fríggjadagur 12. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 50 - 12. mars 2004
Nr. 50 - 12. mars 2004
5
Sosialurin hevur lúrt
aftur um naknu
plakatina og inn í
Sjónleikarhúsið, har
sveittadropar renna í
seinastu venjingun-
um til bersøgnan og
ágangandi sjónleik
um nútíðar stórbýar-
samfelagið, har
menniskju leita eftir
samleika og kærleika,
men har royndirnar í
staðin ofta enda í
avskeplaðum, seksu-
ellum sambondum.
Við sterkum scenum
flyta ungu leikararnir
etisku mørkini, rysta
penu myndina av
samfelagnum og
avdúka frustratiónir,
desperatiónir og
einsemi
SJÓNLEIKUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldse
Maður møtir kvinnu møtir
manni møtir kvinnu...
Tað er mikukvøld í Sjón-
leikarhúsinum, bara tríggj-
ar dagar undan frumsýn-
ingini av leikinum Sleeping
Around. Við nál og tráð
roynir leikstjórin, Bárður
Persson, at hefta eina rond
á eina av kulissunum. Hann
reisist, skimast til ljóð-
mannin uppi á balkonini,
og bjóðar vælkomin. Sjálvt
ljóðanleggið argar í kvøld.
Løtu seinni er klárt at
venja eina av tilsamans tólv
sterkum og óvanliga ber-
søgnum scenum, ið við ein-
um væl innpakkaðum setn-
ingi »lýsa møti millum tvey
menniskju í stórbýarjungl-
uni.«
Men her er als einki inn-
pakkað. Dialogurin er harð-
rendur, til tíðir ekstremur,
og sker heilt inn á bein.
– Vit taka fimmaran, rópar
leikstjórin út í rúmið.
Bárður Persson hevur ilt
við at standa í frið. Hann
gongur aftur og fram, skim-
ast upp til ljóðmannin,
sessast, reisist aftur.
Flenna at øsing
Tveir av tilsamans seks
leikarum eru 21 ára gamla
Gunn Weihe Reinert úr
Havn og 20 ára gamli Jákup
Dahl úr Fuglafirði.
Meðan Gunn hevur fleiri
royndir, millum annað frá
sjónleikaraskeiðum, sjón-
leikum í skúlanum, Leik-
húsjólum og leikinum um
Pippi, so er Jákup eitt fekst
blað, ið ongantíð fyrr hevur
staðið á palli framman fyri
áskoðarum.
Síðsta skúlaár undirvísti
Bárður Persson í leiklist á
studentaskúlanum
á
Kambsdali, og har fekk
hann eyga á unga fuglfirð-
ingin, sum hann í dag lýsir
at vera ein sera ágrýtnan og
dugnaligan leikara, ið bæði
er djarvur og sum dugir at
brúka seg sjálvan. Og sjálv-
ur ivaðist Jákup ikki í at
taka av tilboðnum.
– Men kortini hevði eg
ikki væntað at skula liggja
nakin á einum laki saman
við fimm øðrum, leggur
Jákup smílandi aftur at og
sipar til plakatina fyri sjón-
leikin.
Bæði Jákup og Gunn
hava, eins og hinir leikar-
arnir og hjálparfólk, lagt lív
og sál í henda leik, ið longu
undan frumsýning hevur
elvt til øsing, bæði millum
almenningin og enntá á
løgtingi. Øsingina flenna
tey at, og prátið verður í
staðin snarað inn á sjálvan
leikin.
Eingin
kronologisk
handling er í leikinum, og
skiftandi scenurnar, har
einans
persónarnir
eru
bindilið til næsta brot, seta
stór krøv til leikararnar.
– Vit hava umleið tíggju
minuttir til hvørja scenu, og
Sleeping Around
FAKTA um Sleeping Around
Sleeping Around er ein leikur í 12 scenum eitt
summarvikuskifti – frá fríggjakvøldi til tíðliga
mánamorgun. Staðið er stórbýurin og tíðin er
nútíðin. Scenurnar, ið allar eru møti millum tvey
menniskju, verða knýttar saman av eina
persóninum, ið fer víðari til næstu scenu.
Leikurin varð skrivaður í 1997 av bretsku
høvundunum Hilary Fannin, Stephen Greenhorn,
Abi Morgan og Mark Ravenhill. Hann gongur
undir sjangruni »In your face«, ið er felagsheiti
fyri nýggjan, ungan og harðrendan dramatik, ið
setur spurnartekin við okkara tíðarvirði.
Fakta
Tað føldist so simpult. Tað føldist bíbilskt.
Handan seinnapartin, vit lógu á hasum
Coca Cola dósunum í lastini á hasum
bilinum. Einaferð gjørdu vit tað undir
einari elektricitetmastur.
Colin fortelir konu síni Helen
um fyrstu seksuellu royndirnar
”
Ungu sjónleikararnir Gunn
Weihe Reinert og Jákup Dahl
í intensum dialogi undir
venjing mikukvøldið
- Neyðugt er við sterkum
scenum, tí vit verða meira og
meira fremmandagjørd í
samfelagnum. Fáa fleiri
sjónvarpsrásir, páskaregg til
børnini og tómar politiskar
meiningar. Tí má sláast
harðari fyri at treingja
ígjøgnum, sigur Bárður
Persson, leikstjóri
tí sigur tað eisini virkuliga
BANG, sigur Gunn, og
veipanin við ørmunum og
avgjørda egnabráið sann-
føra.
– Hetta ger persónarnar
ekstremar, og eisini eru
nógvar av scenunum rættu-
liga harðar, men aftanfyri
fasaduna munnu vit øll
kenna okkum aftur, leggur
Jákup afturat.
Elskov og aids
Jákup og Gunn byrja at
venja fimtu scenu, ið snýr
seg um aids-sjúklingin Pete
og
sambúgva
hansara
Lyndsey. Av øllum alvi
roynir hon at kveikja eina
lívsvón í aftur Pete, men
hann vil ikki taka ímóti
hennara alternativu við-
gerðarháttum.
Sjálv hevur Lyndsey eitt
ótemjandi ynski um at blíva
elskað av Pete, og ikki
minst at elska við honum.
Hon vil hava hann.
Seksuella spælið er ber-
søgið og nakið, og dialog-
urin er dampandi heitur,
men gerst samtíðis ísakald-
ur og avskeplaður, tá tey
skiftivís dominera og lata
seg dominera av hvørjum
øðrum.
At tora
Í einum leiki, har sterku
scenurnar renna seg í and-
litið á hyggjaranum, og har
kynsligi parturin er gjøgn-
umgangandi, húðleyst er-
ligur og provokerandi, eru
krøvini til leikararnar stór.
– Tað snýr seg um at tora.
At duga at sleppa tær sjálv-
um, sigur Jákup.
– At geva seg yvir, leggur
Gunn afturat.
Men hava tey sjálvi verið
noydd at bróta persónlig
mørk?
– Veit ikki. Eg havi tær
»fittu« scenurnar, flennir
Gunn speiskliga.
Tað er týðuligt, at tey føla
seg væl í leikinum, hava
sett seg inn í hann og hava
dugað at sleppa sær sjálv-
um leysan á pallinum. Eis-
ini har argumentini fyri at
seta 16 ára aldursmark eru
sterkast.
Stórbýurin er her
Hóast tær 12 scenurnar eru
tiknar úr einum vikuskifti í
einum hørðum stórbýarum-
hvørvi, so hevur leikurin
avgjørt nakað at siga føroy-
ingum, meta bæði leikarar
og leikstjóri.
– Í leikinum er so at siga
einki, ið ikki finst í Føroy-
um. Og tað sum ikki finst
her hjá okkum í dag – ja,
tað skal nokk koma, sigur
Bárður avgjørdur.
– Á tann hátt kastar leik-
urin ljós á okkara egna ein-
semi og forderv.
Bárður Persson, ið sjálv-
ur hevur spælt leikin, með-
an hann gekk á sjónleikara-
skúla í Århus, heldur av-
gjørt at øll kunnu vit læra
nakað av honum.
– Tað eru nógv fólk í Før-
oyum, ið binda trøllini inn-
an í sær sjálvum niður í
myrkrið í stovuni. Men áðr-
enn tú veit av, er trøllið
komið inn í sovikamarið –
og tá er tað trøllið, ið letur
teg úr klæðunum. Og tá
kennir tú tað ikki.
Bárður sipar til mongu
tabu-evnini í samfelagnum,
ið á mangan hátt liggja sum
eitt tungt teppi yvir okkum,
vard av kritisku røddunum í
samfelagnum.
– Alt er tabu. Tað snýr seg
um at fara inn í okkum
sjálvi og at vísa á nøkur
viðurskifti. Men vit kunnu
kenna okkum einsamøll –
eisini saman við øðrum,
sigur Gunn.
– Alt verður gjørt so
»pent,« men vit vísa,
hvussu veruleikin er. Sjálv-
andi í tí ekstrema, men evn-
ið er tað sama og gongur
aftur, eisini her í Føroyum,
leggur Jákup afturat.
– Vit provokera, men í
veruleikanum
hava
vit
sama boðskap sum Jenis.
Vit vísa ein stórbý uttan
religión.
Slær hart
Men er í heila tikið neyðugt
at lata scenurnar vera so
sterkar og erotiskar?
Jú, tað er neyðugt, sigur
Bárður Persson avgjørdur.
– Tá scenurnar fungera
eru tær rættuliga ógvusligar
– men tað kann liggja í, at
tær í nógvar mátar avdúka
frustratiónir, desperatión og
einsemi. Men eisini ein
vilja til ektaða kontakt.
– Tað er neyðugt við so
sterkum scenum, tí vit
verða meira og meira
fremmandagjørd í samfel-
agnum. Vit fáa fleiri og
fleiri sjónvarpsrásir, fleiri
páskaregg til børnini og
fleiri tómar politiskar mein-
ingar.
- Og fyri at bróta ígjøgn-
um støðugt fleiri løg, ið
forstýra okkum, skal sláast
harðari, staðfestir Bárður.
Leikstjórin spruttar av
orku, og megnar á løgnan
hátt bæði at sita stillur og
reika runt, meðan ungu
leikararnir venja fimtu
scenu.
– Gott, Jákup!
– Forførandi, Jákup!
– Fínt, Gunn!
Eftir scenuna millum
aids-patientin og sambúgva
hansara dansar Bárður runt
í rúminum.
– Yes!!
Hann krevur nógv av
sínum leikarum, men hann
er nøgdur.
Møti og fiskur
Bárður greiðir frá, at hann
onkuntið hevur sett sær
spurningin, um tað yvir-
høvur er neyðugt at arbeiða
við list.
–
Kanska
hava
tær
kritisku røddirnar rætt?
– Tað kann vera, at
samkomur og fiskur er
meira enn ríkiligt fyri at fáa
eina meining í lívið?
– Tí hví skulu vit fáa at
vita, hvørji vit eru, spyr
leikstjórin.
Hann sipar til kritisku
røddirnar, til tabu'ini.
Hetta mikukvøld í Sjón-
leikarhúsinum standa tær
annars væl ílætnu kritisku
røddirnar tó enn meira
naknar enn leikararnir á
plakatini, ið eisini hava ein
boðskap.
Tað er cool at provokera.
Men hyggið longur enn til
harða dialogin og scenurn-
ar, og lati ikki provokatión-
irnar gerast ein reyður klút-
ur, ið køvir boðskapin, tyk-
ist vera áheitanin frá leikar-
unum.
Ágrýtni
Nógva arbeiðið í samband
við Sleeping Around, frá
manuskriptlesingini í nov-
ember til intensu og dag-
ligu venjingarnar undan
frumsýningina leygardagin,
hevur avgjørt verið tað vert,
eru Gunn og Jákup samd
um. Og neyvan verður hetta
seinastu ferð, vit síggja tey
á palli.
Jákup, ið gongur seinasta
árið á studentaskúlanum á
Kambsdali, hevur spælt sær
við tankanum um at fara
sjónleikaravegin og royna
at sleppa inn á háskúla fyri
leiklist.
Og Gunn – ja, hon hevur
fingið sjónleikin í blóðið.
– Eg havi verið nógv í
Sjónleikarhúsinum, og eg
trívist væl í umhvørvinum.
Eg veit ikki, um eg kundi
hugsað mær at verið yrkis-
leikari – men áhugaleikari
veri eg so altíð, sigur hon
avgjørd.
Týtt til føroyskt: Bergur Rasmussen
Leikstjóri: Bárður Persson
Leikarar:
Sólvá Jónsdóttir, Gunn Weihe Reinert og Finnur
Jensen úr Havn, Jóna Astrid Lambastein og Jákup
Dahl úr Fuglafirði og Aksel S. Joensen úr Nólsoy.
Ljós: Turpin Djurhuus, Hjalmar Holm og Sámal
K. Clothier
Ljóð: Jón McBirnie
Sýningar:
Frumsýning leygarkv. 13. mars klokkan 19.
Síðan verður leikurin sýndur hvørt kvøld klokkan
20, frá týskvøldinum til fríggjakvøldið. Vikuskifti
20. og 21. mars vera sýningarnar klokkan 18.
Fyribils verður leikurin sýndur í eina viku, men
annars eftir hvussu undirtøkan verður fyri honum.
Fakta
Tú vilt blíva elskað. Og tú vilt tað so nógv,
at tú letur ein spitalskan, ein avskeplaðan
spitalskan við veskandi sárum mogga tær,
so tú ta løtuna, bara eina lítla løtu, følir
teg elskaða
Aids-sjúklingurin Pete til sambúgva sín
Lyndsey, ið vil hava hann
”
- So til fanans. Far av fananum til við tær. Ja, grava teg niður, gev upp, ver egoistiskur og doyggj,
viss tað er tað, tú vilt
Ja. Og vit føla bæði sama
skjálvturin, og nú er tað farið
í gongd í kroppunum, og
hvørja ferð vit nerta, hvørja
ferð vit anda… ristist alt.
Og nú…
C
M
Y
K
5
4