fríggjadagur 22. juni 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo-deildin 14. umfar upptakt
Meistarin er oftast ovast
tá kappingin er hálvrunnin
Fótbóltur Eftir vikuskiftið verður kappingin meiri enn hálvrunnin, og tølini siga,
at oftast verður tann meistari, sum var fremstur, tá ið helmingurin av kappingini var farin
Jóannes Hansen
Við landskappingini er tað sum
við sumrinum. Hvat ljósi viðvíkur
náddu vit toppin fyri hesa ferð í
hesi vikuni, men vit rokna við, at vit
framvegis eiga nógvar – og vit vóna
teir bestu – summardagarnar á.
Í landskappingini verður topp
urin so at siga rokkin í vikuskift
inum. Hesa ferð er fjúrtanda um
farið á skránni, og tá ið tað er farið
afturum, so verða tað trettan umfør
eftir at spæla. Men sjálvandi verður
roknað við, at spenningurin fer at
økjast, og at intensiteturin í stríð
num fyri at vinna FM og rættin at
spæla europeiskan fótbólt og fyri
at sleppa undan niðurflyting fer at
taka til.
Síðani 2005 hevur kappingin
verið skipað í 27 umfør. Royndirnar
hesi sjey árini siga, at tað í flestu
førum hevur verið soleiðis, at tað
liðið, ið var ovast á talvuni eftir
fjúrtan umfør, vann FM heitið.
Eingin regla er uttan undantøk. Í
hesum førinum eru tvey undantøk,
og í báðum førum hevur HB staðið
eftir við gullinum, eftir at ann
að felag leingi sá út til at vera
á meistarakós.: í 2006 var EB/
Streymur á odda eftir 14 umfør,
men í síðsta umfarinum snávaði
felagsliðið, og so tók HB av og
tryggjaði sær FM heitið. Í 2010 var
NSÍ á odda, tá ið kappingin var
hálvrunnin, men tað steðgaði heilt
upp hjá teimum á Skálafjørðinum,
sum endaðu á triðja plássi, meðan
HB varð meistari, og EB/Streymur
var silvurvinnari.
Toppur og botnur
Undan 14. umfari er EB/Streymur
topplið, og alt bendir á, at tað eisini
verður soleiðis eftir vikuskiftið.
Favorittarnir fyrireika seg at fara til
Vágs at spæla stevnudyst í annað
kvøld.
FC Suðuroy eigur framvegis
fyrsta sigurin til góða, og hóast
talan er um heimavøll, og viljin er
góður at venda hóttafallinum, so
kennist mótbrekkan at vera sera
brøtt ímóti toppliðnum, sjálvt um
EB/Streymur leygarkvøldið tapti
sín stevnudyst á heimavølli ímóti
Víkingi.
Í fjórða umfari vann EB/Streym
ur 3-0 við Margáir ímóti FC Suður
oy, sum bara var aftanfyri við ein
um máli, inntil tað restaðu tíggju
minuttir.
Hjá EB/Streymi er Egil á Bø
skaðaplágaður, og tað gongur
striktið hjá Pæturi Dam Jacobsen
at koma fyri seg eftir drúgvan
skaðasteðg.
Hjá FC Suðuroy var tað fyri
viku síðani saknur í spælandi
venjaranum Sasa Kolman, sum er
góður at halla seg at hjá blaðungu
dreingjunum, ið stríðast fyri at
vinna fyrsta sigurin.
HB í Sarpugerði
Inntil níggju umfør ella triðingurin
av kappingini var farin, var Víkignur
topplið. At tað ikki eydnaðist at
vinna fulla úrtøku fimm ferðir á
rað bar við sær, at EB/Streymur í
10. umfari tók oddasessin.
Leygarkvøldið reistu víkingarnir
seg so dyggiliga, tá ið teir vunnu á
útivølli ímóti EB/Streymi. Nú er HB
á skránni í Sarpugerði. Tá ið hesi
bæði liðini í fjórða umfari hittust í
Gundadali endaði tað 1-1.
Sunnudagin vann HB 6-0 heima
sigur á FC Suðuroy. Undan tí upp
gerðini var úrtøkan bara full í ein
um av fimm dystum.
Hjá Víkingi hava skaðar leingi
argað illa. Lasse Qvist, Hanus
Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus
hava verið skaddir, og tað er ivasamt,
um teir vera við, tá ið Víkingur fyri
fyrstu ferð fer at royna seg á nýggja
undirlagnum í Sarpugerði.
Grannauppgerðir
Í Klaksvík vitjar ÍF. KÍ hevur
vunnið átta ferðir á rað, tá ið sæð
verður burtur frá 5-0 kolapsinum í
Gundadali ímóti HB fyri fýra vikum
síðani.
Hjá ÍF hevur tað verið meiri
misjavnt, men 2-0 heimasigurin á
B68 varð vunnin við ágangandi av
riki. Í fjórða umfari vann ÍF 2-0 á
heimavølli ímóti KÍ.
Felags fyri bæði liðini er, at tað
er stór kapping um plássini millum
teir fyrstu ellivu. Hjá KÍ er mið
vallarin Filip Djordjevic tøkur aftur
eftir leikbann.
Fyri viku síðani lyfti NSÍ seg við
trivaligum 3-1 útisigri á TB upp frá
botnplássunum. Nú fær NSÍ vitjan
av grannunum á Toftum, sum eru
illa sperdir.
Í
vikuni
varð
fyrrverandi
meistaravenjarin hjá NSÍ, Johan
Nielsen, settur at hjálpa sínum
gamla hjálpara, Paula Poulsen, ið er
venjari hjá B68. Fyrsta avbjóðingin
hjá teimum báðum er lyklauppgerð
ímóti felagnum, sum teir í 2007
førdu til fyrsta og higartil einasta
FM heitið.
B68 hevur verið illa skaðaplágað.
Framrættaðu
Keita
og
Ukpai
vórðu skiftir inn í Fuglafirði. Teir
verða roknaðir at verða styrkir í
álopspartinum. Verjukendu Niklas
Joensen og Ndende eru saman við
miðvallaranum Jann Inga Petersen
skaðadarvaðir,og hesa ferð er Einar
T. Hansen leikbannaður.
Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur
aftur eftir leikbann. Ímóti TB var
Helgi L. Petersen eftir skaðasteðg
aftur í miðverjuni. Nú er upp til
Kára Reynheim at gera av, hvør
skal spæla í miðverjuni undir liðini
á Pál Mohr Joensen, sum rættuliga
er komin fyri seg.
Óstøðugir meistarar
Hjá B36 var tað ógvuliga stórt vón
brot leygardagin at leggja rygg
til 3-2 heimatap ímóti KÍ, eftir at
meistararnir stóran part av 2. hálv
leiki høvdu roynt at skora sigurs
málið. Úrslitið var undirstriking av
óstøðugi gongdini, sum vísir seg í, at
meistararnir bara eina ferð í fimm
teimum seinastu umførunum hava
vunnið fulla úrtøku.
Jonas Flindt Rasmussen er
skaðaplágaður, og hesa ferð er
Heini í Skorini leikbannaður.
Hjá TB var miðvallarstríðsmað
urin Martin Tausen leikbannaður
ímóti NSÍ.
Í fjórða umfari, tá ið TB framvegis
hevði heimavøll á Vágseiði, hevði
B36 4-1 sigur norður aftur við sær.
Nú verður slagið millum B36 og TB
í Gundadali.
joannes@sosialurin.fo
Effo deildin 14. umfar
Leygardagin 23. juni
FCS - EB/Streymur: Lars Müller, kl. 18.30
Sunnudagin 24. juni
Víkingur - HB: Dagfinn Forná, kl. 15.00
B36-TB: Rúni Gaardbo, kl. 15.00
NSÍ-B68: Petur Reinert, kl. 15.00
KÍ-ÍF: Ransin N. Djurhuus, kl. 15.00
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
13
8
3
2
21
11
+10
27
2 Víkingur
13
7
4
2
19
10
+9
25
3 KÍ
13
7
3
3
21
16
+5
24
4 HB
13
6
3
4
29
17
+12
21
5 ÍF
13
6
3
4
24
12
+12
21
6 B36
13
5
3
5
20
16
+4
18
7 TB
13
4
4
5
16
20
-4
16
8 NSÍ
13
4
2
7
18
20
-2
14
9 B68
13
3
2
8
10
25
-15
11
10 FC Suðuroy
13
0
3
10
3
34
-31
3
Effodeildin
FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, og hóast talan er um heimavøll, so kennist mótbrekkan at vera
sera brøtt ímóti toppliðnum, sjálvt um EB/Streymur leygarkvøldið tapti sín stevnudyst á heimavølli ímóti Víkingi
Mynd: Áki Bertholdsen