mikudagur 20. juni 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2012 - Nr. 70
>
MENTAMÁLARAÐIÐ
STARV SUM FYRSTILÆRARI Í
NORÐSKÁLA/OYRAR SKÚLA
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær
leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og
virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði,
so hevur tú møguleika at søkja starvið
sum skúlaleiðari í Norðskála/Oyrar Skúla. Í
Norðskála/Oyrar Skúla eru 84 næmingar í 7
árgangum, og 6 lærarar starvast í skúlanum.
Starvið verður sett frá 1. august 2012.
Um starvið
Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og
námsfreðiligu leiðsluna og ábyrgd av
virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar
arbeidsumstødur og gott samstarv millum
skúla og heim og í samstarvi við foreldrini
virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi
og fjølbroytta undirvising.
Harumframt skal fyrstilærarin vera førur fyri
at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu,
skapa umsteður hjá tí einstaka fyri
samábyrgd og ávirkan og tryggja, at
lærarar skúlans hava umstødur fyri fakligari
menning. Eisini skal fyrstilærarin skapa
virðing fyri skúlanum og leggja dent á at
menna skúlaskapin í kommununi
Forleikakrov
Umsekjarar skulu hava
fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir
í fólkaskúlanum. Harumframt er tað
ein fyrimunur, um umsøkjarar hava
leiðsluroyndir.
Setanarviðurskifti
Setanarøkid er undir Mentamálaráðnum
við fyribils tænastu í Norðskála/Oyrar
Skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola
broytingar í starvinum. Starvið er flokkað
flønarflokkunum 33.1 og 34.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi,
C.V. og møguligum viðmælum skal verða
Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
2. juli 2012.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmræmmr.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um
starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen,
undirvísingarleiðara, tlf. 555044.
Mentamálaráðið hevur sum høvudsuppgåvu at fyrisita undirvísingarmál, mentamål og
gransking. Harafturat eru uppgåvur viðvíkjandi kirkju, loftmidlum og ødrum frítíðarvirksemi.
Rigsombudsmanden på Færøerne
KONTORELEV TIL
RIGSOMBUDDET
Rigsombuddet søger en kontorelev indenfor området »Offentlig forvaltning — Stat«.
Stillingen ønskes besat 1. september 2012 eller efter nærmere aftale.
Vi forventer:
* —atdu har HH-eksamen, eller har studenter-
eksamen/HF-eksamen suppleret med
Handelsskolernes 18 ugers kursusforløb
at du er god til at formulere dig mundtligt
og skriftligt, på såvel færøsk som dansk
at du er selvstændig, initiativrig og har
gode samarbejdsevner
at du har godt kendskab til IT
Vi tilbyder:
* en 2-årig uddannelse inden for kontorfaget
* en god og kvalificeret elevplads med et
veltilrettelagt uddannelsesforløb, der
berører alle Rigsombuddets
kontorfunktioner
mulighed for deltagelse í den egentlige
sagsbehandling på det familieretlige
område
løn efter overenskomst mellem
Finansministeriet og HK-forbundet i
Danmark
Elevtiden omfatter í alt 15 ugers skoleophold í
Danmark. Rejse og ophold betales af
Rigsombuddet.
Du kan få yderligere oplysninger om stillingen
ved at henvende dig til specialkonsulent Lene
Moyell Johansen på telefon 35 12 00 mellem
kl. 10 og 14.
Skriftlig ansøgning med kopi af
eksamenspapirer m.v. sendes til Rigsombuddet.
Postboks 12, FO-110 Tórshavn.
Ansøgningsfristen er
mandag den 25. juni 2012.
Yderlige oplysninger om Rigsombuddet findes
på hjemmesiden www.rigsombudsmanden. fo
PosTBoxs 12 | FO-110 TórsHavn | TEL. 35 12 00
RIOMFR(ØFO.STM.DK | WWW.RIGSOMBUDSMANDEN.FO
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
Sosialurin | 25
NOTA
ØGGILT BAANNSKOÐANARVIRK
Kom og arbeið hjá NOTA
Okkum tørvar bæði lærlingar
og starvsfólk við royndum innan
grannskoðan og roknskap
Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar.
Men tað er fyrst og fremst gjøgnum
samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt
lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum
leikarum afturat, og vit sóknast tí
eftir evnaríkum persónum við áræði,
ambitiónum og hugi at vera við á
einum liði, har nógv er at gera, og har
arbeitt verður í einum góðum umhvørvi.
Sekt verður bæði eftir lærlingum og
eftir persónum, sum hava útbúgving
og ella royndir innan grannskoðan og
roknskap.
NOTA er eitt grannskoðara- og
ráðgevingarfelag, sum varð stovnað
í 1968. Umframt at gera lógarbunda
grannskoðan veita vit ráð á ymsum
økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi,
bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/
keyp/umskipan av virkjum, skattamålum
v.m.
Lóggávan setur stór krøv til fakliga
stødid hjá einum grannskoðara, men
innanhysis setur felag okkara enn størri
krøv til persónligu eginleikarnar hjá
einum grannskoðara. Hann skal m.a.
vera ábyrgdarfullur, álítandi, trúverdur
og skilja týdningin av tagnarskylduni.
Fakliga stødid verður uppbygt gjøgnum
teoretiska útbúgving og starvsvenjing —
sigast má tí beinanvegin, at neyðugt er,
at tú sjålv(ur) tekur eitt stórt tak.
Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði
at geva kundunum bestu tænastu. Tá
arbeiðið eisini skal gerast so skjótt og
effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin
ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð.
Hetta setur síni krøv til starvsfólkini, og
arbeiðið kann tí viðvart vera hart, men
eisini spennandi.
Lærlingur
Ert tú áhugað(ur) í samfelags-
viðurskiftum/búskapi, og kundi tú
hugsað tær at arbeitt í tí privata
vinnulívinum, kunnu vit bjóða tær eina
verkliga og åstødiliga útbúgving, sum
tú ikki fært betri á hesum eki.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella
tekur students-, HF ella HH prógv
í summar, og at tú ert áhugað(ur) í
eini búskaparligari útbúgving. Tú var/
er millum tey stinnastu í flokkinum
hjá tær og hevur hug at sameina
eina teoretiska útbúgving við eina
praktiska útbúgving. Eisini heldur tú
tað vera spennandi at sleppa at virka í
vinnulívinum.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í
fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis
sum tú vinnur pening. Vit geva tær
møguleika fyri eini búskaparligari
útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum,
og sum til fulnar er á sama stødi, sum
tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.
Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar.
Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella
líknandi sum fulltíðarlesandi í t.d.
Danmark, Noregi ella aðrastaðni,
kunnu vit kanska útvega tær arbeiði
í lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at
lesa cand. merc. aud. sum sjålvlesandi,
samstundis sum tú arbeiðir i Føroyum.
Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at
gerast statsautoriseradur og løggildur
grannskoðari. Hevur tú vilja, evni og
rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv
sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú
setur tær fyri.
Roynd starvsfólk
Vit vænta, at tú hevur eina hóskandi
útbúgving á økinum, t.d. HD i roknskapi
ella cand.merc.aud og/ella royndir
innan fyri roknskap og grannskoðan.
Um tú hevur eina av nevndu
útbúgvingunum og tú hevur vilja, evni
og rættan hugburð, stuðla vit tær so
nógv sum gjørligt í at fullfora tað, sum
tú setur tær fyri, herundir møguleikan
at gerast statsautoriseraður og/ella
løggildur grannskoðari.
Størvini skulu setast eftir
summarfritidina (umleið 1. september
2012), men longu í juli mánaði kunnu
vit gera eina setanaravtalu.
Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú
ringja til okkara og seta teg í samband
við Hans Laksá ella Jørmann Petersen.
Skrivlig umsókn við prógvum og
eðrum upplýsingum skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi 29. juni 2012.
NOTA
leggilt grannskoðanarvirki p/f
Hoyvíksvegur 5 - Postboks 30 - FO-110 Tórshavn - notadnota.fo