fríggjadagur 22. juni 2012síða 62
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er eingin ivi um, at Divaz í
dag teljast ímillum best umtóktu
bólkarnir í Føroyum. Tær
tríggjar, Anna Maria Olsen,
Malan Eyðunsdóttir og Laila
Carlsen hava við vælsvingandi
sangi, karisma og einastandandi
góðum røddum sungið seg inn í
elituna innan tónleik í Føroyum.
Allar tríggjar er vælkendar innan
føroyska tónleikaheimin. Vit
kenna tær frá fleiri tónlistarligum
samanhangum, og tær hava allar
verið viðurkendar songkvinnur
seinastu mongu árini.
Eingin ivi er um, at røddirnar
hjá Onnu Mariu, Maluni og
Lailu hóska ógvuliga væl saman,
og saman við teirra dugnaligu
tónleikarum gongur alt upp í
eina hægri eind.
Úr hvør sínum
tónleikauniversi hittast tær
tónlistarliga í hesum høpi, og
skapa eitt heilt serligt ljóð, sum
ikki er hoyrt her á landið áður.
Teirra tónlistarligi stílur er
ein blanding av nýggjum og
gomlum. Ein samanrenning av
fangandi poppløgum, vøkrum
R&B balladum, pumpandi Rock
N’ Roll og frekur Soul og Diva.
Malan Eyðunsdóttir, Anna
Maria Olsen og Laila Carlsen
hava ógvuliga dugnaligar
tónleikarar aftrat sær, sum
allir eru kendir innan føroyska
tónleikaheimin. Talan er um
trummuleikaran Henning
Nicodemussen, ið vit millum
annað kenna frá Kjølum, All
That Rain, Jens Marna Band,
Brandur Enni, Rox og fleiri
øðrum bólkum. Gittarleikarin
er Jóhan Ziskason, sum er best
kendur frá bólkinum Mark No
Limits, men sum eisini hevur
framført við ymsum øðrum
bólkum seinastu árini. Bjarki
Meitil er bassistur við drúgvum
rondum.
Hann hevur verið hinumegin
Atlantshavið og nomið sær
útbúgving, og er ein bassleikari
við kanti, dirvi og tónlistarligari
orku. Bjarni Lisberg er ein
ungur harri við heilt serligum
gávum. Hann er eitt nýtt navn
í føroyskum tónleikahøpi, og
sambært kvinnunum í Divaz, so
telist hann millum teir allar bestu
ljómborðsleikararnar í landinum.
Tað er eingin ivi um, at
hesar kvinnurnar kunnu gera
ein hvønn sang til sín egna, og
tað fara tær eisini at prógva
saman við sínum bólki, tá ið
tónleikatiltakið Voxbotn er á
skránni leygarkvøldið. •
DIVAZ
forføra
Voxbotn
Á stórapalli kl. 19.30
Dómadagsmálmur frá Hamferð
Ikki eru trý ár farin um bak
síðan Hamferð av álvara byrjaði
at gera um seg á føroyska og
altjóða tónleikapallinum.
Og hóast ferðin hevur verið
drúgv, hevur tað gingið metskjótt
hjá teimum at gera sítt navn
galdandi í Føroyum.
Í 2010 vóru teir kosnir
ársins nýggi bólkur einki minni
enn tvær ferðir, og góvu tá
framførslur um alt landið.
Við samanrenningini av
eksplosivum dómadagsmálmi
og serkendum føroyskum
sorgblídni talar tónleikurin til
ein fjølbroyttan lurtaraskara,
og tónleikurin hevur vunnið
fjepparar í mongum av heimsins
hornum.
Í stuðul av teirra útgávu,
"Vilst er síðsta fet", hevur
Hamferð í 2011 ferðast víða um,
millum annað norður til Íslands
og smáir tíggju túsund kilometrar
runt í Evropa saman við so
víðagitnum bólkum sum Týr,
Skálmold(IS), Crimfall(FI) og
Moonsorrow(FI).
2012 hevur ikki verið
minni spennandi fyri bólkin.
Hamferð bleiv fyrr í ár kosin
til at umboða Føroyar í altjóða
tónleikakappingini Wacken
Metal Battle. Hetta inniber
eina konsert á Wacken Open
Air 2012, sum óivað er heimsins
størsti tungmálmsfestivalur.
Restin av árinum ber við sær
stórar hendingar fyri Hamferð
og áhugaði. Nýggja útgávan
verður smíðað, og nakrar fáar
eksklusivar framførslur fylgja
undan henni. Harímillum nú
leygarkvøldið niðri í Vágsbotni. •
Á stórapalli kl. 21.00
Trubadururin Eyðun Nolsøe
verður partur av tónleikaligu
manningini leygarkvøldið.
Eyðun Nolsøe telist uttan
iva millum teir allar bestu
tónasmiðirnar í Føroyum.
Við einari ørgrynnu av hittum
aftanfyri seg trínur Eyðun Nolsøe
á lítla pallini í Voxbotni.
Vit kenna best Eyðun Nolsøe
frá Frændum, sum í næstan 30
ár hevur ríkað føroyingar við
sínum fangandi, tjóðskaparligu og
inniligu løgum.
Løg sum 80’ini, Dupult Song,
Eros, Mítt Land, Føroyar og fleiri
onnur Frændur løg eru at meta
sum tey bestu í Føroya søgu.
Umframt Frændur hevur Eyðun
Nolsøe eisini givið út tvær solo
fløgur, sum eisini hava prógvað
hansara virði sum tónasmiður. •
Eyðun Nolsøe
eisini á pallin
6 | VOXBOTN 2012 | LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03
18-25