Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 60

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 | VOXBOTN 2012 | LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 18-25 Ein av føroysku bólkunum sum fara á pallin í Vágsbotni leygarkvøldið, er Bet You Are William, sum ikki hevur verið á palli í tvey ár. Í 2006 varð bólkurin Bet You Are Williams settur á stovn, og stutt eftir gjørdist bólkurin vælumtóktur við fleiri hittløgum. Fløgan “See Inlaid Heart For Details” kom á marknaðin í 2008, og tá hittaði bólkurin við løgum sum “Here We Go, Stereo”, “Dynasty” og “Slick Sense”. Eftir fyrstu fløguna framførdi bólkurin nógv kring landið, men nú eru tvey ár síðani, at bólkurin seinast framførdi. - Vit gleða okkum heilt ótrúliga nógv at spæla aftur. Vit hava jú ikki spælt í næstan tvey ár, so spurningurin er, um vit duga longur. Men vit fara so avgjørt at gera okkara besta, sigur Petur Háberg. Petur Háberg vísur á, at bólkurin hevur fleiri nýggj løg, sum verða framførd á Voxbotn. - Hóast vit ikki hava spælt í langa tíð, so er framvegis nógv nýggj løg, sum eg havi gjørt síðani fløgan kom út, so vit lova bæði nýtt og gott gamalt, sigur Petur Háberg. • Afturvið góðum tónleiki er eisini gott við onkrum leskiligum mati og drekkivørum. Og tað verður tað eisini møguleiki til á Voxbotn 2012. Ætlanin er at hava eina grillveitslu, har kokkar koma at grilla kjøt, búffar, pylsur v.m. Tað eru Hvonn, Etika og Café Vágsbotn sum koma at standa fyri allari útisølu av bæði mati og drekkivørum í Vágsbotni. Og har verður alt møguligt leskiligt á skránni - líka frá sushi til gillaðar búffar. Eisini verða Føroya Bjór øltjøld sett upp kring økið, soleiðis at fólk kunnu fáa sær okkurt gott at drekka gjøgnum dagin og út á náttina. Sjáldsom framførsla frá Bet You Are William Safir glitrar aftur Skemtiliga 90ára duettin Safir, sum sang um herliga lívið og at nýta høgru er klár at framføra til risastóra Voxbotn tiltakið nú leygarkvøldið. “Eg brúki høgru hvønn einasta dag - Havi enntá Filmnet, men bara mikudag”. Hvør minnist ikki Høgra Jam? Hetta var eitt av teimum heilt stóru hittinum hjá Safir. Teirra bland av stuttligum og viðkomandi tekstum settir til vakran fólkakendan tónleik, gjørdi Safir til ein av best umtóktu bólkunum í Føroyum í 90 árunum. Men síðan teir fóru hvør til sítt síðst í seinastu øld, hevur verið langt ímillum framførslurnar, tí verður tað forkunnugt at hoyra teirra væl klingandi sang og spæl aftur á Voxbotn leygarkvøldið. Safir byrjaði sum eitt hugskot í 1995. Hugskotið snúðið seg stutt og greitt um at spæla tónleik og hava tað stuttligt. Og sigast má, at hetta var eitt gott hugskot. Tí hesir báðir garpar skrivaðu og framførdu tónleik, sum føroyingar av álvara tóku til sín. Løg teirra vóru tráspæld í Útvarpi Føroya (sum tað tá æt), og fólk typtust inni í hølunum, har teir framførdu. Safir gav út eina fløgu í 1996, og hon var stak væl móttikin. Fløgan gekk sum heitt breyð, og varð seld í umleið 2000 eintøkum, sum er heilt nógv í føroyskum høpi. Serliga lagið "Tú ert so deilig" stóð seg væl í hittlistanum "15 tær bestu", og lagið spøkir enn í loftmiðlunum. At Tórshavnar Mannskór eisini hava gjørt sína egnu útseting av lagnum, vitnar eisini um góðskuna. Men so líðandi løgdu teir báðir gittaran og celloina frá sær, og duettin tagnaði í 1998. Men í 2006 var aftur boð eftir teimum. Tá vóru teir bidnir um at luttaka í Asfalt festivalinum, ein framførsla sum var ein brakandi succes. Tað var stúvstappað til konsertina, og fólk geylaðu við til løgini. Framførslan vísti, at hóast 8 ár vóru liðin, síðan seinastu framførslu, so var teirra spíski og vælkomponeraði tónleikur enn líka aktuellur og fangandi. Nú fáa vit endiliga aftur høvið at syngja saman við Safir. Allir føroyingar kunnu tí gleða seg til ein glitrandi gimsteim millum allar hinar gimsteinarnar niðri í Vágsbotni leygarkvøldið. • Matur, grillveitsla og øltjøld Á stórapalli kl. 18.00 Á stórapalli kl. 23.30