Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Jóannes Hansen Tað er sonn fragd at síggja myndirnar av nýggju peda- gogunum og lærar­unum, sum eg havi skilt fingu handað prógv á Læraraskúlanum síðsta fríggjadag. Myndirnar eru søguligar á tann hátt, at hetta eru fyrstu liðini av pedagogum og lærarum, ið hava lokið prógv sambært kunngerðini um læraraútbúgving frá 13. november 2009, sum er grund­að á lóg fyri Fróð-skap­ arsetur Føroya. Ofta hevur tað verið kopi past úr donskum, tá ið form­ligir karmar á undir­vís­ ingarøkinum eru smíðaðir ella dag­førdir. Soleiðis var ikki í hesum førinum. Nýggju útbúgvingarnar eru føroyskar skilt á tann hátt, at tað er við støði í før­oyska samfelagnum og í tørvinum, sum vísti seg at vera í føroyskum skúlum og stovnum, at støði varð tikið í arbeiðnum. Og samstundis lúka útbúgvingarnar krøvini, sum altjóða samfelagið set­ur um gjøgnumskygni, doku­ mentatión, eftirmeting og so víðari. Myndirnar av nýggju peda­gogunum og lærarunum drógu hugan seks ár aft­ur í tíðina, og tað er við takk­ semi til myndugleikar, peda­ gog­felagið, lærarafelagið, sam­starvsfelagar á Lærara­ skúl­anum og ikki minst tey lesandi, sum nú eru á veg á arbeiðsmarknaðin, at eg minnist aftur á tíð-ina, tá hugsanir vórðu kveiktar, ætlanir lagdar, form­ligar avgerðir tiknar, og kunn­ gerðin lýst, sum er grundar­ lagið undir útbúgvingunum hjá teimum, sum fríggja­dag­ in fingu prógv, og ikki minst aftur á stóra ar­beiðið hjá starvsliðnum á Lærara­skúl­ anum í fak- og skeiðs­lýsing­ um vigaðar í ECTS, frymlum viðvíkjandi mannagongdum, vegleiðing og eftirmeting og alt tað, sum Bologna áset­ing­ ar­nar krevja. At tað eydnaðist at fáa alt hetta avgreitt so tey, sum í 2008 fóru undir lest­ ur eftir royndarskipan, nú fingu prógv sambært lóg um Fróðskaparsetur Før­oya og kunngerð um peda­gog­út­ búgv­ing og lærara­útbúgving undir­strikar, hvussu væl kann spyrj­ast burturúr, tá ið viljin er góður, nærlagnið stórt og fokus á málinum, og at tað kunnu vera stórir fyri­munir av at liva í lítl­um samfelag við tøttum sam­ starvi millum avvarð­andi part­ar. Grundarlagið Tað var í august 2006, at PLÚ álitið varð handað Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Álitið snúði seg um nýggja pedagogútbúgving og læraraútbúgving, og nevnd­in aftanfyri álitið var mannað við umboðum fyri myndugleikan, fakfe­løg­ini, Læraraskúlan, Fróðskapar­ setrið og kanska onkran ann­ an eisini. Skotið varð upp, at útbúgv­ ingarnar skuldu vera á BED støði, og at tað samstundis skuldi arbeiðast fram ímóti MA støði, og at undirvísingin varð moduliserað. Tað vil siga, at Læraraskúlin skuldi verða partur av Fróð­skapar­ setrinum, og at útbúgving­ arnar skuldu verða gransk­ ingargrundaðar, og at undir­vísingin skuldi skipast soleiðis, at bara eitt skeið ella evni var á skránni í senn, og at øll skeið og evni skuldu enda við eftirmeting. Kristina Háfoss, lands­ stýris­kvinna í mentamálum, setti í februar 2008 nevnd at arbeiða við útbúgvingunum. Martin Næs, deildarstjóri í MMR, var formaður, og hinir nevndarlimirnir vóru Jørgen Meitilberg, fulltrúi í MMR, og undirritaði. Seinni vórðu Janus Jensen og Hildur Pat­urs­son, sum arbeiddu í MMR, nevndarlimir. Magn­ us Tausen, formaður í Lær­ ara­felagnum, og Jarvin F. Hansen, formaður í Peda­gog­ felagnum, vóru í fylgis­bólki, og nevndin sam­skifti eisini við Jóan Paula Joensen, rekt­ ara á Fróð­skapar­setri­num. Karmurin Í fyrstu atløgu var ætlan­in at gera nýggja lóg um lær­ araútbúgving og peda­gog­ útbúgving. Framm­an­und­an var tað soleiðis, at lærara­út­ búgvingin varð grundað á lóg um læraraútbúgving frá 1980. Henda lógin minti rættu­liga nógv um lógina um lærara­ útbúgving, sum var galdandi í Danmark í sjeytiárunum. Pedagogútbúgvingin vísti eisini til læraralógina, har tað í grein fýra verður sagt: “Landsstýrismaðurin kann gera av, at aðrar út­ búgv­ingar í samarbeiði við læraraútbúgvingina kunnu setast á stovn við lærara­ skúl­an”. Tað var í 1986, at føroyska peda­gog­útbúgvingin varð smíðað og seinni lýst í kunn­ gerð. Fyrstu pedagogarnir fingu prógv tíðliga í 1990. Í juni 2008 ella nakrar mánaðir eftir, at nevndin var farin undir arbeiðið at fyrireika nýggja lóg um út­ búgvingarnar báðar, sam­ tykti løgtingið nýggja lóg um Fróðskaparsetur Føroya. Spurningurin tók seg síðani upp, um tað var rætt at fyrireika uppskot um nýggja lóg fyri læraraútbúgving og pedagogútbúgving, og um tað ikki var rættast, at hesar útbúgvingarnar – eins og allar aðrar útbúgvingar á Setrinum - vórðu grundaðar í lógini um Fróðskaparsetur Føroya. Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýriskvinna í mentamálum, heitti á nevnd­ina um at viðgera henda spurningin. Tað kend­ ist ikki sørt bivandi sum rektari á Læraraskúlanum at vera við til at flyta tignina kring útbúgvingina frá lógar og til kunngerðarstøði. Men tað vísti seg, at avvarðandi partar vóru samdir í, at tað vóru eyðsýndir fyrimunir í hesum. Tað er lættari at broyta formligu ásetingarnar, og tað hevur týdning í dagsins Fyrstu farin av Frælsinum við nýggju prógvunum Jóannes Hansen, sum var rektari á Læraraskúlanum 2006-2011, hugleiðir um menningina av og møguleikarnar í útbúgvingunum til pedagog og lærara, sum vórðu lýstar fyri nøkrum árum síðani, og sum knappliga 60 nú eru farin av Frælsinum við Lærarar 2012. Fremst frá vinstru: Elsebeth Mortensen, Súsanna Lisberg, Beinta Zachariassen, Hedevig S. Dalsgaard, Elin Baldvinsdóttir Eidesgaard, Súsanna Arge, Hilda Kjølbro. Annað rað frá vinstru: Signy A. Hermansen, Sonja í Gong, Elin Tausen, Rebekka Vang, Eydna Dalsgaard, Birgit Frederiksberg, Emma Hansen, Helgi Olsen. Triðja rað frá vinstru: Høgni Olsen, Malan á Dul Nielsen, Katrin í Gerðinum Olsen, Leivur Simonsen, Petur Mohr Samuelsen, Margretha Nystrøm Hansen. Aftast frá vinstru: Birgir Sondum, Katrin á Lakjuni Olsen, Hjørdis Hávarsá, Johann J. Petersen, Turið á Tórgarði, Hanna Lassaberg, Guðrið Patursson. Sharon Ellingsgaard restar á myndini. Myndir: Sólva Sondum