fríggjadagur 22. juni 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í eini almennari kanning, sum
júst er komin undir land, síggja
vit hvussu hatur, illvilji og øvund
beindu fyri eini arkitektoniskari
perlu vesturi við Vatnið í Vági, og
upplýst verður, at hagahúsið helst
er í enn verri standi enn higartil
hildið.
Kring landið alt hoyrist nógvur
grátur og nógv tannagrísl eftir
almennum virksemi og almennum
íløgum.
Í Vági var øðrvísi. Har var
politiski myndugleikin á staðnum
trygdin fyri, at hesin fyrsti og
einasti almenni stovnur av
týdning var sópaður útaftur
av fjørðinum og fingin burtur
úr fólkaeygum uttan nakrar
kostnaðargreiningar yvirhøvur.
Størri asnaspark hevur eingin
ungdómur nakrastaðni fingið.
Ein longri røð av óvirðiligum
politiskum viðurskiftum koma
nú undan kavi í eini frágreiðing,
sum løgtingið hevur biðið ein
kanningarstjóra gera.
Tá fullveldissamgongan árini
1998-2004, fekk skil á almenna
búskapinum og tók stig til at
menna landið eftir eini skipaðari
ætlan, fekk miðnámsskúlin suðuri
í Vági hægstu raðfesting, og
honum á baki kom miðnámsskúlin
í Havn.
Breið semja var á tingi í 2004
um hesa ætlan. Einans formaðurin
í javnaðarflokkinum andøvdi
ímóti, og royndi at sáa ósemjur og
split, men hetta eyðnaðist honum
ikki, tá.
Breið kommunal semja var
somuleiðis í oynni um hesa
ætlan, ja so breið, at Tvøroyrar
og Vágs kommunur í apríl 2005
samdust um at leggja saman í
eina kommunu treytað av, at júst
henda ætlanin varð framd.
Eftir landsstýrisskiftið í 2004
kom kortini kinkur í. Skúlin skuldi
nú undir ongum umstøðum
byggjast í Vági, tí “Tjóðveldi
skuldi onga fjøður hava í hattin
fyri nakað sum helst,” søgdu teir
lokalu samgongumenninir.
Í kanningini lesa vit víðari
frásøgn frá einum av samgongu
monnunum: “Orðavalið hjá
suðuroyartingmonnunum í sam
gonguni var hart móti Tjóveldi,”
... “fá faklig atlit eru tikin við
í avgerðina,“ ... “avgerðirnar í
stóran mun vóru lokal- og parta
politiskar.”
Út kemur innispunnið tógv, og
síggja vit her, at hatur, illvilji og
útspilling vóru berandi grund
gevingarnar fyri at morla niður
ein miðnámsskúla ætlaðum
øllum ungdóminum í Suðuroynni
og lagdur niður í Vági, har eina
ringast stóð til.
Vavsturin gjørdist enn størri,
og stýringin úr erva helt fram. Í
oktober 2005 boðaði landsstýrið
frá, at um suðuroyingar skuldu
byggja eitt nýtt ellisheim, ja so var
tað ein treyt, at tað skuldi byggjast
har, sum miðnámsskúlin stóð í
gerð.
Einki annað pláss í oynni ella
á teimum 49 merkrunum í Vági
kundi nýtast til endamálið.
Annars varð eingin stuðul
latin frá almennari síðu, kurraðu
friðardúgvurnar úti í Nesinum.
Roknað varð ongantíð upp
á nakrar avleiðingar av øllum
teimum tápuligu avgerðunum,
hendan samgongan tók, og tað
var so heldur ikki gjørt í hesum
føri. Í kanningini upplýsir LV,
at rokningin bara fyri hesi einu
herðindi - at flyta skúlan - kostaði
skattgjaldaranum 28 mió.kr.
Skúlin í Vági var tá komin
longri ávegis, enn Marknagils
depilin er komin í dag.
Í drúgva kanningartilfarinum
síggja vit eisini, at ein upprunan
til alt tað kostnaðarmikla byggi
sjuskið átti løgmaðurin, ið tá sat.
Um nakrar forðingar vístu seg,
so skuldi boðast sær frá, so skuldu
“forðingar fjernast” – verður hann
endurgivin fyri at siga.
Løgmaðurin, sum var løntur
fyri at ansa eftir, at landsstýris
maðurin í mentamálum umsat
hetta málsøkið og hesa verkætlan
á fullgóðan hátt, gjørdist nú
sjálvur partur av málinum, og
skilið gjørdist hareftir.
Ein forðingin var, at granna
kommunan ongar verðsins ætlanir
hevði um at byggja sær ein mið
námsskúla úti í haganum, og var
tí sjálvsagt ikki før fyri at rinda 4
mió.kr. fyri byggibúning, vatn og
kloakk, sum er ein lógarásett treyt,
áðrenn tú kanst fara undir nakra
bygging yvirhøvur.
Henda kostnað hevði Vágs
kommuna tá longu framman
undan borið.
Hesa lógaráseting, henda
“forðing,” varð “fjerna,” og varð
byggibúgvingin, vatn og kloakk
fyri 4 mió.kr. als ikki innroknað í
verklagslógina, sum var løgd fyri
tingið. Hon varð krógvað uttan
fyri, vísir landsgrannskoðanin á í
kanningini.
Gandaorðið hjá landsstýris
manninum í mentamálum undir
tingviðgerðini var, at talan nú
gjørdist um ein partneringssátt
mála fyri 60 mió.kr., sum ein donsk
fyritøka, MT Højgaard, gjørdi
saman við LV.
Hetta merkti ma., at ikki ein fjøl
kundi flytast uttan at semja varð
gjørd partanna millum framm
anundan, og tí kom kostnaðar
ætlanin at halda, segði lands
stýrismaðurin víðari.
Fjalarnar gjørdust kortini ikki
so fáar, tí bygningurin, sum lands
stýrismaðurin bað løgtingið um 60
mió.kr. til, kom at kosta 105 mió.kr.
Vit minnast lokalar tingmenn
skriva felags lesarabrøv um,
hvussu umráðandi tað var at fáa
hendan skúlan av vegnum og út
í oyðimørkina onkrastaðni. Um
tíðargrein
Hergeir Nielsen
Fyrrverandi tingformaður, løgtings- og
landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
Arkitektonisk perla endaði
sum saneringsbúgvið skrímsl
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift
Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.
Tað kostaði tí almenna 28 mió.kr. at fara
burtur í haga við miðnámsskúlanum í Vági
• kostnaðurin fyri at flyta skúlan var 28 mió.
kr.,
• eingin kostnaðarmeting varð gjørd av
flytingini,
• fundarfrásagnir og telefonupprit vóru ikki
gjørd um umráðandi mál,
• hvørki LV ella MMR bóðu um tilboð upp á
príshækkingar,
• skeivir og villleiðandi upplýsingar vóru latnir
Føroya Løgtingi,
• hvørki projektering ella detailprojektering
vóru í lagi,
• fleiri upplýsingar vóru ikki atkomiligir, tí
skyldan at skriva niður var ikki hildin,
• rætturin til skjalainnlit var ikki tryggjaður,
• rættartrygdin var ikki á hægsta stigi,
• tilfarskostnaður, løn til arbeiðstakarar og
aðrar vanligar útreiðslur vóru ikki kannaðar,
tá prísurin á miðnámsskúlanum varð latin
løgtinginum,
• MTH, sum var einasti tilboðsgevi, fekk
verkætlanina fyri 60 mió. kr., men kravdi hana
á seinni fundi í Gladsaxe hækkaða upp í 74
mió.kr.
• hvørki fundarfrásøgn ella telefonupprit
finnast frá Gladsaxefundinum,
• landsstýrismaðurin játtaði umvegis telefon
yvir nátt 14 mió.kr. eyka, uttan notat, uttan
játtan og uttan at aðrir entreprenørar fingu
høvið at bjóða,
• Landsverk ásannar, at Landsverk hevur havt
ov vánaliga projektleiðslu,
• bygningurin var og er í nógv verri standi enn
tað, sum óheftur sýns- og metingarmaðurin
hevur mett.
Fakta úr kanningini
Framhald á næstu síðu