Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

baksíðan... Er kjakið í kirkjunum? Útisetar kjakast um samkyndar vígslur í kirkjunum Planet.fo Tað verður tungt Skal taka Sýrialand upp Portal.fo Skulu biskuppur og dómpróstur giftast? Jógvan Fríðriksson biskuppur og dóm­ próstur Uni Næs hava bjóðað felagnum LGBT á fund um samkynda vígslu Kvf.fo Hvar spældu teir? Marginalarnir vóru við oddaliðnum Dimma Bara vetrarskráin eftir Summar sendingar eru longu farnar í summarfrí Útvarpið Hvat? Nærkast boring í Føroyum í hvørjum Oljan.fo Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Telva í kirkjuni Í farnu viku skrivaði Sosialurin um, at Símun P. Jacobsen prædikar á ólavsøku, men mynda­ teksturin til greinina var sermerktur. Vit spyrja bara, um tað verður telvað í kirkjuni? Jóansøka í Vági Um vikuskiftið halda tey Jóansøku í Vági. Stevnan í Suðuroy skiftir millum Vág og Tvøroyri, og hesaferð er hon har í sunnara parti av Suðuroynni. Nógv ítróttar-, mentanar- og undirhaldstiltøk á skránni. Mentan í Koltri Í sambandi við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar kommuna fyri mentanardøgum við áhugaverdum tiltøkum í døgunum frá 21. til 24. juni. Byrjað verður hósdagin 21. juni við tiltaki fyri fyri innbodnum, tá formlig handan av A.P. Møller- verkætlanini verður í Koltri á middegi. Leygardagin verður »opin oyggj«, tey kalla. Útoyggja­ stevna í Svínoy Leygardagin verður árliga Útoyggjastevnan, og hesaferð hýsir Svínoy tiltakinum. Byrjað verður við morgunmati í Lærarahúsunum kl. 9, og eftir at aðalfundurin hevur verið, verða ymisk tiltøk á skránni seinnapartin. Endað verður við føroyskum dansi í Dansistovuni um kvøldið. Serligt ferðasamband er til og frá oynni allan dagin. Um hon ikki fær vent gongdini í veljara­ kanningunum fram til næsta val, so er Thorning liðug í donskum politikki. Henrik Qvortup, politiskur viðmerkjari á TV2 Einki er betri enn at fara inn í eitt rúm og koma út aftur við nýggjum tónleiki Paul McCartney, sum júst hevur rundað 70 ár Um mín lívssøga nakrantíð verður til film, so má tann, sum spælir meg, hava nógva hár- liting og høgar hælir Sjónleikarin Charlize Theron