Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 3 Um vikuskiftið skipar »Grót« fyri konsert í Losjuni í Gøtu Konsertin verður í kvøld, fríggjakvøld og byrjar kl. 21. Tey sum fara at spæla eru: Visivindin úr Svø- ríki og Høgni Lisberg & Knút Eysturstein. Visivindin er ein bólk- ur av lesandi á Nordiska Visskolan í Svøríki. Tey eru í løtuni á stuttari konsertferð í Norður- londum og koma hend- anevgin í hesum sam- bandi eisini. Tey fram- føra tað í best kann lýs- ast sum fólka-rokkur. Høgni Lisberg og Knút Eysturstein fara at framføra egin løg. Høgni av fløguni sum kom út stutt fyri jól. Og Knút fer at framføra egin løg hann er í ferð við at geva út til eina komandi solo-fløgu. Grót: Konsert í Losjuni í Gøtu Í dag – sjálvan grækar- ismessudag – býta Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen sess, og so er Høgni Hoydal fólkatingsmaður Á Ríðibananum á Christiansborg skipar Norðuratlantsbólkurin fyri móttøku í sambandi við skiftið hjá Tjóðveld- isflokkinum á fólka- tingi. Ríðibanin er partur av Christiansborg. Í kjall- aranum eru hestarnir hjá Margrethu Drotning, og í erva hava fólkatings- menn skrivstovur, teirra millum Tórbjørn Jacob- sen og nú Høgni Hoy- dal. Høgni Hoydal varð valdur á fólkating á vali- num 21. november í 2001. Av tí at hann var landsstýrismaður, kundi hann ikki røkja fólka- tingsstarvið eisini, og tí tók Tórbjørn Jacobsen við - hann var næstur á listanum. Men fríggjadagin tek- ur so Høgni Hoydal við sessinum - og sleppur nú á fyrsta sinni at royna seg sum fólkatings- mann. Tað er bert ein annar tjóðveldismaður, sum er valdur á Fólkating. Tað var Ellintur Patursson, sum varð valdur á fólka- ting í 1973 og 1975. Hann fall fyri Paula Ell- efsen úr Sambands- flokkinum í 1977 Høgni á Fólkating Mikudagin kom Ternan av beding á Skála, eftir at árliga eftirlitið er lið- ugt. Ternan fer tó ikki aftur í sigling um Leir- víksfjørð. Tann 2. februar varð Sam settur í sigling saman við fyrst Ternuni, og síðani Dúgvuni, meðan hesi vóru til ár- ligt eftirlit. – Skipanin síðani 2. februar hevur eydnast væl, ikki minst tí at Sam siglir sum farmaskip við framíhjárætti fyri last- bilum og trailarum. Tað var tí eitt ynski frá fleiri pørtum, at skipanin helt fram, til komið er á mál við einari varðandi loysn fyri siglingina um Leirvíksfjørð, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi. Strandfaraskip Lands- ins rokna við, at tað fara at ganga 2-3 vikur, til fyrireikingarnar til nýggju ferðaætlanina eru lidnar. Í hesum tíð- arskeiði vísa tey til galdandi ferðaætlan fyri Dúgvuna og Sam. Sam heldur fram á Leirvíksfirði Semingsmenninir eru komnir upp í samráð- ingarnar millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðs- gevarafelag um sátt- málan fyri limir Starvsmannafelagsins á Føroya Tele ARBEIÐSMARKNAÐUR Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Steðgur er í samráðingu- num millum Starvsmanna- felagið og føroya arbeiðs- gevarafelag um sáttmálan fyri limir Starvsmannafel- agsins á Føroya Tele. Sem- ingsmenninir eru boðsend- ir. Semingsmenninir, Jógv- an Amonson og Alfred Pet- ersen, hava boðsent pørtu- num at koma á fund á mid- degi leygardagin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, for- maður í Sarvsmannafelag- num. Sáttmálin er longdur til á midnátt sunnukvøldið. Ósemja er um sjálva løn- arammuna, og ta ósemjuna skulu semingsmenninir so royna at loysa áðrenn á midnátt sunnukvøldið. Semingsfundur leygardagin Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvs- mannafelagsins »Takk fyri gott samstarv«, fer Tórbjørn Jacobsen í dag at siga teimum báðum gørnlendkus fólkatingsmonunum, Lars Emil Johansen og Kupiik Kleist – nú Høgni Hoydal tekur yvir fólkatingssessin Søgusavnið »Píla- grímar« eftir Hanus Kamban komið út í danskari umseting BÓKAÚTGÁVA Í 2001 læt føroyski rithøv- undurin Hanus Kamban úr hondum sítt fjórða stuttsøg- usavn. Í bókini, sum hevði heitið PÍLAGRÍMAR, vóru níggju stuttsøgur. Mentun- argrunnur Studentafelag- sins gav bókina út. Henda bókin er nú út- komin í dansakri týðing. Útgevari er Fiskers Forlag. Á bakpermuni upplýsir for- lagið, at høvundurin við hesum savni tekur til bók- mentaliga umrøðu tjúg- undu aldar skurslaðu píla- grímar, á veg móti ástar- tokkans, skaldskaparins ella utopiska samfelagsins Mekka. Søgurnar ferðast í rúmi millum Sovjetsam- veldið í 30-árunum, Monta- gnola í Sveits, danskt og e- uropeiskt stórbýarum- hvørvi, tað afturlatna før- oyska bygdasamfelagið. Miðdepil í savninum er søgan »Tann hvíti maður- in« – um ein fanga, sum – rýmdur undan hemingum í síni fortíð – er á ferð móti dómkirkjuni í Canterbury. Bókin var í uppskoti til at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2003. Kirsten Brix, lektari, hevur týtt PÍLAGRÍMAR til danskt. Bókin, sum kostar 142 krónur, er at fáa í føroyskum bókhandlum. Føroysk bók í danskari týðing Á Tvøroyri fara tey at gera eitt sindur meiri burturúr Grækaris- messu, enn tey plagdu GRÆKARISMESSA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag er 12. mars og sostatt er grækarismessa. Í dag er nevniliga dagurin, tá ið tjaldrið, tjóðfuglur okkara, formliga kemur til landið og tann dagurin verður há- tíðarhildin kring alt landið. Eisini á Tvøroyri fara tey at hátíðarhalda grækaris- messu og har fara tey at gera eitt sindur meiri burt- urúr, enn tey plagdu. Í ár eru tað kappróðrar- felagið á Tvøroyri og felag- ið Naddoddur, sum skipa fyri haldinum. Og tað byrj- ar alt samalt klokkan 17.30 í dag við kappróðrarneyst- ið. Har verða tveir kap- próðrarbátar hjá felagnum flotaðir. Har er ætlanin at Naddoddur skal liggja og bíða eftir teimum og somu- leiðis koma eisini tveir kappróðrarbátar úr Vági norður at at vera við í tiltakinum. Gamlir rógvarar hjá kappróðrarfelagnum á Tvøroyri og gentumanning- in á Firvaldi, fara siðani at rógva, saman við Nadoddi og teimum báðum vágs- bátunum, vestur í neystið hjá Naddoddi. Har verður sangur og Jónsvein Bech, prestur, fer at halda røðu og har fer eis- ini Tvøroyrar Kommuna at bjóða fólki kakao og bollar. Men alt hetta er treytað av, at veðrið verður gott í morgin. Viðrar ikki, er ætl- anin at hava grækaris- messuhaldið leygardagin í- staðin. Nú hevur Danmarks Radio gjørt av, at sjónvarpslæknin skal gera tvær sendingar úr Føroyum í summ- ar. Læknin kemur til landið seinastu vik- una í mai og steðgar tvær vikur SJÓNVARP Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Sendingarnar, sum danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling fer at gera úr Føroyum, verða tvær í tali. Tær hava fyrst og fremst til endamáls at varpa ljós á føroyska sjúkr- ahúsverkið. Ætlanin er somuleiðis at gera innsløg frá øllum trimum sjúkra- húsunum í landinum, har fylgt verður við sjúkling- um. Danski læknin sigur seg vera sera ovfarnan av, hvussu væl føroyska sjúkr- ahúsverkið virkar, og vil hann fegin lýsa tað í hesum sendingunum. Fyrireikararnir av vitjan- ini hjá læknanum her í Før- oyum herfyri, IRIS úr Klaksvík, hava júst verið í Danmark, har teir hava fundast við leiðsluna á DR um, hvussu alt skal fyri- skipast í sambandi við sendingarnar. – Okkara leiklutur kemur at verða umboð fyri báðar partar. Ella rættari eitt mill- umlið millum DR og sjúkr- ahúsverkið. At útvega kont- aktir og annað, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av teimum í IRIS. Hann sigur frá lækna- num, at hesin varð so posi- tivt yvirraskaður av Føroy- um, tá hann var her, og hann ætlar at seta ljós á tey góðu og vælvirkandi viður- skiftini her í landinum í sín- um sendingum. Danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling kemur hendanvegin aftur í mai og steðgar sum sagt í tvær vikur. Rógva og røða á grækarismessu Læknin fer at gera sendingar úr Føroyum Peter Qvortrup Geisling fer at gera tvær sendingar úr Føroyum, sum skulu takast upp síðstu vikuna í mai og fyrstu í juni Tvøroyar Kommuna fer ikki at góðtaka uppskotið um at strika endurgjaldið til kommunurnar, tá far- leiðir hjá Strand- ferðsluni verða fluttar ella niðurlagdar. Kommunan stendur til at missa stívliga átta milliónir ENDURGJALD Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Ein nýggjur trumfur er komin á borðið í stríðnum millum Tvøroyar Komm- unu og Vinnumálaráðið um havnina og ikki minst havn- argjaldið á Drelnesi. Trumfin eigur Vinnumál- aráðið, sum við uppskoti- num um at strika endur- gjaldið til tær kommunur, har sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni verða flutt- ar ella niðurlagdar, ætlar at spara 16,2 milliónir krónur. Sum er koyrir eitt rættar- mál millum Strandferðsl- una og Tvøroyar Komm- unu, eftir at kommunan á sumri 2002 av sínum ein- tingum valdi at hækka havnargjaldið fyri Smyril úr 58.000 krónum upp í 152.000 krónum um mán- aðin. Tað hevði kommunan formliga loyvi til, eftir at landsstýrið í 2000 gav kommununum heimild til sjálvar at áseta havn-ar- gjaldið. Men ein tílík hækking var meira enn Strandferðsl- an, og harvið Vinnumála- ráðið, kundi góðtaka, og tí- skil endaði málið í rætti- num. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri, verjir í dag stóru hækkingina á havnargjaldinum. Hann vísir á, at økið á Drelnesi kravdi stórar ábøtur, og tá landið ikki fekst at bera part av kostnaðinum, valdi kommunan at hækka gjald- ið. Í mai mánað í fjør bað Vinnumálaráðið Løgmála- ráðið um eina meting av, hvørt Tvøroyrar Kommuna hevði rætt til at hækka gjaldið. Men í svari, dag- fest 13. oktober, staðfestir Løgmálaráðið, at ivasamt er um til ber at vísa á, at kommunan hevur framt nakað brot, og at einki grundarlag er at seta rætt- arlig tiltøk í verk móti kommununi sambært kommunustýrislógini. Strikar endurgjald Málið um hækkingina av havnargjaldinum er ikki av- greitt, men nýggja uppskot- ið um at strika endurgjaldið til kommunurnar broytir støðuna rættuliga nógv. Fær Tvøroyrar Kommuna viðhald í sakarmálinum móti Strandferðsluni, hevur kommunan rætt til 7,9 mill- iónir krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku, tá nýggja samferðsluhavnin verður tikin í nýtslu. Men verður uppskotið samtykt, kann Tvøroyrar Kommuna í síðsta standa eftir við svartaper, og einki endurgjald fáa. – Vit kunnu ikki góð- taka, at endurgjaldið verður strikað, staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Hann vísir á, at hóast landið á sinni rindaði mill- um 50 og 60 prosent av kostnaðinum av havnini á Drelnesi, so hevur Tvøroyr- ar Kommuna eisini havt stórar útreiðslur í hesum sambandi. Og sjónarmiðið um at Tvøroyri fær eina nýggja og betri havn í staðin rínur ikki við borgarstjóran. – Samferðsluhavnin er skræddaraseymað til Smyr- il, og hevur einki við hetta málið at gera, slær Kristin Michelsen fast. – Tvøroyri hevur havt stórar útreiðslur av havnini á Drelnesi, og øll árini meðan skipini hjá Strand- ferðslan hevur siglt har, hevur havnin í stóran mun ikki kunnað verið nýtt til onnur endamál, tí strand- faraskipini hava ligið har, sigur borgarstjórin á Tvør- oyri. Torbjørn Jacobsen vil hava Jóannes Eides- gaard løgmann siga sína hugsan um út- sagnirnar hjá Óla Breckmann um flótt- afólk, ið hesin førdi fram í eini valsending í Útvarpinum. Eisini spyr tjóðveldisting- maðurin løgmann um habilitetin hjá Breckmann at sita í Norðurlandahúsi- num FYRISPURNINGUR Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tingmaðurin hjá Tjóðveld- isflokkinum sipar til val- sendingina »Í andgletti«, sum varð send í Útvarp- inum 12. januar. Í skrivligum fyrispurningi til Jóannes Eidesgaard, løg- mann, vísir Torbjørn Jacob- sen á fleiri úttalilsi hjá Óla Breckmann í hesi sending. Hann vísir á, at tá Óli Breckmann í sendingini varð spurdur um Fólka- floksins støðu til, hvørt Føroyar skulu taka ímótoi flóttarfólki, svaraði hesin, at tað kundi koma uppá tal í »ávísum ógvuliga av- markaðum førum«. Eisini vísir Torbjørn Jac- obsen á orðini hjá Óla Breckmann, har hann sigur seg halda, »at vit skulu halda flóttarfólk, serliga av tí muslimska slagnum, úti. Tí tey fólkini hava serliga ringt við at innrætta seg eft- ir umstøðunum í teim um londum, sum tey fossa inn í.« Og tingmaður Tjóðveld- isfloksins vísir á fleiri út- talilsi í somu sending. Mill- um annað: »Vit fara ikki at blaka Føroyar víðopnar fyri øllum tí drasli, sum rekist runt. Tað eru 20-30 milli- ónir flóttarfólk í verðini, og Føroyar eru for smáar til at taka so mikið sum ein lítlan brotpart inn«. Torbjørn Jacobsen vísir á, at hóast hesi úttalilsi hevur landsstýrið við Jó- annes Eidesgaard á odda valt júst Óla Breckmann at umboða Føroyar í Norður- landaráðnum. Og hann undrast á, at løgmaður og flokkur hansara, sum áður hava tikið frástøðu frá sjón- armiðunum hjá Óla Breck- mann, nú velja hann at um- boða føroysku tjóðina í Norðurlandaráðnum, har spurningurin um støðu Norðurlanda til heimsins neyðstøddu fólk sjálvsagt eisini verður og fer at verða viðgjørdur. Tí vil Torbjørn Jacobsen hava Jóannes Eidesgaard at svara, hvørt hann tekur undir við nevndu sjónar- miðum hjá Óla Breck- mann, hvat løgmaður held- ur um hesi sjónarmið, og um løgmaður heldur at tað tænir umdømi Føroya, at ein maður við tílíkum sjón- armiðum umboðar Føroyar í Norðurlandaráðnum. Tobbi spyr løgmann um Breckmann Grækarismessa á Sandi Heima á Sandi í Sandoynni verður grækarismessuhald í dag, har Jákup Reinert Hansen, prestur, heldur røðu. Haldið klokkan 17.15 við Bankan. Grækarismessuhal d í Runavík Grækarismessuhald verður á torginum uttan fyri Býráðshúsið í Runavík í dag, grækarismessudag, klokkan 18. Tóta Árnadóttir fer at flyta fram røðu, Nes Sóknar Hornorkestur spælir og skótarnir ganga skrúgongu. Til ber at keypa sær eina heita vaflu, kaffi og te frá skótunum. Skrúgongan fer frá Posthúsinum kl. 17.45, verður sagt úr Runavík. Loppumarknaður í Hoydølum Í morgin kl 13, leygardagin, skipar stud- entaskúlaflokkurin 02z fyri stórum tiltaki. Á skránni verður m.a. stórur loppumarknaður, bilvask, pony-ríðing, café og onnur tiltøk til børnini. 02z í Hoydølum skipar fyri tiltakinum í samband við, at tey skulu á námsferð til Lissabon í apríl mánaði. Vinnumálaráðið provokerar Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri C M Y K 3 2 Søkt verður eftir frítíðaravloysarum til ferða- mannadeildina at byrja skjótast gjørligt. Starvið fevnir um: • Avgreiðslu av ferðafólki bæði á skriv- stovuni, yvir telefon, telefaks og t-post • Bílegging av hotellum, summarhúsum, íbúðum, v.m. • Skipaavgreiðsla/Check-in • Vanligt skrivstovuarbeiði Førleikakrøv: Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur nakað av teldukunnleika og kann málbera seg á enskum og/ella týskum - bæði í skrift og talu. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi er røkin og hevur góð samstarvsevni. Setanarviðurskifti: Starvstíðin er frá nú av og til umleið 15. august/ 1. september Umsóknir: Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Smyril Line c/o Áki Jespersen Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til: booking@smyril-line.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjør- ligt. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Jespersen á tlf. 34 59 00. Frítíðaravloysarar Smyril Line varð stovnað í 1982, við tí endamáli at knýta saman londini í Norðuratlantshavi, Før oyar, Ísland, Noreg, Hetland og Danmark. Hvørt summar síðan 1983 hava fyrst gamla Norröna, ið hevði pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum, og síðani nýggja Norröna, sum hevur pláss fyri 1.482 fólkum og 800 persón bilum, siglt millum hesi lond. Høvuðsskrivstova felagsins er í Tórshavn. Eisini hevur Smyril Line skriv stovur í Danmark/Hanst holm, Noregi/ Bergen, Íslandi/Reykja vík og í Shetlandi/Lerwick. Agentar í Svø- ríki, Finnlandi, Týsk landi, Eysturríki, Sveits, Benelux, Frankaríki og Italia. Á ferðamannadeildini er møguligt at avgreiða allar ferðir, bæði við skipi og fl ogfari. Flogdeildin hevur við sínum IATA loyvi møguleika at avgreiða fl ogferðir kring allan heim. J. Broncks gøta 37 · Postsmoga 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo