Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 64

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 | VOXBOTN 2012 | LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 18-25 Sleepless Ghosts á Voxbotn Tá ið Havnin bjóðar til eindags festival leygardagin, verður tað eisini við tónum frá vinnarunum av Sement 2012. Sleepless Ghosts gjørdist av álvara um seg, tá ið bólkurin megnaði at vinna tónleikakappinga Sement 2012. Sleepless Ghosts megnaðu við einum brakið at taka áskoðarar til Sement 2012 av bóli. Tað ristist í Perluni tá Sleepless Ghosts spældu sítt síðsta klimaks. Spennandi var hetta kvøldið, tí at talan varð um eina harða kapping, sum endaði við, at Sleepless Ghosts fóru avstað við sigrinum. Menninir í bólkinum lýsa teirra tónleik sum flótandi, sveimandi, atmosferiskan, eksperimentalan, instrumentalan post-rokk. Post-rokk sjangran er kanska ikki so kend í Føroyum og ber ofta brá av instrumentalum elementum, vanliga tveir gittarar, ein bass og trummur. Sleepless Ghosts hava tó ein gittar og synthspælara. Teir hava fingið íblástur úr tónleiki allastaðni kring heimin. Frá Japan, yvir um Stillahavið til tað Lovaða Landi og allan vegin yvir til Evropa. Sleepless Ghosts hava verið í studio hjá Studio Bloch, og verður tí ein EP úti á gøtuni um ikki alt ov langa tíð. Bólkurin spælir á stóra pallinum leygardagin, og teir fýra í bólkinum lova, at tað verður ein heilt serstøk uppliving fyri áskoðararnir. Í bólkinum er ein Eiðis maður, Dan Andreasen, sum spælir Synths og programmerar, ein Fuglfirðingur, Geir Mohr, ið spælir gittara og tveir Syðrugøtumenn, Hjørtur Lamhauge, sum spælir Bass og Synth og Fríði Paulason Hentze, ið spælir trummur. • Á stórapalli kl. 17.00 Tá ið Voxbotn fer av bakkastokki leygardagin kl. 15.00 verður eisini eitt stórt JollyLand til børn, sum inniber hoppiborgir, sumodraktir, el-bilar, trambolinur og mangt annað. JollyLandið er á parkerings- økinum á Vaglinum, á parkeringsøkinum hjá Hvonn og uttan fyri Perluna í Tórsgøtu. Á Vaglinum verður eitt hoppiland við fimm stórum hoppiborgum. Á parkeringsøkinum hjá Hvonn verður sokallað “sumobrydning” fyri børn, har tey lata seg í sumodraktir og berjast móti hvørjum øðrum. Har verður eisini ein gladiatorbani, og teir vælumtóktu el-bilarnar, sum børnini kunnu koyra í. Uttanfyri Perluna verða tær kendu trampolinirnar, sum børnini kunnu jolla sær í. JollyLand er opið leygardagin frá kl. 15 til 21 og atgongumerki til JollyLand kostar bara 100,- kr. fyri børn úr 5 ár til og við 13 ár. Tá kunnu tey frítt royna alt í JollyLandinum og hava eisini atgongd til allar konsertirnar. Umframt hetta so verður eisini okkurt spennandi til sølu til børnini, eitt nú crepes, pannukakur, belgiskar vaflur, softice, heit kakako, sodavatn og annað. Tað verður eisini undirhald fyri børnunum, har eitt nú Tórmóður Djurhuus, sum gjørdist nr. 2 í Barna-prix'num, fer at rappa og vinnarin av Talent 2012, Marianna Nagata fer at syngja. Eisini fara eldblásarar at undirhalda. Tað er Føroya Bjór og Jolly sum eru høvuðsstuðlar hjá JollyLandinum. • Stórt JollyLand til børnini