mikudagur 20. juni 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
euro 2012
Bólkur C
Dystirnir verða spældir: Gdans og Poznan, Pólland
Bólkur D
Dystirnir verða spældir: Donetsk og Kiev, Ukraina
Kroatia – Spania 0-1
Italia – Írland 2-0
Spania hevði Fernando Torres við frá
byrjan aftur, meðan Kroatia hevði valt
at byrja uttan Nikica Jelavic. Italia gjørdi
fýra broytingar. Millum annað byrjai
Mario Balotelli á bonkinum. Í hansara
stað kom Antonio Di Natale. Írland
hevði aftur Kevin Doyle við frá byrjan
fyri Simon Cox.
Fyrsta málið kom í dystinum millum
Italia og ìrland. Antonio Cassano var
hægstur eftir horna og stútaði móti
málinum. Shay Given fekk hondina á,
men bolturin sníkti seg yvir um mál
strikuna áðrenn Damien Duff megnaði
at sparka vekk.
Aftaná ein tíma var um reppið at
Kroatia kom á odda. Eftir skjótálop kom
bólturin innfyri til Ivan Rakitic, sum
púra leysur stútaði móti málinum, men
Iker Casillas stórbjargaði. Málið hevði
sent Spania úr EM endaspælinum.
Meðan Kroatia royndi at trýsta sein
astu løtuna gekk gali í hinum endanum.
Innskifti Cesc Fabregas lyfti bóltin inn
um verjuna til Andres Iniesta, sum
tamdi bóltin og legði hann fyri føturnar
á einum púra leysum Jesus Navas, ið
lættliga kundi skumpa bóltin tað sein
asta pettið um málstrikuna.
Um sama mundið økti Mario
Balotelli til 2-0 fyri Italia. Eftir horna
legði hann segði afturav og sparkaði
bóltin í kassan. Sostatt er Spania víðri
sum nummar eitt og Italia sum nummar
tvey í bólki C.
1 Spania
3 ( 6-1 )
7
2 Italia
3 ( 4-2 )
5
3 Kroatia
3 ( 4-3 )
4
4 Írland
3 ( 1-9 )
0
Støðan:
Ongland – Ukraina 1-0 (0-0)
Andriy Shevchenko gjørdist ikki klárur
fyri Ukraina, meðan Roy Hodgson hevði
valt Wayne Rooney og Danny Webeck
sum framherjar. James Milner byrjaði
inni aftur.
Í fyrra hálvleiki mundi Ukraina vera
omaná bæði hvat málmøguleikum og
spæli viðvíkur. Wayne Rooney tóktist
illa upplagdur. Hevði Andriy Shevchenko
verið klárur, so hevði heimaliðið helst
havt skorað.
Í seinna hálvleiki heldt gongdin fram,
men mitt í tí heila eydnaðist Ongland at
skora. Steven Gerrard legði lágt innfyri
úr høgru og við handari stong stóð
Wayne Rooney púra leysur og stútaði
bóltin í málið. Tveir verjuleikarar rørdu
við bóltin og tað snýtti málverjan, sum
annars hevði tikið innleggið.
Síðani kom mest umtalaða støð
an í dystinum, tá John Terry bjargaði á
málstrikuni eftir skjótálop. Spurningurin
er um bólturin var ikki. Fleiri ítróttar
skrivarar eru ikki í iva um at hann var
innanfyri, meðan sjónbandamyndirnar
ikki geva eitt heilt greitt svar – fyribils
hvørtfall.
Umframt tann møguleikan, so hevði
Ukraina tveir risa møguleikar at javna,
men fyrst stútaðu teir omanfyri og løtu
seinni stórbjargaði Joe Hart.
Svøríki – Frakland 2-0 (0-0)
Í dystinum millum Svøríki og Frakland
Svøríki eitt sindur óvæntað á Fraklandi.
Støðan gjørdist 2-0. Zlatan Ibrahimovic
skoraði eitt dreyma mál tíggju minuttir
inn í seinna hálvleik, tá hann flúktaði
bóltin í málið eftir innlegg úr høgru.
Eitt tað besta málið í endaspælinum
higartil.
Stutt fyri tíð økti Sebsatian Larsson,
tá hann fylgdi upp eftir at Samuel
Holmén hevði rakt tvørstongina.
1 Ongland
3 ( 5-3 )
7
2 Frakland
3 ( 3-3 )
4
3 Ukrania
3 ( 2-4 )
3
4 Svøríki
3 ( 5-5 )
3
Støðan:
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 43% - 57%
Skot á mál 7 - 10
Skot viðsíðuna av 5 - 14
Hornaspørk 2 - 8
Gjørd fríspørk 17 - 14
Gul kort 2 - 1
Reyðkort 0 - 0
Ongland: 4-4-2
Hart - Johnson, Terry, Lescott, Cole - Milner
(Walcott 70.min), Gerrard, Parker, Young - Rooney
(Oxlade-Chamberlain 87.min), Welbeck (Carroll
82.min).
Á bonkinum: Green, Kelly, Henderson, Baines,
Jones, Jagielka, Downing, Defoe, Butland.
Ukraina: 4-4-2
Pyatov - Gusev, Khacheridi, Selin, Rakitskiy -
Yarmolenko, Tymoschuk, Konoplianka, Garmash
(Nazarenko 78.min) - Devic (Shevchenko 70.min),
Milevskiy (Butko 77.min).
Á bonkinum: Koval, Kucher, Aliev, Voronin,
Shevchuk, Rotan, Seleznyov, Mykhalyk, Goryainov.
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 60% - 40%
Skot á mál 17 - 2
Skot viðsíðuna av 10 - 4
Hornaspørk 12 - 5
Gjørd fríspørk 15- 23
Gul kort 3 - 4
Reyðkort 0 - 1
Italia:
Gianluigi Buffon, Federico Balzaretti, Ignazio
Abate, Giorgio Chiellini (Leonardo Bonucci, 57),
Andrea Barzagli, Andrea Pirlo, Thiago Motta,
Daniele De Rossi, Claudio Marchisio, Antonio Di
Natale (Mario Balotelli, 75), Antonio Cassano
(Alessandro Diamanti, 63)
Írland:
Shay Given, Richard Dunne, Sean St Ledger,
Stephen Ward, John O'Shea, Keith Andrews,
Damien Duff, Aiden McGeady (Shane Long, 65),
Glenn Whelan, Kevin Doyle (Jonathan Walters, 76),
Robbie Keane (Simon Cox, 86)
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 42% - 58%
Skot á mál 5 - 5
Skot viðsíðuna av 4 - 11
Hornaspørk 6 - 10
Gjørd fríspørk 13 - 12
Gul kort 2 - 3
Reyðkort 0 - 0
Svøríki: 4-2-3-1
Isaksson - Granqvist, Mellberg, Jonas Olsson,
Martin Olsson - Svensson (Holmen 79.min),
Kallstrom - Larsson, Bajrami (Wilhelmsson
45.min), Toivonen (Wernbloom 78.min) -
Ibrahimovic
Á bonkinum: Wiland, Lustig, Elm, Elmander, Hysen,
Antonsson, Safari, Rosenberg, Hansson.
Frakland: 4-2-3-1
Lloris - Debuchy, Rami, Mexes, Clichy - Diarra,
M'Vila (Giroud 83.min), - Nasri (Menez 77.min),
Ben Arfa (Malouda 59.min), Ribery - Benzema.
Á bonkinum: Mandanda, Evra, Cabaye, Valbuena,
Matuidi, Reveillere, Martin, Koscielny, Carrasso.
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 36% - 64%
Skot á mál 3 - 9
Skot viðsíðuna av 2 - 5
Hornaspørk 4 - 11
Gjørd fríspørk 21 - 16
Gul kort 6 - 0
Reyðkort 0 - 0
Kroatia:
Stipe Pletikosa, Danijel Pranjic (Ivan Perisic,
65), Gordon Schildenfeld, Ivan Strinic, Vedran
Corluka, Domagoj Vida (Nikica Jelavic, 66), Ivan
Rakitic, Darijo Srna, Luka Modric, Ognjen Vukojevic
(Eduardo, 81), Mario Mandzukic
Spania:
Iker Casillas, Sergio Ramos, Álvaro Arbeloa, Gerard
Piqué, Jordi Alba, Xabi Alonso, Andrés Iniesta,
Sergio Busquets, David Silva (Francesc Fábregas,
73), Xavi (Álvaro Negredo, 89), Fernando Torres
(Jesús Navas, 61)
Ongland - Ukraina 1-0 (0-0)
1-0 Wayne Rooney, 48
Dómari: Viktor Kassai (Ungarn)
Italia - Írland 2-0 (1-0)
1-0 Antonio Cassano, 36.min
2-0 Mario Balotelli, 90.min
Svøríki - Frakland 2-0 (0-0)
1-0 Zlatan Ibrahimovic, 54
2-0 Sebastian Larsson, 90+1
Dómari: Pedro Proenca (Portugal)
Kroatia - Spania 0-1 (0-0)
0-1 Jesus Navas, 88.min