofta
eru børn, sum eru byrjað í
skúla lutfalsliga ung.
Skulu vit seta tað skarpt
upp, so merkir hetta, at
“samfelagið” er viðvirkandi
til, at framtíðar útlitini hjá
summum børnum gerast
verri enn neyðugt, um tey
ikki sleppa at byrja seinni í
skúlanum.
Tað kann ikki vera rætt
at vit í dag, í 2012, framvegis
seta fíggjarlig atlit fram um
atlit til barnsins besta.
Kann tað vera rætt? At
tørvurin hjá skúlaskipanini
á fleiri pengum, er grund
arlagið fyri tørvinum at fáa
forskúlar. Nei!
Nú eri eg ikki serfrøðingur
í, hvussu játtanarskipanin er
til skúlaskipanina, men tað
sær út sum um teir skúlar,
sum best duga at “staðfesta”
ein serligan tørv, antin við at
hava nógv børn við serligum
tørvi, ella við at skapa ein tørv
á “forskúlum”, soleiðis fáa
bøtt um fíggjarkarmarnar.
Hetta er á ongan hátt
við til at skapa eitt betri
samfelag fyri barnið. Men,
ger tað kanska liviligari hjá
skúlunum - í fyrstu atløgu?
Tí einki er at ivast í, at tað
seinni fer at vísa seg, at vit í
Føroyum fara at eiga fleiri og
fleiri skúlatroytt børn.
Latið okkum ikki arbeiða
við løtuvinningum, tað hev
ur ongantíð verið gott fyri
nakað.
Nei – bíðið heldur við for
skúlunum, og ansið eftir, at
tá skipanir verða broyttar,
so er tað við barninum í mið
depilinum og ikki pengakass
anum.
– Er hann bert eitt skálkaskjól fyri at fáa fleiri pengar til skúlan?
Kampanju-journalistikkurin
í Sjónvarpi Kringvarpsins
heldur fram.
Nýggjasta snaringin av
málinum um eina ávísa
byggimálsviðgerð
í
Tórs
havnar kommunu er farin at
snúgva seg um, at »einaræði«
valdar í býráðnum.
Hvør skal siga: tá ið man
ikki fær fatur á bóltinum, so
fer man eftir manninum.
Bakgrundin er, at borg
arstjórin hevur heitt á bý
ráðslimir í samgongu og
andstøðu um ikki at spæla
við í fjølmiðlaskapta veru
leikanum hjá Sjónvarpinum.
Hví
ger
borgarstjórin
tað?
Jú, tí kampanjan, sum
nú rullar eftir skíggjan
um, og samskiftið við sjón
varpsjournalistin aftan fyri
kampanjuna, bendir týðiliga
á, at her er talan um órími
ligan og einoygdan journali
stikk, har ið »skurkurin« ikki
sleppur reelt til orðanna.
Borgarstjórin hevur evstu
ábyrgd av fyrisitingini í Tórs
havnar kommunu, og tí er
tað púra náttúrligt, at tað er
hann, ið úttalar seg vegna
kommununa í hesum máli.
Í Kringvarpinum er tað
sjónvarpsstjórin ella formað
urin í kringvarpsnevndini, ið
úttalar seg vegna stovnin.
Hetta sigur seg sjálvt, og tað
er ikki øðrvísi í kommununi.
Fyri at mála myndina av
kommununi kolasvarta hevði
Sjónvarpið
fríggjakvøldið
leitað sær stuðul frá einum
blaðstjóra, ið hevði neyvt
somu hugsan sum Sjónvarp-
ið.
Keldan
passaði
inn
í
miðlaskapta veruleikan hjá
Sjónvarpinum, tí Dimmalætt
ing hevur brúkt Sjónvarpið
sum keldu til at endurgeva
somu søgu á eins ókritiska
hátt. Og í sjónvarpsstovuni
kundu tveir fjølmiðlamenn
tí sita og geva hvørjum
øðrum rætt í, at umsitingin
hjá kommununi »ber fram
ósannindi«, og at »maktin«
trívist bert í »myrkalegg
ing«.
Her eru nakrir av spurn
ingunum, sum vórðu settir í
sjónvarpsstovuni:
•
»Hvat sigur tú um slíka
framferð?«
•
»Eru teir (býráðslimir, mín
viðm.) ikki longu partur
av málinum í og við, at
teir sita í býráðnum?«
•
»Hvussu fáa vit valdar
politikarar at skilja, at
teir eru partur av sama
fólkaræði, sum fjølmiðl
arnir eru partur av?«
•
»Men tá ið tey (umsitingin,
mín viðm.) vita betur, og
ikki gera tað, so er tað væl
tí, at tey eru bangin fyri
politikarum, ella hvat?«
•
»Men er tað nóg mikið, at
fáa bilbukt við ta myrka
legging, sum maktin í Før
oyum trívist so væl inni
undir?«
Hetta eru alt ein røð av leið
andi spurningum, sum taka
støði í miðlaskapta veru-
leikanum hjá Sjónvarpinum,
ið Dimmalætting hevur valt
at eftirapa og gerast partur
av.
Tað síggja øll.
Endamálið er, at allir
hyggjarar skulu nikka játt
andi og saman við journalist
unum siga, at kommunan er
skurkurin.
Tórshavnar kommuna er
ikki skurkurin og viðvirkar
ikki í hesum manipulerandi
spælinum, har Sjónvarpið
setir allar fjølmiðlaetiskar
reglur til viks!!!
Miðlaskaptur veruleiki uttan
fjølmiðlaetisk mørk
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vil trýsta Tórshavnar kommunu inn í ein einoygdan
samanhang og eina órímiliga dagsskrá, ið kommunan sjálvandi ikki kann spæla við í