Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eitt e&r heim varð lagt har í staðin fyri, so kom hetta at gerast ein peningamaskina av eini aðrari verð. Tá tølandi ørskapurin var upp á tað mesta, skuldu omanfyri 80 nýggj størv koma hagar, og skatta­inntøkan í kommunukassan fór at gerast so stór, at hon einasmøll fíggjaði íløguna. Meirilutin í fíggjarnevndini skrivaði eisini í áliti sínum, at í hesum málinum var talan var um at útvega arbeiðspláss, og at sama mannagongd skuldi brúkast aðrastaðni. Tørvurin á at fjálga um tey gomlu og veiku kom greitt í aðru røð. Veruleikin gjørdist ein heilt annar, nú tey nýggju størvini telj­ast á einari hond. Ein teirra, ið tók undir við hesum leisti, at vit nú skuldu liva av at klippa hvørjum øðrum, fyri 2 mió.kr. pr. song, var so forhippaður í hesi fram­sókn síni, at hann seinni stovnaði sær sín egna flokk, vælsakt­ans ætlaður at stríðast fyri líknandi liberalan endamálum aðra­staðni við. Ongastaðni í kanningini sæst nakar hava roknað eftir, hvat tað fór at kosta at flyta ein skúla fyri 45 mió. kr., har grivið var út og gjørt byggibúgvið, men tað sæst í kanningini. Undanfarni landsverkfrøðingur sigur,: “- kostnaðurin fyri at flyta skúlan úr Vági til Hovs var umleið 28 mió. kr., ella ein dýrking uppá 18-30 %, og hetta stavar bert frá politiskum avgerðum.” Kann nakar hugsað sær eina líknandi deyðssynd verða gjørda móti Marknagilsdeplinum, og at Havnar kommuna hevði spælt við ? At flutt hann niðan í Hoydalar aftan á eina arkitektakapping, fyrireikingar og útgrevstur ? Neyvan. Sjálvandi vóna vit, at tey eldru og sinnisveiku, ið húsast í stásiligu nýggju heimunum, ið vit bygdu á Hamragarði, fáa ein góðan og gevandi gerandisdag saman við starvsfólkum sínum, lat ongan iva vera um tað. Og sjálvandi vóna vit at tey lesandi fáa nakað burtur úr úti í haganum. Harfyri sleppa vit ikki høpis­leysa politiska ólevnaðinum, ið blandaði skúla og ellisheim saman í ein kostnaðarmiklan ellubita. Henda samanblanding verður ikki gjørd aðrastaðni, og hon vísti seg so eisini at vera eitt reint óða­manna verk. Tað mest ótrúliga í hesum máli var so tað, at Vágs kommuna gav tí fyrsta og einasta almenna stovni av týðningi, sum nakrantíð varð lagdur í Vági, sparkið út av fjørðinum aftur. Nakað líknandi hevði verið fullkomuliga óhugsandi eitt nú í Klaksvík, har ein verkætlanin fyri og onnur eftir verður løgd. Ein býráðslimur har á víkini hevði ikki gingið av árinum, um hann bara luftaði eitt ørvitishugskot av hesum slag. Setti kommunan í Vági seg ímóti harraboðunum úr erva, so stóðu bæði ein miðnámsskúli fyri almenna rokning og eitt e&r heim fyri kommunala rokning í eini annars steindeyðari Vágs bygd í dag. Onga aðrastaðni er nakað ellisheim nøkur forðing fyri øðrum virksemi, so hví skuldi tað vera tað her? Allan tann trivnað, mentan og ágóða, ið ein høll sum Løkshøll, gevur fólki á Skálafjørðinum, sópaði meirilutin í Vágs kommunu av borðinum og út av fjørðinum. Út við lortinum - hóast tað ikki skortaði við vælmeintum áheitanum um at sissa seg og hugsa positivt. Ein heilt annan hugburð finna vit aðrastaðni, har tað grør um gangandi fót, og har øvundin ikki fær fastatøkur á viti og skili. Fyri sunnan varð tað illa upptikið at koma við almennum íløgum um Tjóðveldi bar kannuna av teimum, og deyðsiglarakósin er so eisini hareftir. Ein byggigøla av teimum stóru, sum almennu Føroyar rinda fyri, og sum almennu Føroyar vónandi eisini staðfesta ábyrgd fyri, er nú lýst í eini kanning. Hvussu leikur fer víðari fram, vita vit ikki, men upplýst er aðrar vegir, at øll, ið hava arbeitt við hesum máli hjá arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum og í landsins stýri, eru horvin úr størvum sínum. tíðargrein Framhald av síðu 19 kjak Bardagin ímóti forskúlum? V el ímillum tað sum passar tær best, og kallað tað sann­leikan um forskúlar. Um tit royna at googla fyri­munir og vansar við for­ skúlum, so er hetta úrslitið av síðum tit fáa: Ulemper med førskole. Ca. 5,320 Fordele med førskole Ca. 132.000 Disadvantages with preschools. Ca. 1.440.000 Advantages with preschools. Ca. 11.300.000 Jógvan Philbrow, næst­for­ maður í Føroya Pedagogfelag hevur grein undir heitinum “Bardagin fyri forskúlum?”, har hann roynir at niður­ bróta forskúlatilboði, sum heild. Hann sipar til kann­ ingar av ymiskum slag, og eina Dion Sommer, sum er barnagranskari. Alt hetta skal vera við til at undirbyggja, at forskúlar eru av tí ónda í hansara verð. Ja hvat skal man halda, sum vanligt foreldur? Summi siga eitt, og onnur siga eitt annað. Men skulu vit nýta google.com sum parametur um hvør fatan er hevur fleiri tilhangara, so er tað næstan ræðandi hvussu stórur mun­ urin er. Sjálvur eri eg hvørki náms­frøðingur ella lærari. Heldur ikki havi eg aðra út­búgving, sum ger meg føran fyri fakliga at meta um fakligheitina í einum for­skúla, ella á einum barna­garði. Men í mínum starvið sum borgarstjóri fyri Eysturkommunu, eri eg noyddur at lata meg sann­ føra av fakfólkum, og barn­ inum til frama, eiga vit sum kommuna at tillaga okkara tilboð soleiðis, at tað tænir barninum best. Eysturkommuna hevur stovnsett eitt forskúlatilboð í kommununi, tí vit eru sann­ førd um at tað er tað rætta at gera. Tað vóru fakfólk á økinum, bæði námsfrøðingar og lærarar, ið tilmæltu okkum tað. Tað skal eisini vera sagt við tað sama, at tað er ikki við vælsignilsi frá Jógvani Philbrow, og heldur ikki frá Føroya Pedagogfelag. So kann ein spyrja seg sjálvan hví allíkavæl? Jú tí tað er barnið Eysturkommuna við seta í miðdeplin. Ikki fak­felagsspurningurin um hvør hevur ”rætt” til hesi børn undir sínum arbeiðs­ økið, sum eg ofta føli, er har skógvurin trýstir hjá teim­um námsfrøðingum, ið eru ímóti okkara forskúla (eg segði ofta føli). Eg sakni ein ískoyti til batar frá hesum fólkum. Vit hava biði um tað fleiri ferð, men uttan úrslit. Tað er sera lætt at hála eina kanning av álnótini, og undirbyggja síni sjónarmið. Sum tit síggja oman­fyri, so eru nógvar heima­síður at velja millum á google. Nógv tær flestu er tó um fyrimunir við for­skúl­ um. Eg er púra samdur við Jógvani at børn læra gjøgnum spæl. Tað nýtis mann nú ikki at vera fakfólk fyri at síggja. Vit sum foreldur síggja og uppliva tað hvønn dag. Men av einari ella aðari orsøk, roynir Jógvan at fá tað at ljóða sum um, at tá barnið trýnur inn um skúlansgátt, so er liðugt við spælið. Nú veit eg ikki hvørjum skúla hann hevur royndir við. Tí eg veit frá okkara egna barnið, at tey spæla so sanni­liga í Leirvíkar skúla. Og tað samskiftið eg havi við lærarar, og tað er ikki so heilt lítið, er at teir so av­gjørt meta týdningin av spælið verða høgan. So bert sum ongin misskiljing er, so er spæl eisini ein týðandi part­ur í skúlanum. Tað hava øll viðurkent, og kann tað tískil ikki nýtast sum mót­ argument móti einum for­ skúla. Eg kom ein dagin inn á ein barnagarð. Har á gólvinum sæt eitt vøggustovubarn og royndi at byggja lego. Tað gekk so sum so. Tó legði eg merki til, at hug­urin og ágrýtni skein av barn­inum með­an tað strídd­ist. So kemur ein námsfrøðingur fram­við, og sær hvat barnið tekst við. Náms­frøð­ingurin skundar sær yvir til barnið, og tekur legoi frá tí. Eg spurdi hví, og svarið var, at tað skulu ikki byggja lego fyrr enn tað fór í barnagarð. Hendan søg­ an er sjálvandi ikki sonn, men eg haldi hon lýsir sera væl tað sum summi ætla at forða børnunum í. Sjálvt um øll børn skulu gjøgnum skúlas­kipana, so má man ikki, sjálvt um barnið vil og ynskir tað, fyrireika barnið til tað, áðrenn tað gerst 7 ár. Tað tykist mær sum um, at summi fólk halda at tað hendir okkurt undurverk í summarfrítíðini, beint áðr­ enn barnið skal byrja í skúla. Tað summarfrítíðina gerst barnið klárt til sítt næsta stóra stig í sínum lívið, nevnuliga fólkaskúlan, bara soleiðis úr ”bláari luft”. Bæði námsfrøðingar og lær­arar eru púra samdir um, at tá børn eru um 6 ár, so hendir okkurt í teirra menn­ ing. Tað geras sera áhugaði í at læra at lesa, skriva, rokna o.s.fr. Ella sagt við øðrum orðum, so vil tað fyrireika seg til næsta stóra stig í lívinum. Barnið veit væl, at tað skjótt skal víðari, og í skúla. Við at forða teimum í at nema, røra við hendan partin av menningini, er í mínari verð tað sama sum at taka legoi frá vøggustovubarninum, tí tað skal ikki byggja lego fyrr enn í barnagarðinum. Eg má erligt ásanna, at eg havi sera trupult við at síggja hvussu okkara skipan við forskúlanum er so skaðilig fyri barnið, sum Jógvan Philbrow vil vera við at forskúlar eru. Tað vit hava gjørt í Eysturkommunu er, at skapa eitt tilboð, har námsfrøðingar og lærarar á jøvnum føti, mynda eitt tilboð til hesi børn, so tey eru klár til næsta stig í sínum lívið. Tað eru tey starvsfólkini, sum hava verið um børnini higartil, og tey sum skulu bera tey víðari í lívinum. Námsfrøðingurin við sín­ ari stóru vitan, bæði fakliga og ikki minst um hvar barnið kemur frá, kann fortelja lær­ aranum hvat barnið hevur í ”rygg­sekkinum” tá tað kemur inn í forskúlan. Lærarin við sínari stóru vitan, og ikki minst við vitani um hvat krevst av barninum í fólka­ skúlanum, kann leggja aft­ urat í ryggsekkin, so barnið er fyrireika so væl sum møgu­ligt, at byrja í 1. flokkið. Hvat er galið við tí? Samstundis skal ikki forsmáðast, at við tí at skúlin kemur at kenna barnið 1 ár fyrr enn vanligt, at hann eisini kann tillaga seg nógv betur. Ikki bert gerst barnið skúlabúgvi, men skúlin gerst so sannliga eisini barna­búgv­ in. Lati okkum fáa eitt opið og erligt kjak um forskúlar í Føroyum. Lati okkum sleppa fordómum, so sum at tá man kemur inn um skúlansgátt, at tá er alt spæl liðugt, og barnið skal sita allan dagin og hyggja uppá eina grøna talvu, meðan ein lærari undirvísir. Lati okkum koma við hugskotum um, hvussu vit betra tey tilboðini vit hava í landinum. Latið ikki orði ”forskúli” ræða okkum. Forskúli er tað sum vit leggja í tilboðið. Hvør annar enn námsførðingar og læararar í felag, eru betrið førir fyri tí? Jóhan Christiansen Borgarstjóri