Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 vita, at tað er so avgjørt einki galið við kringvarpinum! Formaðurin í Kristiliga lurtarafelagnum ynskti ein dialog um virðisgrundarlagið hjá kringvarpinum og hjá journalistunum. Men tað skilst, sum at her var einki at hava dialog um! Tað ornaðu tey sjálvi sínámillum. Úrslitið er har eftir. Tað vísir seg nevniliga, at skulu journalistar hava dialog, so er tað bert millum teir sjálvar. Har er sjáldan nakað at finnast at, í hvussu er ikki hjá teimum sjálvum! Tíðindaflutningurin valdast hvør tað er Tað eru uttan iva nógv heið­ ur­lig tíðindafólk í føroysku miðlunum. Men henda søgan talar fyri seg. Niðurstøðan er greið. Tíðindaflutningurin valdast, hvønn tað er, sum hann snýr seg um. Og er “brúk” fyri tí verða allar fjøl­ miðlareglur settar til viks. Hetta gevur tann trupul­ leika, at almenningurin ikki veit, nær talan er um “røtt” tíðindi og nær tey ikki eru tað. Tí mugu øll tíðindi takast við fyrivarni. Tí kann tað saktans vera, at Heðin Mortenen hevur rætt í síni lýsing av teirri herferð, sum Dagur og Vika hevur móti honum og bý­ ráðnum. Tað skal sigast, at Sosial­ urin sum tann einasti miðil royndi at lýsa hetta mál, sum tað veruliga var. Hetta var millum annað gjørt við at kunna vísa á, hvussu vanæruligt hetta mál var fyri ta fakfelagsrørslu, sum stóð aftanfyri tað. Kortini eydnaðist hesum fólkum at tiga hetta mál í hel, fyrst og fremst takkað veri DV, sum tá longu hevði lagt støðið. Vanlig rættvísiskensla sigur, at slíkt eigur ikki at kunna bera til í einum skip­ aðum samfelag. Hetta mál vísir greitt, at kringvarpinum tørvar eitt mótspæl í etiskum spurningum, sum tá ið stovn­ urin á umrødda hátt ger seg inn á borgarar og enntá noktar teirra nærmastu eina frágreiðing. Hetta kundi kanska verið ein uppgáva hjá Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag. Roknast kann við, at teirra etikki bagir í hvussu er einki. Framhald av síðu 21 Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo Summarið er byrjað! Plus sandkassi v/lok 120x120 cm. 599,- Plus borð-bonksett 42 mm trykkimp. 155x177x70 cm 1.399,- setur.fo k o vb o yf i l m Kom og les á Setrinum Í ár er møguleiki at søkja inn á hesar 10 bachelor útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya: - Lívfrøði - Náttúruvísindi - við denti á havfrøði - Náttúruvísindi - við denti á jarðfrøði - KT-verkfrøði - Lærari - Námsfrøði - Sjúkrarøktarfrøði - Samfelagsvísindi - Søga - Føroyskt Umsóknarblað og leiðbeining sæst á setur.fo Umsóknarfreistin er 2. juli 2012 á miðnátt. kjak