fríggjadagur 22. juni 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar
BankNordik stuðlar sendingini
Tað var uttan iva ein
stuttlig sjón, tá ein TV2
journalistur fyri tíð síðan
kom rennandi spillnakin
út av Christiania.
Tey fólkavaldu í granna
húsunum, sum eitur næst
an tað sama og hevur
næstan líka nógv at siga
fyri danir sum heild, høvdu
verið og vitja frístaðin. Alt
var ruddað til vitjanina og
hassjsølan á gøtununum
var fyribils steðgað.
Men so skjótt tey fólka
valdu vóru burtur, so florer
aði hassjið aftur.
Tað var hetta stakkals
TV2 journalisturin – sum tá
enn var í klæðum – við ein
um duldi myndatóli vildi
dokumentera.
Tíverri fyri hann legði
onkur merki til myndatól
ið, og rokkararnir á Chris
tiania gjørdu ikki mætari
enn at lata hann úr øllum
klæðunum fyri síðan lata
hann fara.
Og hóast ein rúgva
av fólki vóru til staðar í
frístaðnum – eisini journ
alistar, so hjálpti ongin
manninum fyrr enn hann
var komin út á høvuðs
vegin.
Tá tað kom til stykkis
var tað ongin annar enn
ein
miskunsamur
taxa
førari, sum steðgaði at hjál
pa neyðars nakna journal
istinum.
Um tað er ein góð tíð
indasøga, at hassj verð
ur
selt
á
Christiania,
skal ikki dømast um her,
men tað undrunarverda
hendi
aftaná,
tá
aðrir
journalistar
kropp
á
kroppi høvdu at neyðars
TV2 journalistinum fyri
at stinga nøsina for langt
fram og løgdu hann undir
sjálvan at hava biðið um at
enda í keðiligu støðuni.
Hetta vísir onkursvegna
greitt muruna í journalist
um.
Hví tað er, at journal
istar bara grína, tá starvs
felagar koma í neyð – í
staðin fyri at sleppa øllum,
steðga bilinum og finna
dekkjarnið fram sum taxa
førarar jú gera – veit eg
ikki, men tað er púra greitt,
at journalistamuran ikki er
petti øðrvísi í Føroyum.
Fyri
viku
síðan
var
søga í Dimmalætting um,
hvussu ein reiðari í Føroy
um hevði roynt at kroysta
Dimmalætting at prenta
eina umbering fyri eina
krittiska søgu hjá Dimma
lætting.
Hetta kemur onkuntíð
fyri, men tað óvanliga var
hesaferð, at umberingina
hevði reiðarin sjálvur skriv
að fyri Dimmalætting. Tað
einasta Dimma skuldi gera
var at prenta hana.
Journalistar
fáa
løn
fyri at fortelja søgur, og tí
er ongin ivi um, at slatur
gongur skjótt í journalista
heiminum.
Júst tí er púra vist, at
aðrar redaktiónir í landi
num eisini hava kent til
hesa sera óvanligu støðu,
sum
Dimmalætting
var
komin í. Men ongin rørdi
tað við einari eldtong, og
tí noyddist Dimma sjálv at
skriva eina grein um seg
sjálva, og tað hevur sjálv
andi við sær, at trúvirði á
søguni minkaði.
Aftaná hava vit nærum
ikki hoyrt eitt orð um hesa
søguna - miðlarnir hava
tagt hana í hel.
Høvdu tað hinvegin ver
ið taxaførarar, sum nærum
vóru hóttir fyri at hava
útynt sítt starv, so skuldu
vit nokk sæð teir staðið
øksl ímóti øksl og harðliga
fordømt viðferðini.
Og tá miðlarnir sjálvir
ikki taka tað upp, at starvs
felagar enda í einari so
ófantaligari støðu, so átti
fakfelagið
hjá
teimum
um ikki annað fordømt
framferðina hjá reiðara
num, men haðani hoyra vit
ikki eitt orð. Tað seinasta
vit hava hoyrt frá journ
alistafelagnum er satt at
siga, at tey ætlaðu at hava
eitt tiltak, har tey skuldu
diskutera, hvat journalistar
kunnu siga nakað um.
Hesin fundurin endaði
tó sum ein stór larmandi
tøgn, tí vegna vantandi
uppmøting – og harvið
vantandi áhuga fyri sínum
egna faki – varð fundurin
avlýstur.
Søga
ella ei
Ghetto klumman
Mikudagin var Ghetto Føroyar aftur á skránni, og hesaferð
kjakaðust útisetarnir um hvørt samkynd skulu sleppa inn í
kirkjurnar at vígast. Fríska, festliga og freka sendingin frá
útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn verður send einaferð
aftrat - komandi mikudag klokkan 13.00 - og síðani fer sendingin
í summarfrí fram til september. Tú kanst síggja myndir, hoyra
samrøður og kjakast inni á Facebook síðuni hjá Ghetto Føroyar"
Alt er komið upp á pláss, øll
hava goldið og alt er sum
tað skal vera. Soleiðis segði
Andras K. Thomassen, sum
saman við Símun Waag,
hevur skipað fyri bussferð
til Týsklands í heyst. Flestum
kunnugt
spælir
føroyska
fótbóltslandsliðið á útivølli
í Hannover tá – og í tí
sambandinum er tað, at teir
hava tikið stig til ferðina.
– Her er veru talan um
føroyska ghettosering av
bestu skuffu, haldi eg vit
kunnu siga, segði annar av
vertunum í Ghetto Føroyar,
tá Andras K. Thomassen kom
inn at greiða frá túrinum.
Tilsamans 120 fólk hava
teknað seg, og áhugin er so
mikið stórur, at fólk standa
á bíðilista, fyri at sleppa við.
– Vit hava fylt tveir
bussar, so hesi fólkini mugu
vóna, at tað eru nøkur, sum
melda frá, ella at uppaftur
fleiri melda til, so at vit
kanska leiga ein triðja buss,
sigur Andras. Hann hevur
áður arbeitt fyri Greengate
Incoming í Føroyum og er
tískil vanur at skipa fyri
ferðum.
Á skránni er ikki annað
er hugni og fótbóltur. Farið
verður tíðliga á morgni við
bussi og so stendur ein seks
tímar langur busstúrur fyri
framman, umframt onkran
steðg á vegnum.
Danskir føroyingar
til Týsklands
GHETTO FØROYAR Væl omanfyri 100 føroyingar í Danmark fara til
Týsklands tá føroyska fótbóltslandsliðið fer at spæla har í september, og
fleiri standa á bíðilista, fortaldi fyriskiparin, í Ghetto Føroyar mikudagin
Rógvi Nybo, vertur, og Búgvi Øster, teknikkarin, tosa saman undan sendingini
Andras K. Thomassen greiðir frá um túrin til Týsklands, har 120 fólk koma við