Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 65

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 | VOXBOTN 2012 | 9 18-25 Vit kenna hann frá Páll Finni Páll, við øllum teimum góðu og til tíðir fúlu sangunum. Finnur Koba verður sjálvandi við, tá Voxbotn fer av bakkastokki nú leygarkvøldið. Finnur hevur kassaguitarin við og fer at undirhalda á lítla pallinum, meðan stóri pallur verður gjørdur klárur til næsta bólk. Finnur fer at spæla øll síni kendu løg, kanska okkurt nýtt umframt kend útlendsk løg, har øll kunnu syngja við. • Hesir ungu fýrarnir eru vanir við at fáa fólk í góðum lag við sínum góða tónleiki. Dánial Gomez Gudjonsson og Bjarki Hansen hava spælt saman í 3 ár og blivu nr. 2 í kappingini Sement 2010. Teir hava spælt til summar- festivalar, til brúdleyp, til føðingardagar og endaveitslur. Og harafturat hava teir spælt sum trubadurar á flest øllum barrum í Føroyum umframt á Skarv í Keypmannahavn. • Bleytur rokktónleikur fær eisini innivist leygarkvøldið, tá ið Havnin bjóðar til eindagsfestival. Lady Fire vóru nógv at hoyra fyri nøkrum árum síðani, men seinastu tvey árini hava vit nærum einki hoyrt frá bólkinum. Onkur av limunum hevur verið virkin í øðrum bólkum, onkur hevur verið búsitandi í Danmark, og onkur hevur verið á Barentshavninum. Men fyri góðum hálvum ári síðani leitaðu limirnir í Lady Fire sær aftur í venjingarhølið, og síðani hava teir vant og arbeitt við nýggjum tilfari, sum nú skal framførast. Fyri stuttum framførdi bólkurin í Sirkus í Havn, og vóru teir sera væl móttiknir. Oddamaðurin í bólkinum Filip Mortensen sigur, at nøkur nýggj løg vera á skránni, eins og nøkur eldri løg vera framførd. Tónleikurin kann sigast at vera bleytur rokkur, og teir leggja seg eftir at hava tað grundleggjandi instrumentini í hásæti, so sum guitar og trummur. • Tá ið Voxbotn fer av bakkastokki leygarkvøldið verður tað eisini við einum Studentatjaldi, sum borðreiðir við alskyns dj’arum allan náttina. Tjaldið við diskarunum verður undir Bryggjubakka, har dj’arar diska allan dagin og alla náttina. Hetta er eitt stað til teirra, sum júst hava fingið húgvuna. Mong eru tey, sum júst eru liðug við sína miðnámsútbúgving, og hesi fáa sítt heilt egna stað á Bryggjubakka. DJ’arar vera DJ Andru og DJ Falkenberg & Nolsöe, sum eru best umtóktu DJ'ararnar í REX, og so verður ein forkunnug vitjan frá tí besta dj’aranum í Danmark í 2010, DJ REX, og verður tað hesin, sum endar ballið í tjaldinum. Fyrireikarar siga, at í tjaldinum verða góðar umstøður til at fáa sær okkurt leskiligt. Endamálið við tjaldinum er at geva miðnámsnæmingunum eitt stað at hugna sær saman við øðrum pisum. • Lady Fire við bleytum rokki Á stórapalli kl. 16.00 Finnur Koba á kassaguitara Dánial Gomez & Bjarki Hansen Dj’arar diska í Studentatjaldinum DJ REX (DK)