fríggjadagur 22. juni 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
euro 2012
Fjórðingsfinalur
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo
Eg vil í finaluna
Ronaldo:
Fótbóltur Cristiano Ronaldo var í serflokki, tá Portugal í gjár vann ein sannførandi sigur á Kekkia, sum ikki
megnaði at hava eitt skot á mál. Cristiano Ronaldo skoraði einsamalla málið í dystinum tíggju minuttir fyri tíð
Tróndur Arge
Tosar tú um Cristiano Ronaldo, so er
sannlíkt at tú eisini tosar um Lionel
Messi. Teir báðir tykjast hava skilt
fótbóltsheimin í tvey. Fyri báðar er
tó galdandi, at teir ikki hava avrikað
eins væl á landsliðnum sum fyri
feløgini hjá sær.
Í gjár vísti Cristiano Ronaldo
annan dystin á rað, at hann er til
reiðar ganga á odda fyri Portugal
í hesum EM endaspælinum. Fyrst
skoraði hann bæði málini í alt av
gerandi 2-1 sigrinum á Hollandi í
bólkaspælinum. Í gjár skoraði hann
einsamalla málið í fjórðingsfinaluni
móti Kekkia, umframt at hann var
klárt besti maður á vøllinum.
– Vit spældu væl og vóru fyri
tað mesta betra liðið. Eg kann ikki
minnast at Kekkia hevði ein vanda
miklan møguleika, segði Cristiano
Ronaldo eftir dystin.
27 ára gamli Real Madrid vong
urin var ikki óvæntað kosin til
dagsins leikara.
Vandaleysir kekkar
Hetta e sættu ferð upp í slag, at
Paulo Bento stillar upp við somu
uppstilling. Fýra ferðir í EM og tvær
ferðir ímóti Bosnia/Hersogovina, ið
play-off dystinum fyri at koma til
EM endaspælið. Fyri Kekkia kom
tað illa við, at Tomas Rosicky ikki
varð klárur til dystin.
Eina løtu í fyrra hálvleiki var
Kekkia omaná leikliga, men tað
bleiv ikki umsett til royndir á mál.
Í hinum endanum var Cristiano
Ronaldo væl upplagdur og var
íblandaður tí mesta sum Portugal
hevði í álopspartinum.
Tættast við var liðskiparin, tá
hann hegnisliga vendi sær inni í
kekkiska brotsteiginum, men skot
ið fór á stongina. Portugal mátti
skifta
einsamalla
framherjan,
Helder Postiga, út við skaða í fyrra
hálvleiki.
Seinni hálvleikur byrjaði við at
Cristiano Ronaldo rakti stongina
við einum av sínum eyðkendu frí
spørkum. Portugal hevur nú rakt
stengurnar seks ferðir. Tað er
met fyri eitt líð í einum EM enda
spælið.
Tíggju minuttir fyri tíð kom av
gerandi støðan í dystinum. Joao
Moutinho legði bóltin innfyri úr
hørgu og innfyri var Cristiano
Ronaldo fyrstur á og stútaði bóltin
í mál. Kekkia megnaði ongantíð at
hótta málið hjá Portugal.
Samanumtikið var talan um
ein uppibornan sigur til Cristiano
Ronaldo og Portugal.
Nøgdir, men ónøgdir
Tølini siga, at Kekkia einki skot
hevði á mál. Tað sigur í sær sjálvum
nógv um avrikið hjá Kekkia í gjár.
Hóast tað, so eru kekkar ikki so
vónbrotnir av samlaða avrikinum
í hesum EM endaspælinum.
– Vit mugu nokk ásanna, at
Portugal vann uppiborið. Vit spæla
upp við teir í fyrra hálvleiki og
megna at verja fyri álopunum hjá
teimum, men í seinna hálvleiki
renna vit ov nógv eftir bóltinum
og blíva troyttir, staðfestir kekkiski
miðverjin,
Tomas
Sivok,
eftir
dystin.
Tomas Sivok vísti eisini til
Cristiano Ronaldo sum tað avger
andi leikaran á vøllinum.
– Cristiano Ronaldo vísti í dag,
at hann er ein av tveimum teimum
bestu leikarunum í heiminum. Mál
ið hann skorar vitnar um hvussu
torførur hann er at verja fyri, segði
Tomas Sivok.
Kekkia fekk ein ordans umgang
í fyrsta dystinum móti Russlandi,
sum vann heili 4-1. Tað eydnaðist tó
Kekkia at koma víðari sum vinnari
av bólkinum.
– Vit hava prógvað okkara styrki
við at koma aftur í aftur eftir tapið
móti Russlandi. Vit eru sjálvandi
vónbrotnir, men um vit vóru hepn
ir, so komu vit víðari eins og í 1996,
segði Tomas Sivok.
Ronaldo vil í finaluna
Cristinao Ronaldo er fult greiður
yvir, at uppgávan í hálvfinaluni
verður torfør. Teir skulu møtan
antin Fraklandi ella Spania.
– Málið er finalan. Eg veit væl at
vit koma at møta einum framúr liði
í hálvfinaluni, men alt er møguligt,
segði Cristiano Ronaldo sambært
uefa.com.
Spania og Frakland spæla ikki
fyrr enn leygardagin og tí hevur
Portugal tveir dagar eyka at hvíla í
til hálvfinaluna.
trondur@sosialurin.fo
»Málið hjá Cristiano Ronaldo var mál
nummar 18, ið er stútað í hesum EM
endaspælinum. Tað er met.« (Opta)
Týskland – Grikkaland
22. juni: Klokkan 19:45
(Gdansk, Pólland)
Týskalnd er stór favorittur at
vinna á Grikkalnda, sum nærmast
snýkti seg við í fjórðingsfinalurnar
við at vinna á Russlandi í seinasta
dystinum í bólki A.
Týskalnd vann allar dystirnar
í bólki B, sum eisini fekk heitið
»deyðans bólkur«. Tað sigur eitt
sindur um styrkina hjá týskar
unum.
Grikkaland er tann liðið, sum
hevur havt fast royndir á málið
hjá mótstøðuliðunum í EM enda
spælinum higartil. Tað eru bara
blivnar til 17 royndir. Grikkar
eru eisini uttan liðskiparan og
undangongumannin,
Giorgos
Karagounis, sum hevur leikbann.
Hann er hjartað í spælinum hjá
grikkum og tað kann vísa seg at
verða trupult at finna ein avloys
ara fyri hann.
Tað verður ikki nakar lættur
dystur hjá týskarunum, tí grikkar
eru væl skipaðir í verjupartinum
og eru likamliga væl fyri. Tað
verður ongin sunndagstúrur fyri
Mario Gomez og hinar í álopinum,
men har skuldi verið nokk at
kvaliteti í framrættaða spælinum
til at vunnið á grikkum.
Spania – Frakland
23. juni: Klokkan 19:45
(Donetsk, Ukraina)
Hóast Spania seinastu fimm
árini hevur verið upptikið hvørt
summar av fótbólti, so tykist
tað ikki hava sett seg í kroppin
á bóltsnillinginum á spanska
landsliðnum. Tað sær framvegis
leikandi lætt út, tá teir sína
millum trilla bóltin runt, meðan
mótstøðan ikki veit betri enn at
stilla seg í verjustøðu.
Spania kom víðari sum vinnari
av bólki C, men øll avrikini vóru
ikki eins sannførandi. Tó skal
havast í huga, at teir sjáldan vóru
týstir á máltalvuni. Italia var í
løtum leikliga omaná, men tá
Italia skoraði, so vóru spaniólar
skjótir at svara aftur. Eisini móti
Kroatia stóða á leikliga, men
kroatar komu ongantíð á odda,
og tí var spanska liðið ongantíð
veruliga trýst.
Frakland hevur avrikað ójavnt
í kappingini higartil. Eftir javn
leikin móti Onglandi og sigurin á
Ukraina, so tapti teir fyri Svøríki,
sum long var sligið út.
Spania er favorittur at vinna,
men rakar Frakland dagin, so
kann hetta eisini verða dagurin
har Spania missur møguleikan
fyri at endurvinna EM heitið.
Ongland – Italia
24. Juni: Klokkan 19:45
(Kiev, Ukraina)
Einki varð væntað av Onglandi til
hetta EM endaspælið. Alíkavæl
stóðu teir eftir sum vinnarar av
bólki D, frammanfyri Fraklandi.
Enska spælið hevur ikki verið
sannførandi, men teir hava fingið
neyðugu úrslitini. Ungu menn
inir, sum Danny Welbeck, Alex
Oxlade-Chamberlain og Andy
Carroll, hava sligið til, með
an meiri royndir menn, sum
Steven Gerrard og John Terry,
hava avrikað á javnt høgum stigi
gjøgnum kappingina.
Italia byrjaði kappingina við at
spæla tveir javnleikir, fyri síðani
at vinna avgerandi dystin móti
Írlandi. Fyribils sær italska spæla
ikki so gali út, men tað verður ein
saknur í verjukempuni, Giorgio
Chiellini, sum er skaddur og ikki
verður tøkur aftur í summar.
Lykilin til spælið hjá italiu
monnum er Andrea Pirlo. Tað
verður helst uppgávan hjá Wayne
Rooney at koma frá álopinum og
leggja trýst á spælfordeilarin.
Eru fyrstu dystirnir nakað at
ganga eftir, so verður ikki talan
um nakran tekniskt góðan dyst,
men heldur ein javnan dystin
millum tvey lið, sum ikki toppa í
ár.
Kekkia - Portugal
0-1 (0-0)
0-1 Cristiano Ronaldo, 79
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 44% - 56%
Skot á mál 0 - 5
Skot viðsíðuna av 2 - 15
Hornaspørk 6 - 11
Gjørd fríspørk 13 - 7
Gul kort 1 - 2
Reyðkort 0 - 0