fríggjadagur 22. juni 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Tað er ógvuliga lítið vit vita um
Jacob. Hann var føddur 21. august
1886 og er 31. oktober doyptur í
Havnar kirkju. Tann 14. apríl 1901
verður hann konfirmeraður. Longu
í 1913 er hann deyður.
Nakað nógv vita vit kortini um
hansara ætt. Pápin var Vilhelm
Poulsen, vanliga kallaður Polla
Vilhelm, føddur 28. mai 1848. Hann
var doyptur 18. juni, og hann
doyði 21.januar 1925. Mamman var
Susanna Cathrina Maria f. Hansen,
fødd 5.desember 1849, doypt 23.
desember. Hon doyði í september
1929.
Mourentius Viðstein skrivar um
Vilhelm í sín lýsing av húsunum í
Havn:
“So víðari oman undir Ryggi
koma vit til húsini hjá gamla Wil
helm Poulsen. Hann var sjómaður
og ivaðist ongantíð í, hvat hann
segði. Hann var altíð fullvísur í at
hava rætt. Til dømis kundi hann í
einum kjaki ímillum tveir menn,
sum vóru komnir til ilnar, gera
av, at tað var sannheit, ið annar
segði, men tað skuldi einki ivamál
vera í tí, at hin hevði rætt! Hann
skar ígjøgnum, ein av tí rætta slag
num.”
Um systkini hjá Jacob vita vit
eisini nakað. Hann var yngstur av
sjey systkjum.
Zacharias, svágur Dollan
Elstur var Zacharias f. 1872. Hann
var giftur Elsebeth Niclassen í
Leith.
Foreldur hennara vóru Jógvan
Niclassen
av
Skálatoftum
og
Katrina f. Viderø av Viðareiði, sum
fluttu til Leith.
Greitt verður frá teirra søgu
í bókini um Dollan. Elsebeth var
nevniliga systur Linu, sum giftist
við D.J. Danielsen, kendur frá sínum
leikluti í Congo fyrst í hini øldini.
Tað hevur verið roynt at finna
fram til, um tey bæði áttu nakrar
eftirkomarar, men tað er ikki
eydnast. Vit vita, at vermamma
Zacharias kom aftur til Føroyar og
er grivin í gamla kirkjugarði heilt
tætt við versonin Dollan. Um nakar
veit meira um Zacharias hevði verið
áhugavert at frætta.
Poul Johannes f. 1876.
Hann giftist við Onnu Joensen f.
1875. Tey fingu átta børn. Her skal
verða greitt frá nøkrum teirra.
Tann elsti, Vilhelm Sofus f. 1899,
endaði sínar dagar í Amerika.
Elisabeth Johanna f. 1901. Birgar
Johannesen greiðir frá, at hon fór
ung at hjálpa mammuni, sum
hevði pensjonat í Tróndargøtu, har
navigatørar, læraraskúlanæmingar
og onnur fingu kost og logi.
Umleið 1920 fór hon til Dan
markar og tænir millum annað í
prestagarði á Ærø. Í 1930 kom hon
heim aftur og seymaði fyri fólk.
Eisini hevði hon eitt heimareinsarí.
Hon var nógv virkin innan KFUK
eisini sum skótaleiðari.
Í 1956 fór Elisabeth til Streym
nesar at búgva. Har var hon til 1968,
tá hon fór aftur til Danmarkar. Í
1972 flytur hon heim aftur við alla.
Elisabeth var ikki gift. Hon doyði 4.
juni 1987.
Hørð lagna hjá Elisu
Elisa f. 1909 fekk eina harða lagnu.
Sum ung var hon í húsplássi á
Viðareiði. Í 1929 giftist hon við
Hans Jacob Egholm í Streymnesi.
Hann fór í 1930 við sluppini Slatrið.
Teir gjørdu góðan túr og fóru at
sigla heim. Tá ið teir komu inn
móti landi biður motorpassarin
Hans Jacob um at hjálpa sær at
seta motorin í gongd. Tá hendir tað
vanlukkuliga, at Hans Jacob verður
fastur í svinghjólið, og áðrenn tað
eydnast at steðga motorin er Hans
Jacob deyður. Lisa var komin úr
Streymnesi til Havnar at taka ímóti
manninum, og fær hann deyðan í
land.
Hans Jacob liggur grivin í gamla
kirkjugarði og er fyrr umrøddur
í hesi røð. Lagnan hjá Hans Jacob
og mammu hansara Lotta er eisini
umrødd í bókini “Havið tók teir”.
Lisa fekk seks mánaðir seinni
sonin, Hans Jacob. Hon giftist
seinni við Einar Nordbø og fekk
børnunum Marin og Johannes.
Heilt ungur gjørdist Johannes sjúk
ur og doyði. Lisa andaðist 21. juni
1992, 83 ára gomul.
Zacharias f. 1911 vaks upp í C.
Pløyensgøtu. Eftir loknan barna
skúla arbeiddi Zacharias eitt skift
hjá Otto Bech sum millum annað
seldi epli.
Zacharias var ein av stovnar
unum av skótaliðnum S.S.B. Tann
2. februar 1926 hittust fýra dreingir
heima hjá foreldrunum hjá Eskild
Christiansen í Tróndargøtu. Har
stovnaðu teir Sigmund Brestisson
flokkin. Tann 23. apríl hetta sama
árið góvu teir, saman við skót
um um allan heim, á fyrsta sinni
skótalyfti.
Fyrsta
liðmerkið
"kaffiposin" kallað, varð neglt á
stong tað kvøldið.
Sum ungur gjørdist Zacharias
sjúkur og mátti 20 ára gamal til
Danmarkar at søkja sær heilsubót.
Har møtti hann donsku Hansine
Henriette Hansen úr Knubbeløkke
við Nakskov. Tey giftust tann 24.
mai 1942 og búsettust í Slagelse.
Zacharias og Hansine áttu børn
ini: Carl Johan (1943), Poul Anker
(1945) og Anne Elisabeth (1946).
Zacharias arbeiddi meginpartin
av lívi sínum á fabrikk. Tey síðstu
10 árini var hann á skrivstovuni í
dómhúsinum í Slagelse.
Undir krígnum var Zacharias
partur av mótstøðurørsluni móti
týskarum. Eftir kríggið var hann í
donsku heimaverndini.
Zacharias Poulsen andaðist 15.
mars 1976, 64 ára gamal.
Triðelst av børnunum hjá Onnu
og Poul Johannes var Anna Elisa
beth Sofía f. 1879.
Sonurin gjørdist
barberur og høvundi
Vilhelm Sofus hjá Polla Vilhelm
var føddur í 1881. Hann giftist við
Hansinu Knudsen f. 1880 í Funn
ingi.
Eitt av teirra børnum var Valde
mar Poulsen f. 1909. Hann var
kendur sum barberur og rithøv
undur.
Birgar greiðir frá, at Valdemar
fór ungur í handverkaralæru og var
eitt skifti í Danmark. Hann kom so
heim aftur og setti seg niður sum
barber. Hann lat í 1930 upp egna
klippistovu í barndómsheiminum.
Her hevði hann eisini lærlingar.
Ein av teimum var Eskild Norðbú
í Klaksvík.
Seinast í fimmtiárunum bleiv
sonurin Ib partur av klippistovuni
hjá pápanum. Klippistovan lat aftur
seinast í 60-árunum.
Valdemar hevði stóran áhuga
fyri søgu og sjónleiki. Hann skrivaði
og gav út fleiri bøkur og sjónleikir.
Valdemar giftist við Ellen úr Ny
købing Falster. Tey áttu børnini Ib,
Onnu Margrethu, Birgitte og Poul.
Valdemar andaðist 12. februar 1989.
Pápi Valdemar, Vilhelm, var
heldur ikki sørur at skriva. Í 1946
gav hann út eina søga Agni og
Køvarin.
Næstyngst av systkjunum var
Marianna Frederikka f. 1882.
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Jákup hjá Polla Vilhelm
gjørdist bara 27 ár
Eitt av teimum mongu ungfólkunum í Havn var Jacob Poulsen. Men
takkað verið hansara lítla gravsteini er hann ikki púra gloymdur
JAKOB POULSEN
21. august 1886
17. november 1913
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá Marionnu
Johannesen, ættað úr Miðstovuni á Sandi, og hennara ætt.
Polla Vilhelm var pápi Jákup
Elisabeth Johanna, kallað Betta,
dóttur Onnu og Poul Johannes
Valdemar Poulsen, kendur sum
barberur og rithøvundur
Nicolina Susanna, dóttur Onnu
og Poul Johannes. Hon giftist til
Streymnesar men var saman við
manninum fýra ár í Canada