fríggjadagur 22. juni 2012síða 63
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 | VOXBOTN 2012 | 7
18-25
Leygarkvøldið fáa føroyingar
høvi at hoyra ein tann besta
rokkbólkin í Føroyum, tá ið Týr
trína á pallin í Vágsbotni.
Í byrjanini av hesi øldini
tók Týr fjøldina á bóli, tá ið
“Ormurin Langi” hittaði um alt
landið. Teir sprændu nýtt lív í
føroysku kvæðini, og skjótt slógu
túsundtals unglingar í ring, og
kvóðu við til Ormin Langa.
Síðani hevur bara gingið ein
veg hjá bólkinum. Týr eru í dag
vorðnir eitt kent navn uttanfyri
Føroyar. Teirra norðurlendska,
víkinga stílur er nakað heilt fyri
seg, og hendan serstaka stílin
hava túsundtals fólk kring allan
heimin tikið til sín.
Nú fáa føroyingar møguleikan
at uppliva Týr aftur í Føroyum.
Voxbotn hevur fingið hesar
víkingar at undirhalda fyri
gestunum leygarkvøldið,
Týr hava útgivið seks fløgur.
Tann fyrsta kom á marknaðin
í 2002, og bar hon heitið How
Far to Asgaard. Síðani kom Eric
the Red í 2003. Ragnarok í 2006,
Land í 2008, By the Light of the
Northern Star í 2009 og The Lay
of Thrym í 2001.
Manningin í Týr er Heri
Joensen, sum syngur og spælir
guitar. Terji Skibenæs, sum spælir
guitar. Gunnar H. Thomsen, sum
spælir bass, og Kári Streymoy,
sum spælir trummur. •
Á stórapalli kl. 22.15
Danski coverbólkurin robbie.dk
fer at enda Voxbotn 2012 við at
framføra alt tað besta hjá Robbie
Williams.
Við yvir 300 konsertum kann
bólkurin Robbie.dk nú kalla seg
fyri best umtókta coverbólk í
Danmark. Bólkurin er kendur
fyri at vera tann festligasti
bólkurin í Danmark, sum
meistarliga spælir løgini hjá
heimskenda Robbie Williams.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Robbie.dk spæla í Føroyum.
Áður hava teir vitjað í eitt nú
Rex, og hevur undirtøkan verið
góð. Vitjanirnar í Rex hava
eisini víst fyrireikarunum, at
bólkurin veruliga telist millum
teir festligastu bólkarnir í
kongaríkinum.
Á odda stendur Søren
Haugaard Pedersen, sum sigur
seg altíð vilja verða “Robbie
Williams for one night”, og
ummælarar í Danmark hava
ferð eftir ferð sligið fast, at rødd
hansara er so tætt at røddini hjá
Robbie Williams, at tað er trupult
at hoyra munin.
Eitt nú hevur ein ummælari í
Danmark skrivað hesi orð:
- Tá ið Robbie geva seg heilt
út, er tað sum at vera á pallinum
við tí veruliga Robbie Williams.
Forsangarin er ein ótrúligur
sangari og framførari.
Bólkurin reypar sær eisini
av at vera provokerandi,
sjarmerandi og forførandi, og
lýsa av einum sjálvsáliti, sum bert
Robbie Williams hevur.
Síðani 2002 hevur bólkurin
spælt yvir 300 konsertir, og fleiri
eru á skránni aftur í ár. Robbie.
dk spæla øll tey stóru hittini hjá
Robbie Williams – alt frá Angels,
Rock DJ og Feel til Tripping, You
Know me og Bodies.
Seinastu árini hevur bólkurin
eisini spælt á fleiri stórum
festivalum í Danmark, umframt
á ymsum spælistøðum, kafé’um
og náttarstøðum í Danmark,
Svøríki og í Føroyum. Nú verður
so høvi hjá føroyingum at rokka
til Robbie Williams løg við
einum av bestu coverbólkunum í
kongaríkinum. •
Víkingarokkur í Voxbotni
Robbie.dk
- næstan betri enn tann veruligi
Á stórapalli kl. 01.45