fríggjadagur 22. juni 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tá ið Hanus Kamban í 1978
gav út fyrsta stuttsøgusavn
sítt “Dóttir av Proteus” var
hann longu langt síðani
roknaður millum fremstu
mentafólk
okkara
sum
týðari, ummælari og við
merkjari í bløðum og tíðar
ritum. Hesi seinastu rúm
liga tretivu árini eru fleiri
stuttsøgusøvn komin frá
hansara hond, umframt
greinar, ritroyndir og týð
ingar og ikki at gloyma ævi-
søguna um J.H.O. Djurhuus.
Hann hevur eisini gjørt vart
við seg í loftmiðlunum. Fyri
sjónvarpið gjørdi hann tær
minniligu heimildarsend
ingarnar um Áarstovu
brøðurnar
báðar,
Janus
og Hans Andrias. Fyri út
varpið gjørdi hann m.a. ta
vælumtóktu
sendirøðina
um javnaldran vestanhavs
Bob Dylan.
Í flestu stuttsøgum sín
um fæst Hanus Kamban við
samtíðarveruleikan, sosial
sálarfrøðisligar
trupul
leikar. Viðhvørt hevur frá
søgnin, eitt nú í seinasta
savninum, “Gullgentuni” eitt
furðukent lag við myrkum
littónum, men yvirhøvur er
stílurin royndskygdur, real-
istiskur, og Hanus dugir væl
at lýsa vanlig fólk og gera
lív teirra í gerandisdegnum
viðkomandi fyri lesaran.
Hanus Kamban fekk
virðisløn M. A. Jacobsens
fyri yrkisbókmentir í 1980
og fyri fagrar bókmentir
í 1986. Í 2004 fekk hann
Mentanarvirðisløn Land
sins. Tvær ferðir hevur
hann verið tilnevndur til
bókmentavirðisløn Norður
landaráðsins. Fyrru ferð
í 2004 við søgusavninum
“Pílagrímar” og seinnu ferð í
2012 við stuttsugusavninum
“Gullgentan” Harumframt
fær hann veiting fyri lívið
frá Statens Kunstfond.
Umframt at skrivingina
Millum annað var hann rit
stjóri á tíðarritinum Fjølnir
1967-1969. Í árini 1992-94 var
hann formaður í Rithøv
undafelag Føroya.
Rithøvundafelag Føroya
skipar komandi sunnudag
fyri einum hátíðarhaldi í
sambandi við føðingardagin.
Tiltakið verður í hølunum
hjá Steinprenti á Skálatrøð
(Öströms fabrikk) og byrj
ar klokkan 16 og í hesum
sambandi leggur føðingar
dagsbarnið fram eitt nýtt
savn av týðingum.
Rithøvundafelag
Føroya
Hanus Kamban
sjeyti
Mánadagin 25. juni 2012
verður rithøvundurin
og samfelagsrevsarin,
Hanus Kamban sjeyti
Í tí mentanarliga og politiska
yrkinum hjá Hanusi Kamban
er ein fruktbarur dupultleiki
millum hvassleika og eym
leika, sum kann lýsast við
nøkrum fáum orðum úr
eini yrking hansara, ið stóð
í Sosialinum í 2006. Undir
heitinum ”Sum títt svørð er
hvast” finna vit hesi vøkru
orð:
Set so um tú orkar
nýggj fræ í mold;
kanska hoyrist ein sangur
kanska grønkar ein fold.
Kanska leikar har spølið
hitt eyma kind;
kanska stinnari bak
ber mín harða vind.
Vit ynskja Hanusi hjartaliga
tillukku við føðingardegnum.
Vit eru nógv, ið eru honum
takksom fyri alt tað, hann
hevur orkað. Eisini millum
teirra á tí borði, sum fyri
árum síðani søktu at honum
í ótespiligum ágangi, mugu
tey í dag boyggja seg fyri hes
um fína listarmanni og vísa
debattøri.
Alt sítt vaksna lív hevur
Hanus verið ein íðin skrivandi
maður, har tvinnanda tættir
hava verið spunnir saman í
alt tað lívsverk, hann higar
til hevur ríkað okkum við:
øðrumegin
hansara
stór
fingnu
bókmentaligu
og
mentanarpolitisku avrik, og
so hansara óteljandi nógvu
politisku og samfelagskrit
isku viðmerkingar og tíðar
greiningar.
Hanus hevur ongantíð
dult, at hann í politiska lívi
num stendur fyri tí demo
kratisku javnaðarhugsanini.
Hann skrivaði í eini grein
fyri trimum árum síðani:
”Frá mínum ungdómi minn
ist eg, at frá januar 1959 sást
eitt nýtt andlit í Havnar gøt
um, ein maður í svørtum
klædningi og við stavi, kvik
gongdur, málamikil, heils
andi til allar síður, glógvandi,
sprækin av áræði, orku og
hugflogi. Maðurin, sum eg
seinni fekk høvi til at hitta,
æt Petur Mohr Dam, og tað
var hann, sum var høvuðs
kraftin, tá ið okkara føroyska
vælferðarsamfelag bleiv út
bygt og nútíðargjørt. Hann
andaðist, virkin og arbeiðs
fúsur til tað síðsta, tann 8.
november 1968, og hevði tá
aftan fyri seg tað mætasta
politiska lívsverkið í okkara
landi í 20. øld.” Í lestrarárum
í trýssunum í Keypmanna
havn vórðu Hanus og Atli,
sonur P.M. Dams, vinmenn.
Seinni tá Atli varð løgmaður
í nógv ár, var júst Hanus ein
av teimum sum Atli lurtaði
eftir – og lurtaði væl eftir.
Í hesi traditiónini hevur
Hanus verið ein av kyndla
berarunum fyri demokrat
isku sosialismuni, og bein
harður kritikari av politiskari
einoygd og fundamentalismu
frá politisku útjaðarunum
bæði í vinstru og høgru síðu.
Ofta sakna vit tey lærdu og
sokallaðu intellektuellu í al
menna tjakinum. Her hev
ur Hanus aldrin svikið. Við
djarvari og beinraknari rødd
hevur hann avdúkað og úr
latið fávitskut trongskygni
og duldu skránna hjá sam
felagsins
politisku
og
fíggjarligu
makthavarum.
Mangan hevur hann givið
blóðfátæka og andleysa al
menna tjakinum í Føroyum
ta intellektuellu innspræn
ingina, ið hevur hvokkið
okkum upp úr heimføðis
ligum svøvni. Hann kann
harta okkum, men hevur
altíð hjartað á røttum stað,
sum boðberi við tí rámandi
og semjusøkjandi orðinum,
men eisini við tí rúmsátta og
kvika heilanum, sum oftani,
tá onnur tiga, setir tingini í
rættan samanhang og á eina
klóka, humanistiska kós.
Sum eygleiðari av altjóða
viðurskiftum lýsa Hanusar
greinar av stórari vitan og
gløggum metingum. Uttan
mun til, um hann skrivar um
niðurtraðkað mannarættindi
í
einaræðisslondum,
ella
hann viðgerð ráðandi stór
veldi ella risafyritøkur og
teirra karráu framferð móti
verjuleysum fólkum, um
hvørvi og náttúru. Á heima
vølli er Hanus gitin – og
fryktaður - sum høvundurin
við tí hvassa penninum, sum
tyktar flokkar, ið ikki virða
demokratiskar
siðvenjur,
ella sum einvíst røkja egin
og áhugamál teirra væl.bjarg
aðu.
Hanus
hevur
soleiðis
mangan víst á vandan við
einum samfelagi, har stórir
partar av fólkinum ikki fáa
lut í samfelagsins ágóðum, og
har egoisma og grammleiki
valda yvir samhaldsfesti og
fólkaræði.
Vit eru mong, ið vóna og
vænta, at tann greiða tala, ið
nú í so nógv ár er komin frá
Hanusi, verður at ljóða enn í
mong ár frameftir. Føroyar
hava brúk fyri tí.
Vinir úr Javnaðar
flokkinum
Tað hoyrist ein sangur,
tað grønkar ein fold
– til Hanus Kamban
á sjeyti ára degnum