Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 55

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 71 · 22. juni 2012 15 VIKUSKIFTI eggjablommuna í eggunum at síggja gulari og »frískari« út. Ímeðan spæla vínhandlar ofta franskan tónleik fyri at vekja assosiatiónir til ein serligan franskan vínhugna, sum keyparin kennir aftur frá filmum og øðrum undir­haldi. Lýsingarídnaðurin veit, at vørur eru ikki bert vørur. Lív, deyði og status Hví hava Mac Donalds og feitur matur fingið so stóra framgongd í modernaða samfelagnum? Vit fara av instinkt ofta helst eftir tí søta og feita. Svarið frá heilagranskarunum er, at vit av nátúr ein­falt dáma betri kaloriuríka føði framm­um kaloriufátæka. Fyri okkara for­fedrar á afrikonsku fløtunum gav hetta meining, tí at føðin var avmarkað, og um­ráðandi var at fáa røttu nøgdina av orku fyri at yvirliva. Men hetta gevur ikki stórvegis meining í dagsins vestur­ heimi við yvirflóð av mati. Vit gloyma ofta, at allar keypsavgerðir fara fram í einum biologiskum heila, ið mentist undir heilt øðrum fortreytum enn nútímans samfelagnum, og sum er alt annað enn nøkur neutral roknimaskina. Bert ein lítil partur av okkara heila virkar á einum tilvitaðum stigi, nógv størsti parturin er ótilvitaður. Tí er ástøðin, at kundin oftast ikki er serliga til­vitaður um tær drívmegir, ið liggja undir hansara keypsatferð. Hetta hava lýsingar­fyritøkur leingi vita, men hava nú fingið vísindina í sín part, bókstaviliga. Teir forfedrar ið høvdu eydnuna við sær at føra genini víðari, vóru teir ið dugdu at yvirliva og føra genini víð­ari á afrikonsku fløtunum. Fyri at røkka hesum endamálið vóru nøkur yvir­livingar­amboð umráðandi: At verja seg ímóti lívshóttandi vandum, finna ein maka, knýta vinarbond, hava ávísan status í sosiala bólkinum og at taka sær av familjulimum. Hetta eru, sam­bært evolutións sálarfrøðingunum, fram­vegis tær drívmegir ið stýra heil­ anum og keypsatferðini hjá okkum eftir­komarum ótilvitað. Eitt nú geva kann­ingar ábending um, at tað er meiri sannlíkt at mannfólk keypa dámuni eina gávu tá hon hevur eggloysn enn aðrar tíðir. Ótilvitað óttast maðurin at onkur annar fer avstað við henni hesa tíðina, og harvið minka møguleikarnir hjá hon­um at føra genini víðari. Klassisku dømini finna vit í bilídnaðinum. Ein nýggjur BMW kann verða við til at geva einum ungum manni status og møguliga betra møguleikarnar at finna ein maka, bæði týðandi eginleikar fyri at føra genini víðari á afrikonsku fløtuni. Her er drívmegin status. Bilaseljarar vita, at drívmegirnar til at keypa ein bil er rættuliga ymiskar, tí er umráðandi at sølu­átøkini tala til ymisar drívmegir. Eitt lýsingarátak fyri einum familjubili skal tí vera grundleggjandi øðrvísi enn áður nevnda dømi; her skal nógv størri dentur leggjast á trygd í lýsingunum. Instinktivt hava vit stóran ótta fyri at vit og okkara avkom koma í vanda. Onnur lýsingarátøk venda sær meiri til sosialu drívmegina. Úti á afri­konsku fløtunum yvirlivdi tú ikki uttan ein fastan bólk. Klassiska dømi úr lýsingar­ vinnuni eru lýsingar ið t.d. enda við orð­ unum »ein millión longu seld!«. Skalt tú ikki fella uttanfyri bólkin, mást tú eis­ini hava ávísa fartelefon. Vørumerkið hjá bryggjarínum »Okkara« talar eisini greitt til sosialu drívmegina; kundin fær eina kenslu av at hoyra til og vera felags um vørumerkið. Eisini er áhugavert, at »okkara« er eitt orð vit nýta um okkara sosialu relatiónir í gerandisdegnum. Á tann hátt kann vørumerkið gera sær vónir um, at kundin hugsar um tað, tá hann nýtir orðið í øðrum samanhangi. Tryggingar­felagið Føroyar hevur við sínum lýsingum knýtt tryggleikatørv og tørvin á at hoyra til saman á snildis­ ligan hátt. Vit minnast øll stóru lýs­ ingina har fólk stóðu í ring kring alt landið. Lýsingingin gav hyggjarunum eina kenslu av at hoyra til at eina stóra og trygga familju. Ert tú loyalur? Tað er torført at fáa okkum at skifta frá einum til annað vørumerkið enn tað vit eru von við. Menniskju eru vanadýr. Úti á afrikonsku fløtunum skifti ein held­ ur ikki sosialan bólk frá degi til dags. Tað kundi vera vandamikið at nærk­ast einum fremmandum bólki. Marknaðar­ frøðingar vísa á, at kend vørumerkið dýrka okkara nátúrliga bólkaloyalitet. Klassisku dømini eru Pepsi og Coca Cola – ógvuliga meinlíkt innihald – men rættuliga loyalar kundar ið halda seg til eitt merki. Við øðrum orðum duga kendu vøru­merkini ógvuliga væl, at tala til aldargamlar menniskjaligar drívmegir. Men vitanin um sambandi millm markn­aðar­føring og heilagransking kann tó eisini koma brúkaranum til ágóða, við at gera hann tilvitaðan um hvørjir áhugar og drívmegir hann ótil­ vitað er partur av. illustratión: pætur e. jensen Nevromarknaðarføring hevur onkur rópt tað. Endamálið er at siga hvørji økir í heil­anum verða drigin at einari vøru og hvørji ikki ikki vera. Úrslitið er ein heldur mystisk samgonga millum heila­granskarar og lýsingarídnaðin Hví keypa vit? »Úti á afrikonsku fløtunum yvirlivdi tú ikki einsamallur uttan ein fastan bólk. Klassiska dømi úr lýsingarvinnuni eru lýsingar ið t.d. enda við orðunum »ein millión longu seld!«. Skalt tú ikki fella uttanfyri bólkin, mást tú eisini hava ávísa fartelefon. Vørumerkið hjá bryggjarínum »Okkara« talar eisini greitt til sosialu drívmegina; kundin fær eina kenslu av at hoyra til og vera felags um vørumerkið. Eisini er áhugavert, at »okkara« er eitt orð vit nýta um okkara sosialu relatiónir í gerandisdegnum. Á tann hátt kann vørumerkið gera sær vónir um, at kundin hugsar um tað, tá hann nýtir orðið í øðrum samanhangi. Tryggingarfelagið Føroyar hevur við sínum lýsingum knýtt tryggleikatørv og tørvin á at hoyra til saman á snildisligan hátt. Vit minnast øll stóru lýsingina har fólk stóðu í ring kring alt landið. Lýsingingin gav hyggjarunum eina kenslu av at hoyra til at eina stóra og trygga familju.«