Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 61

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VÆLKOMIN TIL HAVNAR Nú hevur Havnin leingi verið í várskrúð, pisurnar eru klæktar, vit eru farin um Summarsólstøður og besta tekinið um veruligt summar er her: Livandi tónleikur í býnum! Tað gerst enn einaferð hugaligari at koma til Havnar. Voxbotn er eitt nýtt átak, sum vit vóna er komið fyri at vera, ein heilt serstøk uppliving fyri bæði havnarborgarar og vitjandi. Dagurin er á tremur av góðum tónleiki, útlendskum sum føroyskum. Alt bendir á, at vit verða sera mong, ið nýta høvið at vitja oman í Vágsbotn til hetta einastandandi høvið! So verið hjartaliga vælkomin til Havnar – til Voxbotn í Vágsbotni! Heðin Mortensen borgarstjóri 2012 LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 | VOXBOTN 2012 | 5 18-25