Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak H ervið verða fyri­sit­ ingarligu avgerðirnar hjá landsstýr­in­ um í sambandi við at skipa makrel­fiskiskapin fyri 2012 kærd­ar til Lands­stýris­mála­ nevndi­na. Kært verður um: 1. Yvirskipaðu fyri­sitingar­ ligu avgerðirnar hjá lands­stýrismanninum í fiski­vinnu­málum og hjá løg­manni í málinum. 2. Um kunngerðina um makrel­fiskiskap frá 8. juni 2012: a) At kunngerðin ikki er í samsvari við greið­ar lógarheimildir, fyri­sit­ ingar­ligar rættar­reglur ella siðvenjur. b) At hon er greitt brot á grundreglurnar í lóg­ini um vinnuligan fiski­ skap viðvíkjandi skipa­ bólkum og bólkabýti. c) At landsstýrismaðurin uttan lógarundarlag áset­ir sær sjálvum nýggj­ar heimildir at býta út og flyta kvot­ur og virðir mill­um fiski­ før eftir til­vildar­ligu­m avgerð­um. 3. Um vantandi eftirlit løg­ mans við, at lands­stýris­ menn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt, sambært Stýrisskipanarlógini §33, stk. 3. 1. Yvirskipaðu fyri­sit­ ingarligu avgerðirnar Yvirskipað er talan um fyri­ siting av einum máli, sum í vavi, virði, týdningi og av­ leiðingum, er millum størstu mál, ið ein fyrisiting yvir­ høvur kann viðgera. Í mun til føroyska búskapin, før­ oyska vinnubygnaðin og í mun til fólkið í Føroyum, sum sambært lóg hevur ognar­rættin til tilfeingið á før­oyskum havleiðum, er talan um eitt virði uppá mill­ um eina og 1,5 mia. krónur árl­iga. Hetta er á leið 10% av ár­ligu bruttotjóðarúrtøkuni í Føroy­um. Fyrisitingin av hesum máli hevur sostatt djúp­tøkn­ ar avleiðingar fyri alt sam­ felagið, sam­felags­bygn­aðin, hvønn einasta borgara og rættartrygdina – ikki bert í 2012, men í mong ár fram­ eftir. At vanlig krøv til eitt fólka­ræði og rættarsamfelag eru serliga skerpað í einum máli sum hesum, átti tískil at verið sjálvsagt. Fyrisitingin skal byggja á: - greiðar lógarreglur og heim­ildir, - grundaðar siðvenjur, - fult gjøgnumskygni, - neyvt eftirlit við at lóg og rættur verða hildin, - at sakliga grundarlagið und­ ir øllum avgerðum kann eftirkannast og kær­ast, - og á at øll eru líka fyri lóg­ ini, sum skulu virka undir henni. Men í teimum avgerðum, sum landsstýrið hevur tikið í sam­bandi við makrel­fiski­ skap í 2012, eru ongi av hes­ um grundleggjandi fyri­ sitingarligu krøvum upp­fylt: - Ongar greiðar lógarreglur og heimildir eru gjørdar. - Grundaðar siðvenjur eru sleptar og broyttar. - Onki gjøgnumskygni er í avgerðunum ella nakað metingargrundarlag. - Onki eftirlit er við, at lóg og rættur verða hildin. - Onki sakligt grundarlag at meta eftir, eftirkanna og kæra eftir. - Onki rættargrundarlag og tilvildarligar og ymiskar ásetingar og avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini. Týðiligt prógv um hetta er, at bæði løgmaður og lands­ stýrismaðurin í fiski­vinnu­ málum alment hava boðað frá, at býtið og atgongdin til at reka vinnu og til virð­ini, eru ásett “eftir eini polit­iskari meting” í einum “makrel­ bólki”. Har talan ikki er um at fyrireika nakað lógar- ella rættargrundarlag, ið verður lagt fram. Men har bæði landsstýrisfólk og ting­fólk í felag hava tikið tær fyri­ sitingarligu avgerðirnar og býtt ovurstór virðir eftir til­vildar­ligum og óásettum meting­um. Í eini slíkari skipan hava hvørki Løgtingið, aðrir eftir­ lits­stovnar, ella borgarin møgu­leika at hava eftirlit við fyrisitingini. Avgerðirnar og grundgevingarnar verða ikki niðurskrivaðar og reglurnar í fyristingarlógini ikki hildnar. Ongin kærumøguleki er hjá borgarum, ið kenna síni rætt­ indi hótt ella gingin ov nær. Og ongin kann meta um, hvørt tað er politiskt trýst frá áhugabólkum, partapolitiskir býtishandlar ella tilvildarlig lutakøst, ið eru grundarlag fyri avgerðunum. Harvið er heldur ong­in skilnaður millum lóg­gev­ a­ndi og útinnandi valdið, og bygnaðurin fyri rættar­ trygdini í samfelagnum verð­ ur slept. 2. Ítøkiliga viðvíkjandi “makrelkunngerðini” “Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir før­oysk­ um flaggi fyri 2012” varð lýst 8. juni 2012. Kært verður um: a) Kunngerðin ásetir í §3 eitt býti av samlaðu makrel­ kvotuni millum fiskifør undir føroyskum flaggi. Hesi verða sambært kunn­ gerðini sett saman í ym­ iskar bólkar, ið verða til­ lutaðir eitt ásett tonsa­tal við ymsum og skift­andi ásetingum. Úr 55.000 tonsum til ein bólk við eginkvotu, til hvørt skipið, har 10% kunnu flytast millum ár. Til bólkar við millum 30.000 og 4000 tonsum, ið hava felagskvotu við hámarki, sum skal ásetast við sama tonsatali til hvørt skipið sær. Til bólk við 3000 tonsum í felags­ kvotu, har hámarkið er ásett til í mesta lagi 10% av felagskvotuni fyri hvørt skipið. Og til bólk við 2000 tonsum í felagskvotu, har onki hámark er sett. Ongin lógarheimild ella rættarligt grundarlag er fyri hesum býti og hes­ um heilt ymisku og til­ vildarligu ásetingunum fyri tey, ið skulu virka sam­bært kunngerðini. Ong­in rættarregla ella sið­venja er, ið vísast kann til fyri tilvildarliga ásetta tonsa­talið, bólkabýtið og tær ymisku reglurnar fyri hvønn bólk og hvørt farið sær. b) Kunngerðin er greitt brot á grundreglurnar og í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum byggir á lógarásettar og greinaðar bólkar, ið hava atgongd til fiskiskap eftir lógarásettum reglum og treytum. Í lógini um vinnuligan fiskiskap eru bólkarnir m.a. grein­aðir í §7a, §28 og §29, og hesir bólkar eru grund­bygn­ aðurin undir skip­an­ini av fiskiskapi undir Føroyum og á mið- og fjar­leiðum. Kunngerðin vísir í §3 í summum førum til skipa­ bólkarnar, sum eru ásettir í lógini. Men kunngerðin setir skip og bólkar saman í heilt nýggjar bólkar, sum onga heimild hava í lógini. Tildømis er bólkur 4A, 4B, garnaskip og skeljabátar sett saman í ein nýggjan bólk. Onki sakligt ella løgligt grundarlag finst yvirhøvur fyri at hesi før skulu setast saman og fiska í sama bólki. Og kunngerðin er sostatt beinleiðis í andsøgn við allan grundbygnaðin í lóg­ini um vinnuligan fiski­skap, og við ta rættar­ prak­sis, ið hevur verið bygd upp, síðani lógin kom í gildi, har lógar­festu skipabólkarnir eru høv­ uðs­bulurin. Hartil ásetir kunngerðin í § 3, stk. 5, ein heilt nýggj­ an bólk av førum, ið fær rættindini at fiska und­ ir Føroyum. Talan er um trolarar, ið sambært aðrari kunngerð áður hava fingið rætt at fiska í al­tjóða sjógvi og trolarar, sum eru avmarkaðir til bara at fiska í altjóða sjógvi. Ongin lógarheimild finst fyri hesi áseting – og tað má metast sum brot á allar fyrisitingarligar regl­ ur at gera nýggjar bólkar við m.a. at vísa til aðra kunngerð frá sama fyri­ sitingarmyndugleika. c) Í kunngerðini ásetir lands­ stýrismaðurin sær sjálv­ um nýggjar og víðkað­ ar heimildir til at flyta kvotur millum skip og bólkar, uttan nakað lógar­ grundarlag ella nakra sak­ lig grundgeving: Í §3, stk. 13, ásetir lands­ stýrismaðurin, at um lík­indi ikki eru fyri, at fe­lags­kvotan í teimum nýásettu bólkunum verða “fullnýttar”, kann hann hækka ella taka burt­ur hámarkini við eini “frá­ boðan”. Í §3, stk. 14, ásetir lands­ stýrismaðurin, at um líkini ikki eru fyri, at kvot­urnar verða “full­ nýttar”, kann hann loyva einstøkum fiski­førum í øllum bólkunum at fiska av teimum. Eisini bara við eini “fráboðan”. Eisini ásetir kunngerðin í §3, stk. 12 eina kvotu á 8.075 tons til “vinnu­ligar royndir”, sum lands­stýris­ maðurin skal býta út. Tó er í §4 ásett, hvussu søkjast kann um at gera hesar vinnuligu royndir og at Havstovan skal við­mæla umsóknir. Men í §3, stk. 15, ásetir landsstýrismaðurin so, at um kvotur ikki eru latnar til vinnuligar roynd­ir ella “líkindi ikki eru fyri, at latnar kvotur verða fiskaðar”, so kann lands­ stýrismaðurin loyva ein­ hvørjum fiskifari at fiska av hesum kvotum. Her er sostatt talan um, at landstýrismaðurin við egnari kunngerð gevur sær sjálvum óavmarkaðir heimildir til at flyta kvotur millum skip, sjálvgjørdar bólkar, vinnu­ ligar royndir o.a., uttan nakað grundarlag ella møguleika fyri at eftirkanna ella skapa rættartrygd millum tey, ið skulu virka undir lógini og kunn­gerðini. 3. Eftirlitsskylda løgmans Sambært Lóg um stýrisskipan Føroyar §33, stk. 3, hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Men løgmaður hev­ur bæði alment og í Løg­ting­in­um upp­ lýst, at hann hevur ver­ið for­ maður í ein­um “makrel­bólki”, sum hevur tikið bein­leiðis fyri­sitingar­ligar av­gerðir um, hvussu nógv tons av makreli skulu být­ast mill­um einstøku førini og skipa­bólk­ar. Hann hevur ikki lat nak­ að lógargrundarlag fram, sum tingið kann taka støðu til, men hildið fast um, at avgerðin skal ásetast í kunn­ gerð sambært polit­isku­m a­v­ talum. Eftirlitsskyldan hjá løg­ manni er í sjálvum sær und­ ir­grivin við hesi frá­boðan. Tað ber ikki til hjá løgmanni at hava eftir­lit við fyrisitingini hjá lands­stýrismonnum, tá hann sjálvur hevur tikið stig til og verið persónliga uppi í fyrisitingarligu avgerð­un­um. 4. Samanumtikið Grundað á m.a. oman­fyri­ standandi, verður heitt á Lands­stýrismálanevndina um at nýta allar heimildir sínar at fáa til vega frá­greið­ ingar, upplýsingar og gera niðurstøður um fyri­sit­ingar­ligu avgerð­irnar hjá løg­manni og lands­stýr­is­manninum í fiski­ vinnumál­inum um at fyri­sita makrelfiskiskapin í Før­oy­um í 2012. Herundir, hvør fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi og um ólóg­ligar avgerðir eru tiknar. Og hvørt teir hava sett til viks tær skyldur og ábyrgdir, sum áliggja teimum sambært stýrisskipanarlóg, fyri­sitingarlóg, lóg um ábyrgd lands­stýrisins og aðrari lóg­ gávu og rættarreglum í málin­ u,m. Høgni hoydal Løgtingsmaður Kæra um heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapi fyri 2012