Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com Fiskaheilsa, fiskavælferð og sjúkufyribyrging eru øki av serliga stór um týdningi hjá Bakkafrost. Djóralæknin arbeiðir í tøttum sam- starvi við deildarleiðarar í Ali- og Smoltdeildini og hevur ábyrgdina av veterineru viðurskiftunum í mun til øll lið í virðisketuni hjá felag num við serligum atliti til land- og sjógvaling. Arbeiðsøki Djóralæknin hevur tilvísing til deildarleiðaran á Góðskudeildini og verð ur partur av Góðskudeildini, har 1 lívfrøðingur, 1 fiska heilsu bio- log ur, 1 framleiðsluverkfrøðingur, 2 góðskuleiðarar og 6 eftirlitsfólk starvast. Sum djóralækni skalt tú tryggja, at felagið er á odda, tá ið tað snýr seg um at byrgja fyri sjúkum, og miðvíst arbeiðir við at bøta um fiska heils una. Tú skalt eisini tryggja, at verandi mannagongdir á veterinera økinum verða optimeraðar og mentar, umframt at fremja eftirlit og eftirmetingar. Tú skalt sum djóralækni hava eftirlit við viðgerðum og hava ábyrgd av veterineru viðurskiftunum mót- veg is myndugleikum o.ø. í hesum sambandi. Ein umráðandi partur av starvinum er ráðgeving í mun til alt felagið, har tú sum djóralækni ert við til at tryggja, at Bakkafrost lýk ur øll sett krøv, bæði í mun til lóggávu-, kunda- og standardkrøv. Tín vangamynd Tú ert útbúgvin djóralækni, og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan alivinnu. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni og megnar bæði at arb eiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur positivan hugburð til uppgávurnar og leggur stóran dent á at samantvinna ástøði og praktiska veruleikan. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Talan er um full tíð ar starv, men møguleiki er eisini at finna aðrar loysnir, um tørvur er á hesum. Meira at vita Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara á Góðsku deildini, á tel. 23 50 20 ella við t-brævi til anjo@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verð ur send til Bakkafrost, Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, Att.: Starvsfólkadeildin ella við t-brævi til hrm@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 25. juni 2012. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. djórALækni TIL BAKKAFROST STARVSFóLK Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Bakkafrost framleiðir mjøl, lýsi og alifóður í Fuglafirði. Felagið rekur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 16 aliøkjum á 15 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 550 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. sansir.fo Vilmund Jacobsen Eftir lýstu makrel­kunn-gerð­ ini kundu øll fiskifør undir før­oyskum flaggi søkja um og fáa loyvi at fiska makrel í 2012. Henda møguleika hava skipa-og bátaeigarar so sanni­liga eisini brúkt. Tá freistin at søkja var úti á middegi mánadagin, hevði Fiskimálaráðið fing­ið ikki færri enn 224 um­sókn­ir. Haraftrat høvdu 11 mót­tøku­ skip søkt um loyvi at sleppa at taka ímóti makreli. Longu seinnapartin týs­ dag­in byrjaðu tey í Fiski­ mála­ráð­num at skriva út makrel­lovi til skipa-og báta­ eigar­ar fyri 2012. Hinvegin hevur verið bíð­ að eitt sindur við at við­gera umsóknirnar hjá mót­tøku­ skip­unum. Eingin olympiada Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í fiski­vinnu­ málum, vísir á, at sa­m­bært kunngerðini um makrel­fiski­ skap er fiski­flotin býttur upp í bólkar, har fiskiskapurin í flestu bólkum er skipaður við felagskvotu við hámarki fyri hvørt skipið. Nótaflotin fisk­ ar tó sum áður av eginkvotu. - Við tað, at hámark er sett fyri hvørt skipið í bólkunum, verð­ur talan ikki um olymp­ isk­an fiskiskap, sum nógv varð gjørt burtur úr í miðlu­ num í fjør, sigur hann. 850 tons í part Landsstýrismaðurin vísir á, at teir 39 ísfiskatrolararnir, sum sleppa at fiska makrel í ár, kunnu fiska í mesta lagi 850 tons í part. - Samlaða kvotan hjá hes­ um skipum er 30.000 tons, men hvørt skipið hevur fing­ ið sítt egna hámark, og tá felagskvotan er uppi, steðg­ ar fiskiskapurin. Tá kann onkur hava fiskað 850 tons, samstundis sum aðrir ikki hava fiskað sína kvotu, legg­ ur Jacob Vestergaard aftrat. Eingin olympiskur makrelfiskiskapur - Í makrelfiskiskapinum í ár er fiskiflotin býttur upp í bólkar – við felagskvotu og hámarki fyri hvørt skipið. Nótaflotin fiskar tó sum áður av eginkvotu. Við hámarkskvotu slepst undan, at talan verður um olympiskan fiskiskap eftir makreli, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Eingin ísfiskatrolari sleppur at fiska meiri enn 850 tons av makreli í ár – av eini felagskvotu á 30.000 tons. Myndin er tilvildarliga vald Mynd: Vilmund Jacobsen