fríggjadagur 22. juni 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 71 · 22. juni 2012
14
VIKUSKIFTI
tí keypa vit
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Nevromarknaðarføring hevur onkur
rópt tað. Við mátingartólum og elek
trodum á høvdinum ber til at síggja á
einum skermi, hvussu heilavirksemi hjá
luttakarum ber seg at tá teir síggja og
hoyra úrvaldar lýsingar og boðskapir.
Endamálið er at siga hvørji økir í heil
anum verða drigin at einari vøru og
hvørji ikki ikki vera. Úrslitið er ein
heldur mystisk samgonga millum
heilagranskarar og lýsingarídnaðin.
Samstundis sum heilagranskarar hava
áhuga í at skilja menniskjanligan
atburð í samband við lýsingar, vørur
og keyp hevur lýsingarvinnan áhuga
í at skilja hvat hendir millum oyrini
á sínum kundum fyri at selja meiri.
Meiri lýsingarídnaðurin veit um
hugsunarháttin hjá móttakaranum,
størri sannlíkindi er fyri at raka rætt
við sínum marknaðarátøkum. Fleiri
fyritøkur bjóða seg nú fram at gera
heilaskanningar við marknaðarføring
í huga, og heimsumfatandi fyritøkur
sum t.d. Google, Microsoft og Walt
Disney hava tikið av møguleikanum.
Tey flestu ørminnast helst søgur um
loyndar boðskapir í kykmyndahøpi,
ið bert vardu eitt lítið brot av einum
sekundi meðan hyggjarin ikki varnaðist
boðskapin. Loyndu boðskapirnir skuldu
fáa hyggjaran at keypa sær t.d. eina kola
ella meiri poppkorn í filmsstøðginum.
Mikil ruðul stóðst av hesum og nógv
kjak um etisku avleiðingarnar av at
lýsa við einari vøru, ímeðan brúkarin
ikki var tilvitaður um átakið. Kjakið
er komi langt áleiðis síðani hetta, og
í dag verður nógv kjakast um »fair
play«. Um lýsingarídnaðurin kennir
okkara innastu loynidómar og veit júst
hvørjar knøttar í heilanum hann skal
trýsta á, fyri at fáa okkum at keypa,
hvat er so vorðið av persónsfrælsinum
og frælsa viljanum? »Mindcontrol«
rennir til hugs. Gamalt var, at okkara
tankar vóru okkara egnu. Í einum heimi
við vakmyndatólum í hvørjum króki, er
privat hugsan seinasti skansin ið ikki
er undir 24/7 eftirlitið. Men vitan um
hvussu okkara egni heili virkar, kann
bæði vera til okkara fyrimuns, men
samstundis geva teimum, ið vilja ávirka
okkum, eitt valdsmikið amboð.
Skulu forelska okkum
Tað er als ikki av tilvild, at pringles kips
dósirnar geva eitt ávíst ljóð tá vit opna
tær, at Bang & Olufsen vørur viga nógv
hóast hetta ikki hevur nakað beinleiðis
tøknligt endamál ella at Coca Cola er so
væl við jólamannin í sínum lýsingum,
vísir marknaðarfrøðingurin Martin
Lindstrøm í bók sínari »buyologi« á.
Tey vørumerki ið hava fingið vind í
seglini hava øll rakt seymin á høvdið.
Við at siga frá einari ávísari søgu um
sína vøru, tryggja tey sær at vit minnast
vørumerki og skapa eitt persónligt
tilknýti til tað. Bang & Olufsen fortelir
við síni fysisku tyngd eina søgu um
styrki, status og úthaldni, ímeðan
ljóðið av pringlesdósum sigur nakað
um frískleika. Minnisgransking hevur
staðfest, at vit minnast best tað ið er
partur av einum ávísum høpi, helst
av kensluligum slag, heldur enn ein
stakar lutir ella hendingar. Einamest
kenda vørumerkið í heiminum, Coca
Cola, setir við sínum lýsingum um jóla
mannin, vørumerkið hjá sær í samband
við góð og hugvekjandi minnir frá
barndóminum. Vónin er at vit, hvørja
ferð jólini nærkast, skulu fáa hug at
gera Coca Cola til part av hugnanum.
Sýnið av einum jólamanni skal helst
vera nokk at vit keypa Coca Cola, uttan
at tað er neyðugt við nakrari beinleiðis
lýsing fyri vøruna. Kend vørumerkir
hava til endamáls at skapa eitt kenslu
ligt tilknýti, júst við at vera nakað fólk
kenna aftur. Við hesum spæla tey uppá
tørvin á tí kenda og trygga í einum
støðugt umbroytiligum heimi. Coca
Cola og Mac Donalds eru tey somu
hvar tú so ert í heiminum. Kundin veit
hvør uppliving bíðar honum, velir hann
at taka av.
Martin Lindstrøm vísir á, at tað
ikki bert eru søgur ella ímyndir sum
eru avgerandi, men eisini luktir, litir
og ljóð spæla ein stóran leiklut. Hann
vísir á, at bilframleiðarar spreiða ein
ávísan kendan lukt inn í bilin, fyri at
fáa hann at »lukta nýggjan«, ein lukt
sum keyparin kennir aftur. Samstundis
sum hønir ofta fáa litevnir fyri at fáa
Okkara ella Føroya Bjór? Apple ella Samsung? Toyota ella
BMW? Heilagranskarar royna at avdúkað, hví vit vera drigin at
ávísum vørumerkjum. Og lýsingarídnaðurin fíggjar stóran part
av granskingini, við vón um at skilja okkara keypsatferð
Okkara
heilar
til sølu