fríggjadagur 22. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
samfelag, nú broytingarnar
eru nógvar, og tað ivaleyst
verður soleiðis, at karmarnir
verða støðugt tillagaðir.
Millum tey, sum aðra
staðni í brøðratjóðum okk
ara høvdu ábyrgd av útbúgv
ingunum, varð fregnast um
hetta. Í flestu førum var
svarið, at hugburðurin hevði
verið, at útbúgvingarnar áttu
at verið ásettar í lóg, men at
tey nú høvdu broytt støðu
og í staðin sóu fyrimunirnar
í, at ásetingarnar nú vóru í
kunngerð.
Kunngerðin um pedagog
útbúgving og læraraútbúgv
ing varð lýst 13. november
2009, og tað kendist sjálvandi
væl, at formligu karmarnir
nú vóru komnir upp á pláss
– fimtan mánaðir eftir at tey
fyrstu vóru farin undir lestur
eftir nýggju skipanini.
Fyrstu fetini
Á vári 2008 heitti Kristina
Háfoss, sum tá var lands
stýriskvinna í mentamálum,
á Læraraskúlan um at taka
fleiri inn á bæði læraraút
búgvingina og pedagogút
búgvingina enn tað plagdu
at verða tikin inn. Hetta varð
gjørt fyri at vera við til at
byrgja fyri, at fleiri leitaðu
av landinum, tí tað ikki var
pláss fyri teimum í føroysku
útbúgvingarskipanini.
Læraraskúlin
umrøddi
saman við MMR, um tað
var ráðiligt at halda fram
at útbúgva pedagogar og
lærarar sambært lógini um
læraraútbúgving frá 1980 og
kunngerðunum um peda
gogútbúgving og læraraút-
búgving, sum vóru grund
aðar á hesa lógina, ella um
vit skuldu fara undir at
útbúgva lærarar og peda
gogar sambært lógini um
Fróðskaparsetur Føroya og
teimum ætlanum um inni
hald,
sum
fyrireikingar-
nevndin arbeiddi við.
Avrátt varð at fara undir
nýggju útbúgvingarnar á
royndarstigi. Formliga vórðu
nýggju
útbúgvingarnar
í
fyrstu atløgu grundaðar á
gomlu lógina um læraraút
búgving, har tað verður sagt
soleiðis:
§ 14. “Landsstýrismaðurin
kann víkja frá reglunum í
hesi lóg í tann mun, neyð
ugt er til tess at fremja
royndarvirksemi og náms
frøðiligt menningararbeiði”.
Tá ið tey lesandi, sum nú
hava tikið prógv, hugagóð
fóru til verka í august 2008,
var greitt, hvussu bygnaðurin
í útbúgvingini skuldi verða,
og innihaldið fyrsta árið var
lagt til rættis. Fyrsta árið varð
arbeitt við innihaldinum tey
næstu árini. Vit plagdu at
siga, at vit bygdu flúgvaran,
meðan vit vóru á flogi. Tað
kann vera vandamikið, men
prógvhandanin
í
síðstu
viku er staðfesting av, at
tað eydnaðist, og tað er ikki
minst starvsfólkunum og
teimum lesandi fyri at takka.
Báðir partar vóru eldhugaðir,
lagaligir og dyggir í ráðum.
Skipanin
Tey, sum inntil fyri einari
viku síðani vóru lesandi, og
sum nú av røttum nevna seg
pedagogar og lærarar, hava
verið til fleiri próvtøkur enn
tey, sum áður hava tikið út
búgving á Frælsinum. So-
leiðis eru krøvini í nútíðini
og harvið nýggju skipanini
av útbúgvingum. Serliga fyri
tey pedagoglesandi er talan
um stóra broyting.
At talan er um nógvar
eftirmetingar og próvtøkur
tykist ikki hava darvað tey
lesandi. Tað var skjótt, at
tey lagaðu seg til nýggja
veruleikan,
og
undirvís
ing, starvslæra við fokuser
aðum málum, vegleiðing,
eftirmeting
og
nýggjar
lærugreinar og nýggj skeið
gjørdust partur av gerandis-
degnum.
Áður hevur tímatalið tátt
ast um tey trediu og viðhvørt
meiri enn so. Tá ið farið varð
frá skúla og undirvísing og
til lestur, so varð tímatalið
lækkað munandi. Fyrsta árið
eru tey lesandi fimtan tímar
um vikuna á skúlanum, og
seinni er tímatalið lægri enn
so.
Sum í øllum øðrum lívsins
viðurskiftum ræður tað um
at finna javnvágir. Í samskifti
við útbúgvarar uttanlands
vóru ráðini at ansa eftir, at
undirvísingin ikki minkaði
ov nógv. Tað verður hon
søgd at vera aðra staðni – av
spariávum.
Tey flestu á Læraraskúl
anum hava ábyrgd av familju,
og nógv búgva á bygd og
ferðast til Havnar í skúla. At
tað nú varð undirvíst tríggjar
fyrrapartar, og at restin av
tíðini kundi nýtast til lestur
og uppgávuskriving, hava tey
lesandi sagt vera kærkomið.
Viðvíkjandi innihaldinum
í
læraraútbúgvingini
og
pedagogútbúgvingini verður
víst til kunngerðina frá 13.
november 2009.
Møguleikarnir
Í arbeiðnum at skipa nýggju
útbúgvingarnar varð dentur
lagdur á, at innihaldið skuldi
rættast ímóti krøvum og
ynskjum, sum stovnsverðin
og
skúlarnir
í
Føroyum
høvdu.
Samstundis
varð
tað
týdningarmikið, at bygnað
urin var soleiðis, at tað bar
væl til at samlesa millum
útbúgvingarnar,
at
tað
var rudduligt at leggja til
rættis, um ein partur av
lestrinum skuldi vera aðra
staðni, at útbúgvingarnar
kundi
vera
bæði
lestur
og eftirútbúgving, og at
innihaldið var á sovornum
støði og so væl lýst, at tað
ikki vóru trupulleikar við før
oyskum prógvi at fáa starv
aðra staðni og at fara undir
víðari lestur aðra staðni.
Aðalmálið var og er at
útbúgva pedagogar og lær
arar til føroyska samfelagið.
Men tað varð eisini hugsað
um, at trygd skuldi vera fyri,
at dygdin var á altjóða støði.
Tí varð í arbeiðnum við
kunngerðini og við lýsingum
av fakum og skeiðum tætt
samskifti
við
útlendskar
stovnar.
Samband
var
við
øll
grannalondini,
og
serliga
varð samstarvað við Kenn
araháskúla
Íslands,
sum
nú er partur av Lærda Há
skúlanum í Reykjavík, við
Roskilde Universitet, RUC,
og við Danmarks Pedagog
iske Universitet, DPU, sum
hevur fingið allar doku
mentatiónirnar fyri nýggju
útbúgvingunum at lesa og
gera viðmerkingar til. Fyri
at tryggja støðið hava próv
dómarar verið á Læraraskúl
anum bæði frá RUC og DPU.
Alt fleiri pedagogar og
lærarar fara undir víðari
lestur. Tá er tað týdningar
mikið, at lesturin á Frælsinum
kann telja við í víðari út
búgvingini. Hetta letur seg
gera. Um allur lesturin telur
við, ella hvussu stórur partur
telur við, valdast um, hvussu
valini undir lestrinum á
Frælsinum eru rættað í mun
til víðari útbúgvingina.
Framtíðin
Í PLÚ álitinum varð lagt upp
til, at lesturin til lærara og
pedagog í fyrstu atløgu var
á BED stigi, og at tað seinni
varð fokuserað á MA útbúgv
ingar.
Talan er ikki so at siga
um ein mikroovn, men um
støðuga menning. Í fyrstu
atløgu snýr tað seg ikki
minst um kvalifikatiónirnar
hjá lærarum. Útbúgvarar
nir skulu hava granskingar
grundaðar útbúgvarar. Tað
gongur rætta vegin hesum
viðvíkjandi, men enn er
neyðugt eisini at dúva upp
á granskarar aðra staðni frá.
Týdningarmikið er, at tað
verður lagt soleiðis til rættis,
at tað verður granskað so
leiðis, at granskararnir so
at siga granska seg inn í út
búgvingarnar og ikki út úr
skipanini. Aðra staðni eru
nógv dømi um hetta síðsta.
Ein annar táttur er eftir
útbúgvingin. Læraraskúlin
hevur í trý ár havt eftirút
búgvingar tilboð klárt, men
orsaka
av
peningartroti
eru hesi ikki enn vorðin til
veruleika. Tað er spell, tí
stovnar og skúlar og peda
gogar og lærarar eru sera
áhugað í eftirútbúgvingum.
Ein triði táttur er bóka
savn við tilboðum, sum
nøkta tørvin, ið nýggju út
búgvingarnar bera við sær.
Seinastu seks árini hevur tað
eydnast at skifta ein stóran
part av bókasavninum á Lær
araskúlanuum út. Serligur
dentur hevur verið lagdur
á at fáa til vega tilfar innan
nýggju fakini, eitt nú skúla
búgving/innskúling,
ser
námsfrøði og pedagogiska
leiðslu og tilvitanin um
pedagogik og didaktikk –
almennan og fakligan – er
styrkt. Hetta hevur eisini
havt við sær, at pedagogar
og lærarar kring landið og
onnur við áhuga fyri økinum,
hava møguleikar at læna
relevantar bøkur.
Hetta vóru hugleiðingar
nar, nú fyrstu pedaogarnir
og lærararnir hava tikið
prógv
sambært
nýggju
kunngerðini. Fimm ára sátt
málatíðin sum síðsti rektarin
á Læraraskúlanum var liðug
fyri einum ári síðani. Tað
var ein fragd at samstarva
við MMR, Løgtingið, fíggj
arnevndina og Fróðskapar
setrið.
Nýggju
pedagogunum
og lærarunum verður ynskt
hjartaliga til lukku. Vónandi
fáa útbúgvingarnar blíðan
byr, og vónandi fer tað altíð
at vera soleiðis, at tilvitanin
ongantíð fer at kámast um, at
tað – eisini á universitetsstøði
– er týdningarmikið at hava
í huga, at tað snýr seg fyrst
og fremst um at útbúgva
til professiónirnar at vera
pedagogur og lærari.
Námsfrøðingar: Tey, ið tóku BEd-prógv, vóru: Annika Zachariasen, Angelina J. Poulsen, Marita K. Egholm, Rita
Fransiska Joensen, Gunnleyg Róadóttir, Joan M. Zachariasen, Rakul F. Dalsgaard, Merlie Ocampo, Lovinda
Halgaklett, Fríðja í Giljum, Ingun av Kák Steintún, Nikkel Heinesen, Marin Kamban, Jana Hjalgrímsdóttir
Poulsen, Elsa Andreasen, Eyðvør Thomsen, Barbara S. Norðbúð, Katrin Patursson, Hansy Petersen,
Bergfríð Højsted, Margretha Ludvig Kjelnes, Sýlvia Berg Johansen, Arnleyg í Lon Mohr, Katrin í Gerðinum
Olsen, Ása Højgaard, Joan R. úr Dímun, Jana Mouritsen, Ritha Holm Midjord, Elin K. Jacobsen