Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tjóðveldi fer seinni í summar at taka støðu til, um flokkurin skal gera meiri við kanningina, sum kom nú um dagarnar um Skúla­depilin í Suðuroy. Flokkurin hevur umrøtt kanningina, men fer at brúka summarið til at trá­lesa hana, sigur Sirið Sten­berg, næstforkvinna í flokk­inum. Hon sigur, at tá ið Løg­ tingið so kemur saman aft­ur, fer flokkurin at taka støðu til um málið skal reis­ ast í Løgtinginum ella ikki. Sirið Stenberg dugir ikki at siga um nakað hendir, tí tað er ivingarsamt, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa. – Nógv av teimum, sum sótu við ábyrgdini tá, sita ikki við ábyrgdini long­ ur, sita ikki við ábyrgd­ini longur, so tað er ivingar­ samt, hvørjar avleiðingar, tal­an kann verða um – Men helst skuldu vit lært av hesum málinum, so at vit ikki enda í somu støðu einaferð afturat. – Seinastu árini hava vit dømi um almenn byggi­ mál, sum hava ging­ið illa og nú standa vit fyri Skúla­ deplinum í Markna­gili, sum verður størsta byggimál í Føroya søgu. – Vónandi kunnu vit brúka hesa kanningina til at fyribyrgja, at vit koma í hesa støðuba eina­ ferð afturat, sigur Sirið Stenberg. Ger onki Sirið Stenberg er eis­ini for­ kvinna í lands­stýris­mála­ nevndini og nevndin hevur eis­ini umrøtt kanningina. Men tað er greitt, at hetta er ikki eitt mál fyri lands­stýrismálanevndina. – Tá ið ein kanningar­ stjóri hevur kannað eitt mál, er tað kannað betri enn lands­stýrismálanevnd­ in hev­ur kannað tað, tí ein kann­ingar­stjóri hevur víð­ ari heimildir. – Alt málið er lýst og tískil er tað ikki eitt mál fyri landsstýrismálanevndina. Einasti spurningur er, um hetta fær eitt politiskt eftir­spæl. Men skal tað vera, má tað verða ein ella fleiri tinglimir ella onkur polit­iskur flokkur, sum reis­ur málið, sigur Sirið Stenberg. Áki Bertholdsen Ætlanin at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni sleppa at sigla, hóast ósemja er á ar­ beiðs­marknaðinum, verður ikki sett í verk enn á sinni. Tað staðfestir Selma Ellings­gaard, forkvinna í Starvs­mannafelagnum Og aftur nú í summar og í heyst er vandi fyri, at skipini hjá Strandferðsluni fara at verða løgd í verkfalli – ikki bara eina ferð, men tvær ferðir. Í eini 20 ár hava politik­ arar annars tosað um, at bera so í bandi, at trygt fæst fyri, at ferða­sambandið til út­jað­aran ikki javnan og savnan verður lagt lamið, tá ið ósemja stingur seg upp á ar­beiðs­marknaðinum. Tosað hevur verið um fleiri ymsar loysnir. Ein loysn, sum hevur nevnt, er, at gera mann­ingiarnar á Strand­fara­ skipunum til tænastu­fólk, tí tey kunnu ikki fara í verk­ fall. Ein onnur loysn er at gera sáttmálar við fakfeløgini, sum eru nógv longri enn van­ ligir sáttmálar, so at ferða­ sam­band verður tryggjað eini fimm ár í senn. Fakfeløgini vilja hava endur­gjald fyri at frásiga sær verk­falsrættin, men partarnir eru ikki komnir hartil, at nevni­verdar samráðingar hava verið um tað. Í fríðartíð Ein onnur treyt, sum Starvs­ mannafelagið setir, er, at sam­ ráðingar um Strand­ferðsl­una skulu ikki vera ímeðan sátt­ málasamráðingar eru. – Samráðingar um Strand­ ferðsluna skulu vera í frið­ar­ tíð fyri ikki at órógva. sam­ ráð­ing­arnar, sigur Selma Ellings­gaard. Og sum støðan er nú, vil Starvsmannafelagið ikki tryggja, at skipini hjá Strand­ ferðsl­uni verða friðað fyri verk­fall. Síðani í oktober í fjør hava nevniliga sam­ráð­ingar ver­ið ímillum Skipara- og Navigatør­felagið og Fíggar­ mála­ráðið um yvirmenningar á Strandferðsluni og nú fer Starvsmannafelagið eisini at samráðast fyrri teirra limir á Strandferðslunii sambandi við, at sáttmálin gongur út 1. oktober. Tað merkir, at tað verður í fyrsta lagi eftir 1. oktober, at samráðingar kunnu vera um at friða Strandferðsluna. Men tað merkir so eisini, at enda báðar samráðingarnar við sliti, kann strandferðslan verða løgd tvær ferðir í summ­ar ella í heyst. Siga einki Og Selma Ellingsgaard vil onki siga um, hvørja støðu Starvs­mannafelagið fer at hava til siglingina hjá Strand­ ferðsl­una, skuldi samráð­ ing­ar­nar í heyst endað við slitið. – Tað siga vit onki um al­ment enn. Tað verð­ur um­røtt ímillum samráð­ ingar­partarnar og støða verð­ur tikin til tað, alt eftir hvussu Starvs­mannafelagið metir støð­una, skuldi hon upp­staðið, sigur Selma Ellingsgaard. Skipara- og Navigatør­ felagið hevur gjørt greitt, at tað er ikki sinnað at frásiga sær verkfalsrættin heilt. Ístaðin er felagið sinnað at gera fimm ára sáttmálar. Men tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, víst frá sær í Sosialinum, tí hann sigur, at endurgjaldið, sum fakfeløgini hava kravt, hevur verið ov stórt. Men hann vildi ikki siga, hvussu stórt tað var. – Og tað tryggjar ikki Strand­ferðsluna fyri verkfall, tí hon kann kortini leggjast fimta hvørt ár, hevur hann sagt við Sosialin. Hann tekur heldur ikki undir við at gera manningina til tænastufólk. Hinvegin vil hann hava eina tænastumannalíknandi skipan, har manningin bind­ ur seg til ikki at fara í verkfall, hóast tey ikki eru tænastu­ fólk og so fáa tey eina ávísa samsýning fyri tað. Men líkt er til, at Løgtingið sleppur at viðgera spurningin í heyst, tí Gerhard Lognberg, tingmaður, hevur sagt fyri Sosialinum, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at friða Strandferðsluna fyri verkfall. BYGGIGØLA Tjóðveldi fer at brúka summarið at seta seg inn í kanningina um Skúladepilin í Suðuroy Tjóðveldi brúkar summarið at seta seg inn í kanningina Mugu læra – Vónandi læra vit av hesi gøluni nú størsta byggiætlan í Føroya søgu stendur fyri framman, sigur Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi Strandferðslan aftur í vanda fyri at verða løgd av verkfalli FERÐASAMBAND Politikarar hava tosað um tað í eini 20 ár, men enn eru teir ikki komnir úr stað Ongin friður Gongst heilt illa, verða bæði Smyril, og hini strandferðsluskipini løgd tvær verður í summar og í heyst av verkfalli Samráðingar um Strandferðsluna skulu vera í friðartíð