Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 71 · 22. juni 2012 10 VIKUSKIFTI bøkur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Á stórari bókmentaráðstevnu í Lille­ hammer í Noregi herfyri varð bókina løgd fram í norskari týðing, sum eitur »Bomb dem«. Í bókini viðger høvund­ urin ráðaloysið, sum nógv ungfólk stríðast við í dag, og hann lýsir, hvat tað er, sum kann hava so álvarssamar av­leið­ingar fyri tann einstaka, at hann fremur tað mest óhugnaliga so sum skúla­hópdrápið í Finnlandi fyri fimm árum síðani. Hugskot frá einum skúlahópdrápi Søgan í bókini hjá Mikael Niemi er tikin í tí finska veruleikanum. – Hon hevur ein beinleiðis samleika við skúlahópdrápið í Finnlandi, og tað er ikki av tilvild, at tað upprunaliga heitið á bókini er »Skjut appelsine«, sigur Niemi við norska kringvarpið. Hann greiðir frá, at byrsumaðurin legði eina sjónbandsupptøku út á YouTube, har hann stóð og skjeyt eftir súr­eplum. Ikki fyrr enn aftaná skiltu fólk, at hann hevði ímyndað sær súr­ eplini sum høvd á livandi fólki. – Hann vandi seg til at blíva dráps­ maður. Ikki fyrr enn aftan á at hann hevði skotið sínar floksfelagar, skiltu fólk, at tað var tað, sum hann hevði ímyndað sær, meðan hann skjeyt súr­ eplini og tók tað upp á sjónband. Stutt eftir at Niemi var liðugur at skriva bókina, hendi júst tað, sum høv­ undurin stúrdi fyri fór at henda aftur – bara enn verri. – Tíverri bleiv veruleikin brádliga ræðandi aktuellur og nógv verri, en eg hevði kunnað ímynda mær, sigur Mikael Niemi og sipar til hendingarnar tann 22. juli í fjør. – Eg skrivaði bókina, áðrenn hetta hendi, og eg hevði onga hóming av, at nakað so álvarssamt fór at henda. Í Svøríki hugsa vit, um tílíkt kann henda har eisini. Sjálvur haldi eg, at tað kann henda. Ein illur unglingi Bókin er um ein 16 ára gamlan drong, sum gongur í framhaldsskúlanum. Mikael Niemi ásannar, at høvuðs­per­ són­urin er rættiliga líkur høvundinum sjálv­um, tá hann var um sama aldur, men talan er kortini ikki um eina sjálvs­ lýsing. – Hann er fullur av øði og vil broyta heimin. Hann droymir eisini um at blíva rithøvundur. Í veruleikanum minnir hetta nógv um meg sjálvan ta tíð­ina. Eg hevði eisini tær kenslurnar og tað ágangandi huglagið. Hetta snýr seg um at leingjast eftir kærleikanum. Hann er skotin í teirri vakrastu gentuni í skúlanum, men hon vil ikki hava hann, sigur Mikael Niemi við NRK. Drongurin í »Skjut appelsinen« er sannførdur um, at hann er ovurklókur og betri enn øll hini. Familjan hevur ikki nógvar pengar um hendi, og í skúlanum stríðist tann ungi drongurin við at fáa viðurkenning. – Eg hevði næstan hug at flenna at honum, tí eg helt hann vera so patetiskan og løgnan. Hann ger eina privata kollvelting í skúlanum og provokerar lær­ararnar og floksfelagarnar. Øðin er ein avleiðing av, at ein vil vera vaksin, sigur Mikael Niemi. stutt fyri tann 22. juli í fjør skrivaði svenski rithøvundurin Mikael Niemi bókina »Skjut appelsinen«. Aftaná mátti høvundurin sanna, at evnið gjørdist ræðandi viðkomandi, tá Anders Behring Breivik framdi sína illgerð í Oslo og á Utøya. Sjálvur hevði høvundurin fingið hugskotið til bókina av skúlahópdrápunum í Finnlandi vit kunnu vænta fleiri hópdráp í Norðurlondum – Tað, sum hendi í Noregi tann 22. juli í fjør, var ikki eitt óhapp ella ein náttúruvanlukka, men óndskapurin hjá einum manni, og eg vænti, at tað fer at henda aftur, sigur Mikael Niemi (Kelda: NRK) mynd: polfoto