fríggjadagur 22. juni 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 71 · 22. juni 2012
11
VIKUSKIFTI
– Tað krevur nógva orku av einum
unglingi at tora at kasta seg út í tað
vaksna lívið. Júst hendan øðin og
hendan orkan eru ein sterk megi í
hesum, sigur høvundurin.
Ræður um samleika
og viðurkenning
Mikael Niemi sigur, at fólk, sum halda,
at tey verða ikki sædd ella ikki tikin
fyri fult, brúka harðskap fyri at sleppa
av við trongdina, og at hetta er serliga
galdandi fyri tey ungu.
– Í dag er tað fremsta málið hjá
nógvum at blíva kend sum eitt nú sjón
varpsfólk ella rithøvundar, og eydnast
tað ikki, má okkurt annað roynast.
Nógv, sum klára seg illa í skúlanum,
enda eitt nú sum kriminell, tí tað er ein
lættur háttur at fáa ta viðurkenningina,
sum teimum tørvar. Hetta sama er
galdandi fyri tey, sum vilja verða hoyrd
og sædd, sama hvat krevst fyri at røkka
málinum, sigur Mikael Niemi.
– Onkur fær hugskotið at skjóta
onkran, tí tað gevur umrøðu í fjølmiðl
unum. Tað ræður um at fáa ein sam
leika. Hugsa bara um tann norska hóp
drápsmannin. Hann verður ongantíð
gloymdur.
Samfelagið skapar ódjór
Mikael Niemi heldur, at vit sleppa ikki
av við óndskapin, sum liggur aftan fyri
eina gerð sum hópdrápið tann 22. juli.
– Hetta var ikki eitt óhapp ella ein
náttúruvanlukka, men úrslitið av ónd
skapinum hjá einum manni. Eg vænti,
at tað fer at henda aftur, tí okkara
samfelag skapar slík ódjór. Internetið
er tann stóri samskiftarin, sum ger, at
tú kanst vísa teg allastaðni, og tað elvir
til brell hjá ávísum persónsmenskum,
sigur Niemi.
– Boðskapurin í míni bók er, at tað
ber til at vinna á óndskapinum, tá tað
snýr seg um óndskapin inni í tær sjálv
um. Men tað er ikki lætt. Men at vinna
á óndskapinum í einum øðrum persóni
er nógv torførari, og tað mest óhugna
liga er, at soleiðis verður tað altíð, sigur
svenski rithøvundurin.
Mikael Niemi var júst liðugur at skriva bókina,
tá Anders Behring Breivik framdi atsóknir sínar
Mikael Niemi er borin í heim í Pajala í Tornedalen í
Svøríki tann 13. august í 1959. Pojola er nærhendis
finska markinum, og fólk har tosa finskt,
men Mikael hevur skrivað sínar bøkur á svenskum
máli. Hann hevur sjálvur sagt, at sálin er finsk,
men tungan svensk.
Tað var sum yrkjari, at Mikael Niemi gjørdist kendur.
Hansara fyrsta bók var yrkingasavnið »Näsblod
under hög-mässan«, sum kom út í 1988,
og síðani hevur hann latið fleiri yrkingasaøvn,
skaldsøgur og leikrit úr hondum.
Í 2000 fekk Mikael Niemi
August-virðislønina fyri
skaldsøguna »Populärmusik
från Vittula«. Bókin fekk sera
góða móttøku, og meiri enn
ein hálv millión sviar ognaðu sær hana.
Seinni er bókin týdd til meiri enn 30 mál,
og í 2004 varð hon gjørd til film.
Aðrar bøkur hjá Mikael Niemi eru »Svålhålet«,
»Kyrkdjävulen«, »Mannen som dog som en lax«,
»Blodsugarna« og nú »Skjut appelsinen«.
Mikael Niemi
Hópdrápið
á Jokela-skúlanum
Tann 7. november í 2007 skjeyt tann 18
ára gamli Pekka-Eric Auvinen ellivu fólk
inni í Jokela-framhaldsskúlanum í finska
býnum Tusby. Átta teirra doyðu, teirra
millum skúlastjórin, sum var kvinna. Aftaná
skjeyt byrsumaðurin seg sjálvan, og hann
doyði á einum sjúkrahúsi seinni sama kvøld.
Undan atsóknini hevði Pekka-Eric Auvinen
lagt eina sjónbandsupptøku út á YouTube
við myndum, har hann vandi seg at skjóta
við einari skammbyrsu.
Tá løgreglan rannsakaði Jokela-skúlan, kom
hon fram á flótandi brennievni, og tí varð
hildið, at Pekka-Eric Auvinen hevði havt
ætlanir um at seta eld á skúlan, áðrenn
hann skuldi taka lívið av sær.
Heima hjá tí unga manninum fann
løgreglan upplýsingar, sum avdúkaðu, at
hann hevði ætlað at beina fyri sær.
mynd: polfoto
– Fólk, sum halda, at tey verða ikki sædd
ella tikin fyri fult, brúka harðskap fyri at
sleppa av við trongdina, og at hetta er serliga
galdandi fyri tey ungu, sigur Mikael Niemi