Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Kirkjugarður í Hoyvík Óheppin fráboðan frá Havstovuni H erfyri hevði Katrin Dahl í Hoyvík eitt les­ara­bræv í Dimmu, stíl­að til borg­ar­stjór­an og allar býráðslimir í Tórs­havn­ ar kommunu, har hon undr­ að­ist á, at einki røk­ist fyri einum kirkjugarði í Hoy­vík. Katrin nevnir, at nú bý­ráðs­ valið nærkast, er eingin endi á, hvat bý­ráðið vil borðreiða við fyri borg­arunum. Og hóast íbúðar-hús skjóta seg upp sum hunda­lond í Hoyvík, so undrar tað Katrina, at ikki verður hugs­að um, at vit øll einaferð fara hiðani frá. Haldi ikki, at nakar enn hevur ønt Katrini aftur, og mær tykir, at hon bæði, sum fyrrverandi býráðslimur og slóðbrótari innan fleiri økir - ikki minst sum eldsálin aft­an fyri byggingina av Hoy­víkar kirkju - hevur eitt svar uppi­ borið. Og sum hon sigur so rámandi, so gevur tað helst fleiri atkvøður til eitt val at lova veljarum ítróttarhallir, skoytibreytir, svimjihallir v.m., meðan tað ikki fáast fleiri atkvøður frá teimum, sum farin eru í kirkjugarðin. Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ósemja í bý­ ráðnum um staðsetingina av einum komandi kirkjugarði í Hoyvík, og er hetta ein av orsøkunum til, at avgerðin ikki er tikin enn. Bæði við Svartafoss og í Dalinum langa hava verið støð, sum tvíhildið hevur verið um. Sjálv eri eg av tí áskoðan, at hesi støð skulu varðveitast sum frílendi til borgararnar, og haldi eg, at onnur betri egnaði støð eru í Hoyvík til ein kirkjugarð. Til dømis tykir mær, at økið inni á Sandvíkarryssuni, ið býráðsumsitingin hevur víst á sum eina møguliga staðseting, er vert at geva nærri gætur til endamálið. Um okkara leiðir er ikki sið­venja at hava kirkjugarðar sum útferðarstað og parkir, og ei heldur er kirkjugarðurin staðið, vit fara at hugna okk­ um ein góðveðursdag – tí skulu økini við Svartafoss og Dalurin langi tryggjast borgarunum sum frílendi. Onnur støð, ið hava verið nevnd, og sum ivaleyst eiga at verða umhugsað í viðgerðini av málinum, eru m.a. lendið av Mýruni um Langadal og niðan í Klingrudal. Stara­ brekkan, millum Eystara­ ringveg og Hoydalsá, hevur somuleiðis verið nevnd um ein møguleiki og bøurin hjá gomlu Royndarstøðini í Hoy­vík. Avvarðandi frið­ ingar­myndugleikar mugu sjálvandi takast við upp á ráð í teimum førunum. Jú, sanniliga skal ein kirkju­garður gerast í Hoy­ vík, og á íløguætlanini í ár eru avsettar ein mió. kr. til endamálið. Hóast hetta ikki røkkur langt, so er tað ein byrjan í fyrstu atløgu og eitt tekin um álvaran í málinum. Tá ið staðsetingin er avgreidd, kann farast undir at velta og tilbúgva jørðina. Tað eru heilt serligar fyriskipanir galdandi í samband við gerð av kirkjugarði, og m.a. skal jørðin liggja órørd í nøkur ár, áðrenn hon kann verða tikin í nýtslu sum kirkjugarður. Tí er umráðandi at fáa stað­ setingina avgreidda ongantíð ov skjótt. Mín vón er, at tað nú fer at bera til at fáa eina semju av einum komandi kirkjugarði í Hoyvík. Eg havi biðið um at fáa málið tikið upp aftur til nevndarviðgerð og tá so málið er liðugt viðgjørt fyrst í byggi og býarskipanarnevndini, teknisku nevnd og heilsu- og umhvørvisnevndini, verður tað lagt fyri sjálvt býráðið til ta endaligu viðgerðina. S einastu tíðina hevur Havstovan tvær ferðir boðað frá, at ongin makrelur er við Føroyar. Hesar fráboðanir frá Hav­stovuni koma eftir, at teir hava gjørt royndir eftir makreli, og onki fingið. Hesi stórtíðindi eru farin runt í øllum fiski­vinnu­um­ hvørvi í norðanlondum og eru komnar serliga væl við hjá okkara grannum fyri eyst­an (norðmonnum). Tað gingu ikki nógvir dagar, til boð komu úr Noregi, at har var øðiligur makrelur, og at ein bátur hevði fingið 250 tons í einum kasti. Tað at norðmenn gera nógv burturúr, at hesin bát­ urin hevur fingið 250 tons í einum kasti, er ikki tí, at tað er fyrstu ferð, at tað er hent. Teir við »Gardar« eru fiskimenn, og hava teir mangan fingið nógv meir í einum kasti, enn her er talan um. Sjálvandi er endamálið at gera vart við, at allur makrel­ ur í Norðuratlantshavi er í norskum sjógvi. Serliga tá fráboðan kemur frá hægri stað úr Føroyum um, at her er ongin makrelur. Reiðarin á Gardar, Ingi Hallsteinsen, sum vit kenna væl frá fiskivinnusam­ráð­ ing­unum við Noreg, var ikki seinur at boða frá í pressuni, at føroyingar høvdu ikki krav upp á eitt kilo meira av makreli. Ein kann spyrja, um nú royndirnar hjá Havstovuni eftir makreli við Føroyar í seinastuni eru gjørdar undir rímuliga góðum umstøðum, sum kundu tala fyri, at nakar serligur makrelur fekst. Har er svarið eitt greitt nei. Royndirnar eru gjørdar und­ir ringast hugsandi um­ støðum við nógvum vindi av land­nyrðingi, hvar tað er óhugsandi at nakar serligur makrelur, heldur enn annar fiskur, er samlaður í stórum nøgdum. Ættin hevur verið hin sama í alt vár, og alt tað, at nakað livandi av makreli hevur verið, má siga okkum, at tað má fara at tørna fyri so skjótt lágættin kemur. I gjár var hann vestan eina løtu, og vóru fleiri makrel­ stimar at síggja av Vágseiði, og uttarlaga á Vágsfjørði. Sjálv­andi er tað ein framm­ aná hjá føroyingum í sam­ ráð­ingum, serliga við Noreg, tá Havstovan alment boðar frá, at ongin makrelur er her á leið. Man átti at vænt­að betur umhugsni frá ein­um slíkum stovni, og at royndir verða gjørdar, tá ein rímu­ ligur kjansur er fyri, at nakað fæst av tí, man roynir eftir, og ikki tað mótsatta. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Fólkatalið minkar. Undirskotið av kvinnum í burðardyggum aldri veksur. Lægsta burðaravlop síðani 1800 og grønkál. Yvirskriftirnar eru nógvar og hvør er daprari enn onnur. Tað gongur bara ein veg nú, av skriðuni. Ein lýsti hendan trupulleikan við kendu myndini av  eini sandbyrging. Tá fyrst av álvara hol er komið á, er sera ringt at steðga streyminum.  Hagtølini eru púra greið. Hetta er veruleiki og tað er ómetaliga ræðandi. Tað mest ræðandi er tó, at so lítið og skipað verður gjørt fyri at basa hesum trupulleikanum, sum er tann størsti og mest grundleggjandi fyri framtíðarvánirnar fyri okkara samfelag og íbúgvar tess. Tosað verður um, at vit skulu hava fleiri útbúgv­ ingar, so tey ungu ikki rýma burtur at lesa, so tíð­liga i øllum førum – samstundis ætlar Løgtingið at lækka játtanina til Fróðskaparsetrið við eini millión komandi ár. Umsøkjarar standa á bíðilista fyri at sleppa á miðnámsskúlar – men játtan og pláss er ikki tøkt til allar umsøkjarar. Tað verður altso ikki í bræðið, at útbúgvingaramboðið verður nýtt. Tosað verður eisini um, at vit skulu royna at fáa liðugt útbúnar føroyingar heimaftur – men bústaðarmarknaðurin krevur stóran kapital og sosialu skipanir okkara eru sum heild verri enn í grannalondunum og nógv velja tí Føroyar frá í tíðini áðrenn fyrsta starvið. Vit skulu skapa fleiri bein at standa á, t.d. innan ferðavinnuna – samstundis verður játtanin til nýstovnaða Ferðaráðið minkað og fólk send heim. Vit erpa okkum av mentan okkara, vísa fegin fram fyri fínum gestum – samstundis sum Tjóðpallurin hevur skammiligar umstøður. Tað eru nógvar orsøkir til, at tað gongur so illa, og fleiri teirra ráða vit ikki yvir sjálvi. Nógv botnar tó í, at vit ofta eru alt ov jánkaslig og taka ikki stigini fult út. Vit halda okkum vita, hvat skal til, men fáa kortini ikki gjørt tær neyðugu breiðu politisku semjurnar. Tí muna tey óskipaðu átøkini, sum vera gjørd, alt ov lítið. Tey drukna í reinari neyðarsligheit og innanhýsis ósemjum og kegli. Vit mugu seta alla – og eg meini alla – orku inn fyri at gera hetta landið spennandi og tiltrekkjandi, fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í hesum landinum, men samstundis fyri fólk úti í heimi, so vit fáa vent fólkaminkingini til vøkstur. Vit mugu heilhugað satsa uppá útbúgving og gransking í Føroyum. Vit mugu fjøltátta bústaðarmarknaðin. Vit mugu skapa karmar fyri mentanini. Og vit mugu eggja og løna teimum væl, sum megna at skapa nýggj arbeiðspláss og virðisøkja tilfeingi. Vit skulu royna at toga eina rúgvu av fólki til Føroya. Vit mugu bresta hurðarnar upp á víðan vegg. Vit skulu bjóða øllum væl komnum til Føroya at liva og virka. Vit skulu ikki spyrja, hvussu vorið pass fólk hava, hvønn húðalit, trúgv, politiska sannføring ella annað tey hava. Einasta treytin vit eiga at seta er (umframt at halda landsins lógir sjálvsagt), at tey sum koma her, skulu vilja arbeiða og vera við til at skapa arbeiðspláss. Tey skulu saman við øðrum skapa virðir og vøkstur, til teirra egna og samfelagsins vinning. Samlaða politiska skipanin má ganga á odda og tað hevði verið hóskandi at gjørt hetta við virðisgrundarlagnum hjá landsfyrisitingini fyri eyga: Vit draga eina línu! Annika Sølvará Stjóri í Granskingar­ ráðnum EYGA MÁLIÐ Lat hurðar upp, ger borglið breið Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi býráðslimur í Tórshavnar býráði Henrik Old Løgtingsmaður