Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 7 MenTón tekur skap Mikukvøldið varð nevndarfundur í nýggja áhugafelagn- um fyri tónleikarar í Havn, MenTón, og stigtakarin Heðin Ziska Davidsen varð valdur til formann. Nevdarlimurin Kristian í Vági sigur, at fyrsta uppgáva felagsins er at vísa andlit, markera seg við tiltøkum og fáa fleiri limir TÓNLEIKUR Orð: Heini í Skorini Myndir: Jan Muller Eftir at nýggja áhugafel- agið MenTón leygardagin 6. mars varð sett á stovn á fundi í Skansastovu, hevur nevndin nú skipað seg á fundi mikukvøldið. Saman við Rógva á Rógvu varð Heðin Davidsen stigtakari til slóðbrótandi stigið á tónlistarliga økinum í høvuðsstaðnum, og Heðin varð eisini útnevndur sum fyrsti formaðurin í Men- Tón. Thora Augustinussen er kassameistari, Biritia Nolsøe er skrivari, meðan teir báðir Róland Dam og Kristian í Vági eru nevnd- arlimir. Arbeiðsbólkur skal setast Í samrøðu í týsdagsblaðn- um vísir Heðin Ziska Dav- idsen á aðalendamál felags- ins, sum fyrst og fremst er at betra um hølisviður- skiftini bæði til konsertir og venjingar, og eftir skipan av nevnd sigur nevndarlimurin Kristian í Vági, at ætlan teirra í fyrstu syftu er at skipa fyri nøkrum tiltøkum kring býin. – Fyrsta uppgávan er nú at markera okkum og skipa fyri tónleikatiltøkum kring býin, og á henda hátt vísa vit, at vit eru til, sigur Kristian í Vági. Hann metir tað vera alneyðugt at vísa andlit og harvið fáa fleiri limir at tekna seg hesa fyrstu tíðina, áðrenn størri stig verða tikin. Nevnarlim- urin í MenTón greiðir víð- ari frá, at málsøkini í fel- agnum koma í fasta legu á aðalfundi fyrst í apríl mánaði, og ætlanin er at seta ein arbeiðsbólk burt- urav. – Meðan nevndin skal virka sum andlitið úteftir og taka sær av tí admin- istrativa, ætla vit at seta ein arbeiðsbólk, sum skal taka sær av arbeiðnum og sam- starvinum við politiska myndugleikan um konsert- húsið, vit ætla at útvega okkum, sigur Kristian í Vági. Á aðalfundinum í næsta mánaði skal hesin arbeiðsbólkur so finna fram til ítøkiligu ætlanirnar um betri hølisviðurskifti og harvið taka støðu til nakrar av spurningunum kring nýtt konserthús. – Men alt hetta verður greiðari eftir aðalfundin, og fyribils skal MenTón koma í gongd við fyriskipan av tiltøkum og mennast við fleiri limum, sigur Kristian í Vági, nevndarlimur í MenTón. Íløga fyri samfelagið Royndi tónleikarin Kristian Blak bar fram á fundinum seinasta leygardag eitt sera áhugavert sjónarhorn, sum hann í Sosialinum týsdagin eisini varpaði ljós á. – Tað er skeivt at tosa um stuðul til tónleik, tí í veru- leikanum er talan um eina íløgu fyri samfelagið, segði Kristian Blak um ætlanir- nar at útvega tónleikinum betri umstøður fyrst og fremst við nýggjum kon- sert- og venjingarhølum. Sjónarhornið hjá Kristian Blak er sera áhugavert, og við nýggja áhugafelagnum, har tónleikarar og áhoyrarar nú í skipaðum felagsskapi standa saman, er alsamt meiri trýst á myndugleik- unum, sum eisini fáa ítøkiliga ætlan frá MenTón í næstum. Fundurin leygar- dagin kann sostatt verða ein byrjan á ella yvirgongd í eina kvalitativt nýggja epoku á tónlistarliga økin- um, og spennandi verður at síggja, hvat kann spyrjast burturúr MenTón. Við støði í útsøgnunum hjá Kristiani Blak má fót- bólturin vera besta dømi um, hvat kann spyrjast burturúr, um føroysku myndugleikarnir stuðla og vísa vælvilja mótvegis ymsum verkætlanum. Í dag er fótbóltslandsliðið í stór- an mun flaggskip føroyinga á mentanarliga økinum, og talan hevur avgjørt verið um íløgur og ikki stuðul, tá stóru fótbóltsverkætlanir- nar hava fingið stuðul. T.d. var talan um inntøkur í milliónaupphæddum, tá Týskland vitjaði Føroyar á Tórsvølli seinasta summar. Úrslitið í dag er ein elita millum 45.000 íbúgvar, sum vekir uppmerksemi kring allan heim við frálík- um avrikum. Eins og við fótbóltinum kann framtíðin á tónlistar- liga økinum gerast tann sama, um vælvilji og sam- arbeiði verður fingið í lag millum myndugleikar, listafólk og áhoyrarar. Áhugin er har, vilji og und- irtøka tykjast vera, viður- skiftini eru við MenTón vorðin skipaði, og so er bert at taka seinasta stigi og skapa umstøður fyri menn- ing, so føroyska samfelagið um nøkur ár av sonnum kann siga, at íløgan í tónleik gav úrslit… – Tað er skeivt at tosa um stuðul til tónleik, tí í veruleikanum er talan um eina íløgu fyri samfelagið, segði Kristian Blak um ætlanirnar at útvega tónleikinum betri umstøður fyrst og fremst við nýggjum konsert- og venjingarhølum. Høgrumegin skiftir hann her orð við Niels Una Dam og Niels Arge Galain Tónleikaralærarin Karl Anton Klein millum politikararnar Kristian Magnussen og Jógvan Arge eftir fundin leygardagin, tá MenTón varð stovnað – Meðan nevndin skal virka sum andlitið úteftir og taka sær av tí administrativa, ætla vit at seta ein arbeiðsbólk, sum skal taka sær av ar- beiðnum og samstarvinum við politiska myndugleikan um konserthúsið, vit ætla at útvega okkum, sigur nevndarlimurin í MenTón, Kristian í Vági Áhugin varð stórur á fundinum leygardagin bæði millum áhoyrarar og tónleikarar TEMA – ÚTOYGGJAR Fyri trimum árum síðani fingu vit eitt útoyggjaálit við nógvum uppskotum um, hvussu útoyggj- arnar kunnu menn- ast. Enn er ikki eitt tað einasta av hesum uppskotum sett í verk, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari í Út- oyggjafelagnum. ÚTOYGGJAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er seinsti møgu- leikin at bjarga útoyggjun- um í Føroyum. So bersøgin er Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Hon sigur, at støðan í útoyggjunum er nógv verri, enn fólk geva sær fær um og í løtuni er støðan tann, at nógvar bygdir í útoyggj eru á markinum til at vera avtoftaðar. Á evnisdegi í dag um út- oyggjarnar, fer hon at vísa á, hvussu nógv fólk ið veruliga býr í útoyggjun- um. –Tað er stórur munur á, hvussu nógv eru skrásett hjá fólkayvirlitinum at búgva í útoyggjum og hvussu nógv fólk ið veru- liga búgva har, sigur hon. Hon sigur, at í veruleik- anum búgva nógv færri fólk í útoyggjunum, enn skrásetingin hjá fólkayvir- litinum vísir. Hendan støðan er við til at fjala útyvir, hvussu vána- lig støðan í veruleikanum er, og hendir onki nú, ganga nøkur heilt fá ár, so eru útoyggjarnar eitt yvirstaðið kapittul í Føroyum. – Tí mugu stig takast beinanvegin. Annars verður ov seint, tí vit eru við at koma til tað punktið, har tað ikki vendst aftur, sigur Olga Biskopstø. Eitt satt vónbrot Annars hava nógvar glæsi- ligar ætlaninir verið um at menna útoyggjarnar í Før- oyum. Og fyri nøkrum ár- um skuldi rættilig gongd setast á útjaðaramenning- ina. Fyri at hava nakað at halda seg til, setti Løgmað- ur í 2000 ein arbeiðsbólk við heili 11 umboðum fyri útoyggjarnar og tveimum umboðum fyri Løgmans- skrivstovuna, at gera eitt álit við uppskotum um, hvussu útoyggjarnar kundu mennast. Í 2001 legði handaði út- oyggjanevndin løgmanni eitt drúgt álit við einum hópi av uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at menna útoyggj- arnar. Men gongdin síðani hev- ur verið eitt satt vónbrot. – Vit mugu bara stað- festa, at hóast trý ár eru farin, síðani álitið varð handað løgmanni, er ikki eitt tað einasta av uppskot- unum í tí sett í verk, sigur Olga Biskopstø. Tað einasta av uppskot- unum í útoyuggjaálitinum, sum er fylgt, er, at fulltrúi í útoyggjamálum varð settur í Oljumálaráðnum. Men tað dugir Olga Biskopstø ikki rættiliga at síggja meiningina við. – Eg veit ikki, hvat ein slíkur fulltrúi skuldi setast á oljumálaráðnum til, tí spurningar, sum hava við útoyggjarnar at gera, liggja undir ymsum ráðum, eitt nú vinnumálaráðnum og mentamálaráðnum og tað eru tey ymsu ráðini, sum sjálvi leggja síni arbeiðsøki til rættis. Samskiparin í Útoyggja- felagnum sigur, at hon veit ikki um arbeiðsøkið hjá fulltrúanum nakrantíð varð útgreinað. Og hon leggur afturat, at Útoyggjafelagið hevur at kalla púra onki hoyrt til hendan fulltrúan, síðani hann varð settur. Um hann arbeiðir enn, veit hon ikki. Kortini heldur Olga Biskopstø, at eitt úrslit er komið burturúr útoyggja- álitinum og tað er, at ymsir almennir stovnar eru vorðnir meiri tilvitaðir um útoyggjarnar. Eitt nú hava Strand- ferðslan og Postverkið tikið upp samstarv við útoyggja- felagið og har eru ábøtur hendar. Ùtoyggjafólk fáa post oftari enn fyrr og Strandferðslan hevur tikið upp samstarv við Útoyggja- felagið um at fáa ferða- ætlanina til útoyggjarnar at vera fólkinum í útoyggj- unum til so stórt gagn sum gjørligt. – Vit hava eisini roynt at fáa tyrluna at flúgva oftari til útoyggjarnar. Men tað kostar pening og tað hevur víst seg at vera trupult, sig- ur samskiparin hjá Út- oyggjafelagnum. – Tað vísir seg, at kemur peningur upp í, vísir tað seg at verða sera trupult. Hon sigur, at tað einasta, sum annars er hent, er, at útoyggjaskrivstovna er sett á stovn. – Men skrivstovan fær ongar pengar at arbeiða við og so ber ikki til at gera nakað. Vit hava fleiri søkt um fígging til ymsar verk- ætlanir í sambandi við at menna útjaðaran, men um- sóknirnar eru ongantíð gingnar á møti. Olga Biskopstø sigur, at saman við góðum ferða- sambandi, er gott telesam- skifti ein fortreyt fyri trivn- aði á bygd og tí sambandi ásannar hon, at Vinnumála- ráðið hevur sett eitt gott tiltak í verk fyri at útvega fólki í summum útoyggjum gott telesamskifti við inter- neti og teldu. Og sum hon skilir, er ætlanin at arbeiða víðari við hesum so at fleiri útoyggjar fáa sama møgu- leika. – At hesi viðurskiftini eru í lagi kann avgjørt gera sítt til at eggja fólki at flyta út í útoyggj at búgva. Og í tí sambandi heldur hon eisini, at ein skipan eigur at vera sett í verk so at tey, sum búgva í útoyggj, skulu hava rætt til eitt jarðarstykki. – Tað verður neyvan landbúnaði, sum fólk í út- oyggj koma at liva av. Tað verður helst ongantíð meiri enn eitt ískoyti, eitt ítriv og ein lívsstílur - men so kundi tað eisini verið ein gularót í royndunum at eggja fólki at flyta út á smáplássini. – Skulu vit tosa um vinnuligt landbrúk á smá- plássunum, í so stórum máti, at fólk skulu kunna liva av tí burturav, verður íkki pláss fyri meiri enn einum garði á hvørjum smáplássi og tað fer aftur at avmarka fólkatalið. Ongin menningar- ætlan Olga Biskopstø sigur, at tað er ikki so frægt sum tað, at politikarar hava gjørt greitt um teir yvirhøvur eru sinn- aðir at varðveita útoyggj- arnar. – Vit eru ikki so frægt sum komin so langt sum tað, at politikarar hava vilj- að staðfest, hvat teir ætla við útoyggjunum. Hon sigur, at Útoyggja- felagið hevur fleiri ferðir heitt á politikararnar um at gera eina menningarætlan fyri útoyggjarnar, sum kanska kundi gingið yvir 10 ár, men onki er komið burturúr. – Er tað so, at politikar- arnir í veruleikanum ikki eru sinnaðir at varðveita útoyggjarnar, eiga teir at vera so mikið ærligir, at teir siga tað greitt so at tey, sum búgva í útoyggj, ikki skulu liva í følskum vónum. Olga Biskopstø heldur, at er ætlanin at útoyggjar skulu avtoftast, eiga politikararnir at vísa útoyggjafólki tað virðing, at teir greitt boða teimum frá tí, tí so kann fólkið, sum har býr, pakka saman beinanvegin og leggja sína tilveru tilrættis eftir tí. Olga Biskopstø sigur, at tað, sum størsti tørvurin er á í útoyggjunum, er virk- semi. Og har onki virksemi er, er heldur ongin trivnaður. Í útoyggj eru ongi ar- beiðspláss uttan okkurt al- ment arbeiðspláss og ann- ars er tað bara seyðahald. Spurningur um hugburð Tá ið so lítið er hent í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð, hvussu kunnu tit so vænta, at nakað fer at henda, nú tíðirnar aftur eru farnar at versna? – Eg haldi ikki, at hetta hevur so nógv við góðar ella vánaligar tíðir at gera. Hetta er meiri ein spurn- ingur um hugburð. Tað er eisini ein spurningur um, hvørja vitan politikararnir hava til tey viðurskifti, sum ávirka útoyggjarnr og um tey ávaringartekin, sum vísa seg, tá ið eitt smápláss er í vanda fyri at verða avtoftað. Í tí sambandi heldur Olga Biskopstø at politikarnar hava verið ógvuliga lítið uppsøkjandi. – Politikarnarnir hava í veruleikanum ongantíð tikið støðu til, hvat teir vilja við útoyggjunum. Einaferð var ein sokallaður bygda- menningarpolitikkur, men eg haldi, at tað var meiri ein samferðslupolitikkur, tí har var dentur "bara" lagdur á samferðsluna. – Tað er sjálvsagt eitt gott endamál at menna sam- ferðsluna. Men tað hevur ikki ført nakra menning við sær. – Tað hevur skapt nøkur arbeiðspláss, tí fólk eru sloppin at arbeiða upp á vegir og lendingar og so- statt hevur tað verið við til at hildið lív í nøkrum smá- plássum. Men nøkur menn- ing hevur tað ikki verið og fólkatalið er minkað alla tíðina. Men hevði tað ikki verið nógv bíligari og betri fyri samfelagið, at øll búðu í miðstaðarøkinum? – Hugsa vit bara um krónur og oyru kann tað væl vera, tí so sleppa vit undan nógvum útreiðslum til Strandferðslu o.s.fr. – Men gera vit eina veruliga kostnaðargreining, kann tað væl vera, at myndin hevðiverið øðrvísi, tí tað liggur eisini eitt stórt tilfeingi í útoyggjunum. Tað verða stór virði fram- leitt úti um landið, bæði seyður, neyt, grind, epli fuglur og fiskur og annað, og alt hetta eru vørur, sum annars skuldi verið inn- fluttar. – Taka vit so sjálva natúruna við og hugsa um inntøkur, sum kunnu skap- ast av ferðavinnu og øðrum, er tað ikki vist, at útjaðarin er nøkur útreiðsla fyri samfelagið, tá ið alt kemur til alt, sigur Olga Biskopstø Seinasti møgu- leiki at bjarga útoyggjunum Verða stig ikki tikin beint nú til at bjarga útoyggjunum, verða tær avtoftaðar um heilt fá ár, tí støðan er nógv verri enn fólk geva sær far um, sigur, sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum C M Y K 7 6