fríggjadagur 22. juni 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar
- Um vit vilja hava nakrar
vónir um at fáa útisetar aftur
til Føroyar, so mugu vit gera
Havnina til eitt alternativ til
London og Keypmannahavn,
heldur Marjun Lindarstein,
sum lesur búskaparfrøði.
Kjakið í seinastu Ghetto
Føroyar sendingin snúði seg
um Havnina kontra útjaðar
an. Skulu vit leggja okkum
eftir at stimbra og økja um
møguleikarnir í Havnini, ella
skulu vit leggja alla orku í
at menna útjaðaran. Sóley
Thomsen, sum lesur lingvi
stikk og Marjun Lindarstein,
sum lesur búskaparfrøði,
kjakaðust um hetta evni.
- Um vit ætla at gera Før
oyar til eitt spennandi stað,
so mugu vit stimbra alt
Føroya land, og ikki einans
Havnina. Vit kunnu ongantíð
kappast við London og Keyp
mannahavn, og tí mugu vit
heldur leggja okkara orku
í tað, sum er sermerkt við
okkum, nevniliga útjaðaran,
sigur Sóley Thomsen, sum
tó heldur tað vera týdning
armikið at hava ein sterkan
høvuðsstað.
Marjun Lindarstein held
ur, at tað er eingin møguleiki
at fáa útisetar aftur til Før
oya, um vit ikki hava ein
høvuðsstað, sum kann bjóða
okkum øll tey umráðandi til
boðini, sum tað modernaða
menniskja krevur.
- Fólk krevja meira í dag.
Vit krevja eitt býarlív, ein
góðan bústað, gott sjúkrahús
og góðan ansingarstovn til
børnini, og tey tilboðini fær
man í einum høvuðsstaði,
heldur Marjun Lindarstein.
Marjun heldur, at kjakið
um
høvuðsstaðin
kontra
útjaðaran ongantíð hevur
snúði seg um hvat borgarin
fær mest burturúr.
- Eg haldi vit hava forsømt
høvuðsstaðin. Vit hoyra altíð
politikarar tosa um hvar teir
skulu leggja tann næsta skúl
an ella stovnin fyri at fáa
mest møguligar atkvøður.
Vit hoyra ongantíð nakra
grundgeving fyri hvat hevði
gagnað fólkinum best, sigur
Marjun Lindartein.
Sóley Thomsen vísir á, at
Oyggjafelagið hevur fleiri
verkætlanir í gongd, sum
kunnu stimbra útjaðaran.
Eitt nú vísir hon á, at virkir
kring oyggjarnar kunnu vera
við til at lokka ferðafólk til
Føroya.
-
Aðrastaðni
stimbrar
man lokalvirksemi við at
gera túrar út til virkir av
ymsum slag, og lata ferðafólk
uppliva tann partin av landi
num. Millum annað hesum
arbeiðir Útoyggjafelagið við,
og fleiri aðrar verkætlanir
kunnu vera við til at stimbra
útjaðaran, sigur Sóley Thom
sen.
Meðan Marjun heldur, at
útjaðaran doyr út óansæð
hvat vit gera, so heldur Sól
ey, at Havnini eisini doyr út,
um útjaðarin ferð, og tí er
umráðandi at hugsa um alt
landið.
Vit mugu skapa eitt
alternativ til London
og Keypmannahavn
WC-BLUES
Uni Debess framførdi tvey løg á WC’inum, ikki vegna plásstrot, men tí tað gav eitt heilt serligt ljóð
Sóley Thomsen og Barbara Holm skifta orð
um útjaðara kontra høvuðsstaðin
Marjun Lindarstein luttók í kjakinum í seinna tímanum