fríggjadagur 22. juni 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Bjarni Djurholm hevur rætt:
Etikkurin hjá Kringvarpinum valdast …
T
ann 30. mai var ein
áhugaverd frásøgn í
blaðnum Trúboðin frá
pallborðsfundi, sum Kristi
ligt Lurtara og Hyggjarafelag
skipaði fyri Kristi Himm
alferðardag um fjølmiðla
etikkin í Kringvarpinum.
Á hesum fundinum segði
formaðurin Uni Næs seg
sakna ein dialog um virðis
grundarlagið hjá Kring
varpinum og hjá journalist
unum.
Hetta
sjónarmið
varð
meira útgreinað av Bjarna
Djurholm, tá hann millum
annað segði:
“Veruleikin verður stýrd
ur av nøkrum fáum journal
istum, og alt skal gjøgnum
sáldið hjá hesum tíðindafólk
um. Etikkurin og og moral
urin hjá hesum journalistum
kann ávirka soleiðis, at eitt
mál verður flutt ein ávísan
veg. Tað kann kennast á
tíðindafólki, hvørji lívsvirði
tey hava, og at tað ávirkar
hvussu eitt mál verður lýst.”
Tíðindaleiðarin í Kring
varpinum var skjótur at vísa
hesum aftur: “Journalistar
eru professionellir. Teirra
egnu virði og meiningar
leggja teir eftir, tá ið teir fara
til arbeiðis, og so arbeiða
teir professionelt. Tað er
eisini neyðugt, at tað er eitt
professionelt filtur á, hvat
Kringvarpið ber víðari.”
Tíverri endaði hesin avger
andi partur av orðaskiftinum
við hesum. Hetta er nú ein
sera stórur og avgerandi
spurningur fyri fjølmiðlar
yvirhøvur, sum er sera rele
vantur at taka upp.
Tað er nevniliga eingin ivi
um, at Bjarni Djurholm, og
harvið eisini Uni Næs, hava í
sera stóran mun fullkomiliga
rætt í teirra sjónarmiði. Tað
vita øll, sum fylgja tað allar
minsta við í tíðindunum.
Eitt dømi um
almennan einvísan
tíðindapolitikk
Her skal verða sagt frá einum
máli, sum lýsir til fulnar
etikkin hjá Kringvarpinum.
Tá ið slíkt kann henda er
avgjørt einki (lág)mark fyri
tí
tíðindaflutningi,
sum
Kringvarpið kann standa
fyri, enntá tá ið talan er um
eina mannalagnu.
Dømið snýr seg um eitt
mál millum tveir partar. Í
fyrsta umfari varð málið
lýst “eftir bókini” av DV. Her
fekk DV púra rætt staðfest,
at talan var um lógarbrot
móti tí órættaða partinum í
málinum.
DV gjørdist partur
í málinum
Hetta førdi til ein óhoyrdan
ágang móti órættaða mann
inum. Ein partur av hesum
var, at eftir at málið kundi
verið endað, kemur DV sum
ketta úr høvdatroð við upp
lestur av einum manifesti frá
lógbrótaran í málinum.
Hetta verður av DV end
urgivið púra ókritiskt, uttan
at tað hevur nakran áhuga
at kanna sannleikavirðið í
hesi fráboðan. Heldur ikki
fekk hin parturin í málinum
møguleika at svara fyri seg.
Hetta gjørdist tískil seinasta
orðið í hesum máli frá DV.
Hetta var púra greitt brot
á tær mest grundleggjandi
fjølmiðlareglurnar.
Tey, ið kendu hetta mál,
undraðu seg yvir ta heilt
uppløgdu slagsíðu í hesum
einvísa og fyri viðkomandi
ærumeiðandi tíðindaflutn
ingi.
Kringvarpsetikkur:
Fullan rætt at svara
sum “honum lystir”
Boðað varð Kringvarpinum
frá hesi undran. Tað kom
skjótt svar aftur, og niður-
støðan hjá Kringvarpinum
var, at lógbrótarin í málinum
“hevur fullan rætt til at svara
á tann hátt honum lystir og
ongin av útsagnum hansara
í brotinum er av slíkum slag,
at vit kunnu prógva tær
skeivar.”
Greiðari kundi Kringvarp
ið ikki lýsa seg sjálvt og sín
etikk. Men grundleggjandi
má tað undra, at eini eftir
egnum tykki professionellari
tíðindatænastu kundi koma
til hugs, at nakar skal yvir
høvur kunn úttala seg í
einum fjølmiðli, sum “honum
lystir”. Enntá tá talan er um
eitt persónsmál, sum snýr
seg um æru og lívsvirði hjá
parti í málinum.
Tað eru so sanniliga ikki
øll sum sleppa at verða end
urgivin, sum teimum “lyst
ir”. Bert eitt dømi er Tórs
havnar býráð. Har vóru
slíkar treytir settar fyri
teirra luttøku í sendingina
um “deyðsfelluna”, at býráðið
ikki vildi luttaka. DV hevur
síðani í ótaldum sendingum
roynt at geva býráðnum
ábyrgdina
fyri
syrgiliga
endan í málinum.
Tað er í hvussu er ein
stórur munur á hesum báð
um málum. Hvat ið enn
kann sigast um leiklutin hjá
býráðnum og Heðin Morten
sen í tí málinum, so hava teir
í hvussu er ikki havt sum
endamál at skaða nakran.
Kringvarpið blá
stemplar lógarbrot,
ágang og ósannindi
Í seinnapartinum av endur
givna svarinum kundi kring
varpið ikki finnað nakað
skeivt í umrøddu fráboðan.
Tí kundi DV blástemplað
hesi “tíðindi” sum sannleika,
og harvið eisini legitimera
tað, sum seinni hendi í hesum
ódámliga máli.
Tað var longu tá alment
kent, at málið sum heild og
harvið hesi tíðindi vóru bygd
á falsan og ósannindi. Hes
um dugdi kringvarpið ikki at
síggja nakað skeivt í!
Einki svar er
eisini eitt svar
Kringvarpinum varð síðani
við dokumentatión greitt frá
málinum út í æsir. Umframt
tað, at málið sum slíkt bygdi
á heilaspuna, kundi vísast
á setning fyri setning í um
røddu “tíðindum”, at talan
var um ósannindi og mani
pulatiónir frá enda í annan
við tí einasta endamáli hjá
lógbrótaranum at rættvís
gera seg sjálvan og at geva
órættaða partin í málinum
ábyrgdina fyri ta viðferð,
hann fekk. Hansara “brots
verk” var, at hann hevði kravt
og fingið sín rætt. Hetta visti
DV alt um.
Samstundis vórðu settir
fram Kringvarpinum nakrir
ítøkiligir
spurningar,
um
hvussu hesi tíðindini kundu
samsvara við leiðreglurnar
fyri
góðan
fjølmiðlasið.
Henda frágreiðing varð eis
ini sent stýrinum fyri Kring
varpið.
Men nú hoyrdist ikki
eitt kis frá Kringvarpinum.
Formaðurin fyri stýrið var
kortini so frægur at senda
eina váttan um, at brævið
var móttikið.
Tað kann tískil staðfestast,
at kringvarpið ikki kundi
svara hesum ítøkiligu spurn
ingum, tí talan var um greið
brot á hesar leiðreglur.
Umbering valdast
eisini hvør tað er
Í hesum málinum var tak
tikkurin týðiligur. Málið
skuldi tigast í hel. Hetta er
ikki ókent í Føroyum og plag
ar eisini at eydnast.
Tá Kringvarpið ikki kundi
ávísa samsvar millum hesi
tíðindini og sínar egnu leið
reglur, kundu teir tikið hetta
mál upp og fingið rættað
tann upplagda skeivleikan og
órættin í hesum tíðindum.
Men soleiðis spælir kla
verið ikki, tá ið talan er um
journalistar í Føroyum. Tað
kemur stórt sæð ikki fyri, at
teir ásanna mistøk.
Tí undraði tað, tá ið Kring
varpið nakað herfyri bað
um umbering fyri at hava
lagt tvey fóltbóltslið undir
at hava avtalað úrslitið av
einum dysti. Men henda
umbering var eftir øllum at
døma givin av ringum huga.
Sambært Sosialinum kom
hon nærum tveir mánaðir
aftaná hesi tíðindi, og lá hon
bert eina løtu á heimasíðuni
hjá Kringvarpinum.
Men her var jú talan um
maktfull ítróttarfeløg, sum
kundu seta í verk tiltøk móti
kringvarpinum við teimum
trupulleikum, hetta kundi
geva fyri teirra ítróttatíð
indi.
Í hesum málinum taldi
tað meira fyri Kringvarpið at
tekkjast tí partinum sum var
upprunin til hetta mál, enn
at tryggja rættvísa viðferð
– og eftirmæli - hjá manni,
sum ikki kundi, ikki slapp og
nú ikki kann verja seg.
Umbering valdast nevni
liga eisini hvør tað er!
Teir ósvaraðu
spurningarnir
Einki svar er eisini eitt svar.
Ósvaraðu spurningarnir til
kringvarpið snúðu seg fyrst
og fremst um, hvussu um
røddu tíðindini samsvaraðu
við fylgjandi leiðreglur fyri
góðan fjølmiðlasið:
1.2 …. Fjølmiðlar hava .. ser
staka ábyrgd av, at øll við
komandi sjónarmið verða
lýst.
1.4 Fjølmiðlar eiga at verja
einstaklingar
og
bólkar
fyri órætti frá almennum
myndugleikum og stovnum,
fyritøkum ella øðrum felags
skapum.
1.5 Fjølmiðlar hava rætt og
skyldu at kunna um tað, ið
hendir í samfelagnum og at
avdúka ivasom viðurskifti.
3.2 Tað er góður fjølmiðla
siður at vera vandin í valin
um av heimildum, og at eftir
kanna, at upplýsingar frá
heimildum eru rættar.
Ber til at stýra
tíðindunum?
Hesar reglur skuldu annars
verið
ein
sjálvfylgja
og
kunnu eisini sigast at vera
ein partur av sjálvsøgdum
mannarættindum, sum eru
grovt brotin í hesum máli.
Men at hesar reglur eftir
øllum at døma verða brot
nar enntá fyri at skaða ein
privatpersón tykist ikki at
nerva nakran, sum hevur
ábyrgd av Kringvarpinum.
Tað er eisini ein spurn
ingur, um Kringvarpið við
umrøddu brotum í leiðregl
urnar ikki eisini hevur framt
brot á hesa reglu:
2.1 Tað áliggur øllum fjøl
miðlum og tí einstaka fjøl
miðlafólkinum
at
verja
integritetin og trúvirðið, so
arbeiðast kann uttan trýst
frá einstaklingum ella bólk
um, sum av politiskum, fíggj
arligum ella øðrum orsøkum
kunnu hugsast at vilja ávirka
innihaldið.
Tað kann í hvussu er prógv
ast, at ágangandi partur í
hesum máli hevur fingið
málið lýst júst, sum hann
vildi hava tað. Bæði við tí
sum er sagt, og tí sum tagt
er um!
Tað skal tilskilast, at hetta
dømið stavar frá tíðini undan
núverandi tíðindaleiðara í
Kringvarpinum.
Hetta mál er so van
æruligt, at tað skuldi ong
an týdning havt, at fjøl
miðlanevndin eftir øllum at
døma er óvirkin.
Eingin “professionell”
trygd
Á umrødda pallborðsfundi
helt tíðindaleiðarin í Kring
varpinum,
at
øll
tíðindi
fingu eina “professionella”
viðgerð, og hetta skuldi vera
trygdin fyri trúvirðinum í
tíðindaflutninginum.
Til hetta er fyrst at siga,
at tað er so púra einki grund
arlag fyri hesum páhaldið.
Tað er avgjørt einki sum
bendir á, at journalistar
skulu hava betri skil á, hvat
er rætt ella skeivt enn onnur.
Tað er til dømis hetta mál eitt
gott prógv um.
At billa fólki slíkt inn er
eisini vandafult. Hetta ger,
at vanlig fólk ikki tora at
vísa sína “býttheit” við at
finnast at “professionella”
tíðindaflutninginum. Á um
rødda
pallborðsfundinum
vóru bert tvey, sum tóku
orðið eftir at hava fingið at
óli
jacobsen
Sambært kringvarpinum sjálvum ber til at koma til orðanna í tíðindunum
“á tann hátt, einum lystir”. Men tað valdast hvør tað er!
Framhald á síðu 24