fríggjadagur 22. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað er ógvuliga umráðandi,
at vit fáa eina lønarhækking
hesuferð.
Tað
staðfestir
Selma
Ellingsgaard,
forkvinna
í
Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið øðru
megin og Fíggjarmálaráðið
og Kommunala Arbeiðsgev
arafelagið hinumegin, fara
nú enn einaferð at samráðast
um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin gongur út 1.
oktober og Selma Ellings
gaard sigur, at tann fyrsti
fundurin ímillum partarnar
verður nú fyri summarfrí
tíðina.
– Fyri okkum hevur tað
stóran týdning, at vit hava
fingið semju um ein nýggjan
sáttmála tann 1. oktober, tá
ið hesin sáttmálin gongur úr,
sigur hon.
Tí ætla tey, at samráð
ingarnar skulu byrja tíðliga.
Hon sigur, at ongin ivi er
um, at tey skulu hava eina l
ønarhækking hesuferð.
– Allir prísir eru hækkaðir,
so tað er eyðsæð, at vit skulu
hava
eina
lønarhækking
hesuferð, sigur hon.
Fingu ov lítið
Starvsmannafelagið er ann
ars í teirri støðu, at hvørki í
2010 ella í fjør fingu tey eina
lønarhækking, tey kundu
góðtaka og tískil bleiv báðu
ferðina bara talan um ein eitt
árssáttmála.
Í 2010 endaðu samráðing
arnar við einum eitt árs sátt
mála, sum gav teimum 1% í
lønarhækking.
Hinvegin endaðu sam
ráðingarnar í fjør við, at tey
fingu tey onga lønarhækking
yvirhøvur.
Tey høvdu annars lagt
upp til eina lønarhækking
ið munaði, sum forkvinnan í
Starvsmannafelagnum mál
bar seg síðsta summar.
Samráðingarnar í heyst
vóru rættiliga rokaligar, tí
Fíggjarmálaráðið vildi hava,
at ein lønarhækking skuldi
minka stigvíst, alt eftir,
hvussu góð lønin var og
skattalættin vaks sum úrslit
av flatskattinum.
Í hesum sambandi varð
lagt upp til, at limir í Starvs
mannafelagnum við teimum
lægru lønunum, skuldi fáa
eina lønarhækking upp á 220
krónur um mánaðin.
Men Starvsmannafelagið
vildi als ikki góðtaka, at
skattapolitikkur varð tvinn
aður saman við lønarhækk
ingum.
Tískil endaði tað við, at tey
bara longdu sáttmálan eitt
ár afturat til 1. oktober í ár,
uttan nakra lønarhækking.
Hinvegin vórðu ymsar til
lagingar gjørdar, sum felagið
eisini hevði lagt dent á í fleiri
ár.
– Vit vildu ikki selja okk
ara hugsjónir afturfyri at
fáa
eina
lønarhækking,
sum ikki kann kallast ann
að enn láturlig, segði Selma
Ellingsgaard eftir samráð
ingarnar í fjør.
Eina rímiliga hækking
Men tað merkir sostatt, at
longu nú skal Starvsmanna
felagið aftur í samráðingar
um nýggjan sáttmála, har
høvuðskravið verður ein løn
arhækking.
Men Selma Ellingsgaard
vil ikki siga nakað um,
hvussu stór hon skal vera.
Aðrir sáttmálar, Fíggjar
málaráðið hevur gjørt, hevur
talan verið um tvey ára
sáttmálar, har lønarhækk
ingin hevur verið 220 krónur
um mánaðin fyrra árið og
aftur tað sama seinna árið.
Men Selma Ellingsgaard
vil heldur ikki siga um hon
heldur, at hetta er ein lønar
hækking, sum kann góð
takast.
– Hvør samráðing er ser
støk og vit fara eftir teirri
lønarhækking, vit halda er
rímilig, sigur hon.
Men hon staðfestir, at í
samráðingunum
hesuferð,
fer Starvsmannafelagið at
hava somu støðu til flat
skattin, sum felagið hevði á
samráðingunum í heyst.
Og tann støðan er, at
skattapolitikkur skal ikki
undir nøkrum umstøðum
tvinnast upp í sáttmála
samráðingarnar, tí tað er ein
aðalregla, at sáttmálasam
ráðingrnar eru púra óheftar
av slíkum viðurskiftum.
aki@sosialurin.fo
Tað gongur strilti at fáa
sáttmála ímillum Skipara- og
Navigatørfelagið øðrumegin,
og
Fíggjarmálaráðnum
hinumegin
um
nýggjan
sáttmála fyri yvirmenninar
á Strandferðsluni og hinum
almennu skipunum.
Sáttmálin gekk út. 1.
oktober í fjør og síðani hava
tey samráðst.
Men serliga í fyrstuni var
langt ímillum samráðingar
fundirnar, tí partarnir vóru
samdir um at bíða til aðrar
samráðingar vóru lidnar.
Men síðani hava fundir
verið av og á og fundur verð
ur nú aftur fríggjadagin.
– Tað gongur strilti, men
tað gongur kortini spaku
liga fram á, sigur Eyðstein
Djurhuus, formaður í Skip
ara- og Navigatørfelagnum.
Hann staðfestir, at part
arnir flyta seg eitt sindur
ímóti hvørjum øðrum, men
enn er langt eftir á mál.
Og Eyðstein Djurhuus
ætlar, at geva tol og at lata
samráðingarnar skulu taka
tað tíð, tær taka.
– Tað kann vera skjótt at
semjast um ein vánaligan
sáttmála og tí ætla vit at
taka okkum neyðugu stund
irnar at fáa ein góðan sátt
mála, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvur
lønarspurningurin
lønar
hækkingin verður tann stóri
snávingarsteinurin, tí hann
er lagdur í fastar karmar
í teimum sáttmálum, sum
eru gjørdir.
– Tað mest avgerandi
í hesum samráðingunum
verður at finna semju um
at laga arbeiðstíð og hvílitíð
til teir nýggju altjóða sátt
málarnar, sum eru settir í
gildi.
Í høvuðsheitum snýr tað
seg um, at yvirmenninir
skulu hava styttri arbeiðstíð
og longri hvílitíð.
Í løtuni er arbeiðstíðin
2.548 tímar um árið, men
hon má lækkast niður í 2400
tímar fyri at halda altjóða
sáttmálarnar.
Somueleiðis koma nýggj
ar reglur um hvílitíð í gildið,
so at hereftir skulu yvir
menn hava hvíld minst 10
tímar um samdøgurið og
minst 77 tímar um vikuna.
Tað ber tó til at gera frá
vik frá reglunum um hvíli
tíð, men so skal semja fáast
um tað.
Í ringasta føri merkja
nýggju hvílireglarnar, at
túratalið hjá Strandferðsluni
má skerjast.
aki@sosialurin.fo
Allir prísir eru
hækkaðir, so tað er
eyðsæð, at vit skulu
hava eina lønarhækking
Gongur striltið
Umráðandi at vit
fáa lønarhækking
SAMRÁÐINGAR Hesi seinastu árini eru prísirnir nógv hækkaðir, so nú skulu skulu limirnir í Starvs
mannafelagnum sjálvandi hava lønarhækking, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í felagnum
Leggja til brots
Aftur í heyst skulu samráðingar verða um lønina
hjá limunum í Starvsmannafelagnum og aftur í
ár fara tey at krevja lønarhækking, sigur Selma
Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum