Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur jóansøkuróður upptakt Tvey tølini góð hjá vágbingum Kappróður Bátar hjá vágbingum vunnu á Jóansøku í Vági fyri 10, 20 og 30 árum síðani, og nú vóna teir á Suðuroyingi, at tað fyri fyrstu ferð í 30 ár skal eydnast báti úr Suðuroy at vinna kappingina millum 10-mannaførini á Vágsfirði Jóannes Hansen Fjórði FM kappróðurin verður á Jóansøku í Vági í morgin. Flestu bátarnir norðanfjørðs fara suður fyrrapartin í morgin, tá ið teir hava fyrsta rætt umborð á Smyrli. Onkrir bátar eru longu farnir suður. Eitt nú 10-mannafarið Klaks­ víkingur, sum skuldi fara suður á middegi í dag. Klaksvíkingur og eisini onkrir aðrir bátar hava á stevnunum, sum higartil hava verið, vant á kappingarøkjunum undan sjálvum kappróðrinum, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Felags fyri Jóansøkuna í Vági og hinir tríggjar róðrarnar, sum skulu rógvast aftrat í summar, er, at tað bara verður kappast á 1000 metrum. Umframt í Vági er tað í Vestmanna, í Sandavági og á Ólavsøku. At tað ikki verður kappast á 1500 og 2000 metrum ber við sær, at 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini leggja eitt sindur øðrvísi til rættis, enn tey hava gjørt tað í undanfarnu róðrum. Miðróðurin verður væl styttri, enn hann hevur verið, og tað kann væl hugsast, at onkrir fara undir endaspurtin uppaftur fyrri, enn teir higartil hava gjørt. Í kappingini millum 10-manna­ førini verður sagt, at tað á 2000 metra teininum verða tikin 400 tøk. Tá ið tað verður kappast á 1000 metrum kundi hugsast, at tøkini vóru 200, men hjá summum verða tey fleiri enn so. Á undanfarnu stevnum hevur tað – serliga í stóru kappingini millum 10-mannaførini – verið soleiðis, at onkrir bátar eru farnir undir endaspurtin longu, tá ið tað hava verið 250 og kanska 300 metrar á mál. Tað hevur broytt støðuna fram ímóti málinum, men so hevur Klaksvíkingur svarað aftur, tá ið 150 metrar ella 30 tøk hava verið eftir, og tað hevur verið nóg mikið at vinna allar tríggjar róðrarnar. Stóri spurningurin í morgin verður, um tað hesa ferð skal eydn­ ast Vestmenningi, sum sein­ast var so ógvuliga tætt við, ella Suður­oy­ ingi, sum rør í heimasjógvi, at basa Klaksvíkingi, sum nú hevur vunnið tíggju FM róðrar á rað – tríggjar í ár og allar sjey í fjør. Tað er ikki hvønndags kostur, at kappróðrarbátar úr Vági vinna á Jóansøku, og sannlíkindi fyri, at tað skal eydnast hesa ferð eru ikki so stór. Men avrikini í trimum teimum fyrstu kappingunum kundu bent á, at tað er møguleiki fyri, at Suður­ oy­ngur, sum vágbingar manna saman við tvøramonnum og øðrum suður­oyingum, skal bjóða seg fram á stutta teininum. Tað eru liðin snøgg tredivu ár, síðani tað seinast eydnaðist Vág­ bingi at vinna í heimasjógvi. Tað var í 1982. Í 1992 vann 6-mannafarið Smyril á Jóansøku í Vági bæði kapp­ingina millum mannfólkini og konu­fólkini, og í 2002 vann Smyril kapp­ingina millum 6-mannaførini við monnum. Dreingirnir umborð á Royndini Fríðu vunnu fyri tveimum árum síðani í Vági og eisini í 1994. joannes@sosialurin.fo Støðan FM 2012 Barnaróður dreingir 1 Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . 18 3 Pílur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 4 Jomfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 12 Barnaróður gentur 1 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Hulda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 3 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . 14 4 Teisti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 5 mannafør dreingir 1 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 3 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 4 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 11 6 mannafør kvinnur 1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . 18 3 Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 5 mannafør gentur 1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . 20 2 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19 3 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 4 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 5 mannafør kvinnur 1 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18 3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . 15 4 Strípan . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 6 mannafør menn 1 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 3 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 4 Sundabáturin . . . . . . . . . . . . . 4 8 mannafør 1 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . 18 3 Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . 15 4 Heiðabáturin . . . . . . . . . . . . . . 4 10 mannafør 1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . 21 2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . 17 3 Suðuroyingur . . . . . . . . . . . . 16 4 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . 12 Mynd: Álvur Haraldsen