Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 50 - 12. mars 2004 Nr. 50 - 12. mars 2004 9 Símun Gullaksen býr einsamallur í húsum sínum í Hattarvík á Fugloynni. Hann sær ikki ljóst upp á fram- tíðina fyri oynni.Um 15 ella 20 fólk eru fastbúgvandi á oynni, og einans tvey skúla- børn eru har ÚTJAÐARIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Striltið gekk at fáa fatur á nøkrum fugloyingi fyri at fregnast um støðuna á oynni. Ringt varð til fleiri, men telefonin svaraði ikki nakrastaðni. Nú vóru góð ráð dýr. Ljós skal varpast á útjaðarastøðuna í næsta blað, men enn væntar fugl- oyingurin. So er bara eitt at gera. At ringja til onkran fugloying, sum er búsitandi í Klaks- vík. Eivind Jacobsen er ein, og hann er bæði blíður og hjálpsamur í telefonini. Nú er tað soleiðis, at ver- faðir hansara er í Klaksvík, og hann vil fegin tosa við Sosialin. Símun er áttati ára gam- alur og er komin til Klaks- víkar í læknaørindum. Hann er væl fyri, hóast høga aldurin, og hann hevur ongar ætlanir um at flyta av oynni fyri tað, um støðan er, sum hon er. – Eg veit ikki, ein er kanska nakað trekur at rýma av rókini, sigur hann seigliga, meðan hann sam- stundis viðgongur, at tað er sera einsligt til tíðir at sita einsamallur í Hattarvík. Ongi børn Umframt Símun búgva fýra aðrir menn í Hattarvík. Tann yngsti er 59 ár, og tað heldur Símun, sigur alt um støðuna. – Bygdarfólkið telur fimm mans, ein 59 ár, tveir verða 65, ein er 67 og eg sjálvur eri 80. Her eru ongi børn og ei heldur nakað konufólk, so her er ongi útlit fyri nøkrum børnum, sigur hann álvarsamur. Á Kirkju er heldur fræg- ari. Har búgva eini 12-15 fólk, og har eru tvey skúla- børn. Men samlaða útlitið fyri oynni, er Símun kortini ikki bjartskygdur um. Hann minnist aftur á, tá hann sum blaðungur var liðugur í skúlanum. – Tá vóru 28 børn í skúl- anum. Men tíðirnar broytt- ust og so við og við sum allir hentleikarnir komu, so hvurvu bygdarfólkini, sigur hann. Sjálvur eigur hann seks børn, men ongi av teimum búgva á Fugloynni í dag. – Soleiðis er tað bara vorðið, staðfestir Símun. Gott ferðasamband Símun letur væl at ferða- sambandinum við Fugl- oynna. Hann heldur ikki, at fugloyingar kunnu klaga um tað. – Vit hava tyrluna tríggjar ferðir um vikuna, og Másin siglir hvønn dag. Enntá tvær ferðir um dagin tríggj- ar dagar um vikuna um summarið. Tað er bara heilt gott, sigur hann. Men samstundis ásannar hann, at tað sær ikki gott út fyri Fugloynna. Hann ger onki fyri at krógva, at hann sær fyri sær, at Fugloyggin kann fara at verða avtofta skjótt. Spurdur um tað er so galið, at hann fer at verða tann seinasti, sum fer av bygdini, svarar hann, at hann væntar, at hann, sum er avgreiðslumaður og tek- ur sær av postinum verður síðstur av oynni. – Nei, nei her sær ikki gott út. Vit eru fimm gamlir menn í Hattarvík. Kanska ein undirsjóvartunnil hevði bøtt um støðuna, men tað verður helst dekan ov longi at bíða til tað tíð, sigur Símun Gullaksen. Sambært næstfor- manninum í Svínoyar bygdarráð, Eyðuni Jacobsen, er tað ikki vorðið meiri liviligt í Svínoy hesa tíðina, síðani ljós av álvara varð varpað á útjað- arin. Kommunan arbeiðir tó við at bøta um ferðasambandið, og Eyðun er bjart- skygdur viðvíkjandi arbeiði í oynni ÚTJAÐARIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Svínoyggin varð skýrd at hava fingið mønustingin herfyri, tá smoltstøðin í bygdini læt aftur. Onki ann- að arbeiðspláss er í bygdini, og tað hevur so sanniliga gjørt sítt. Men hóast tað, so sigur Eyðun Jacobsen, at svínoyingar ikki hava mist mótið fyri tað. – Hóast tað ikki er vorðið meira liviligt her, og ongi framstig eru gjørd, so hava vit ikki mist vónina um, at smoltstøðin fer at lata upp- aftur, sigur ein bjartskygdur Eyðun Jacobsen í telefonini úr Svínoy. Og hann leggur afturat, at tað jú gongur illa allastaðni í alivinnuni og ikki bara í Svínoy. Tað búgva gott 35 fólk fast í Svínoy, sum nú er, og tað talið hevur lækkað so líðandi gjøgnum árini. Tó sæst ein munandi lækking í fólkatalinum, tá ein familja við sjey børnum, sum búði harúti í eitt ár, flutti av aftur oynni. – Um vit ikki taka ta familjuna og náttúrligu frá- gongdina við, so er myndin so nøkulunda hon, sum hon hevur verið, sigur Eyðun. Tunnil týdningar- mestur Svínoyar kommuna hevur í eina tíð nú arbeitt við at fáa bøtt um sambandið við Klaksvík. Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera ein tunnil á oynni, sum skal koma út á Havnini, sum tað verður kallað. Síðani er ætlanin, at bátur skal sigla haðani og til Hvannasunds. – Við tunlinum verður sambandið so nógv betur, og harvið batna møguleik- arnir eisini fyri at fáa arbeiði út aftur á oynna. Somuleiðis kann trivnað- urin batna nógv við honum, heldur Eyðun Jacobsen. Hann sigur, at sambandið er ein stórur knútur fyri tey, sum bygdarráðið av øllum alvi arbeiðir fyri at loysa. Eyðun greiðir fegin frá, at hóast kommunan ongar pengar hevur fingið játtaðar til tunnilsgerðina, so hava landsstýrismenn verið sera positivir yvir fyri hesi ætlan. – Landsstýrismaðurin hevur verið serliga positiv- ur í seinastuni, og vit hava frætt, at hann ætlar sær til Svínoyar á vitjan, og tað boðar frá góðum, heldur Eyðun. Sambýli Spurdur um útlitini fyri Svínoyar bygd, er Eyðun bjartskygdur. Hann sigur, at hann hevur ikki mist vón- ina um, at arbeiði aftur verður í bygdini. Hann greiðir frá eini ætlan, sum kommunan hevur havt í nøkur ár at gera eitt sam- býli av einum ella øðrum slagi í bygdini. – Kommunan hevur sett pengar av til tað í eina tíð nú, og vit hava somuleiðis søkt landið um 3,5 milli- ónir krónur, sum tað verður mett at koma at kosta, sigur Eyðun. Við at seta pening av til hetta endamálið, ætlar Svínoyar kommuna so ikki, at teirra partur skal liggja eftir, tá tað kemur til hetta. Somuleiðis hevur komm- unan í fleiri ár søkt um pengar til at gera áður- nevnda tunnilin, men Eyð- un sigur, at har er onki svar komið. Eyðun sigur, at tað hava verið seks gull ár nú, og av teimum 3,5 milliónunum, sum útjaðarin fær, hevur Svínoyar kommuna fingið 300.000 krónur til báta- hylin. – So tað er ikki nógv, sum vit hava merkt til hatta, men sjálvandi ein kann ikki fáa alt. Tunnilin er tó tað týdningarmesta fyri at bøta um trivnaðin í bygdini, sigur Eyðun Jacobsen, næstformaður í Svínoyar bygdarráð. TEMA – ÚTOYGGJAR Tað sær svart út í Fugloynni Eyðun Jacobsen, Svínoy: Bjartskygni ræður í oynni Símun Gullaksen er ein av fimm monnum, sum býr í Hattarvík á Fugloynni. Yngsti maður í bygdini er 59, og Símun staðfestir, at tað sær svart út fyri bygdini Tveir langabbasynir hjá Símuni, Eivindur og Sigmar, í fanginum á honum. Útlitini fyri fleiri børnum á Fugloynni er døpur, sambært Símuni. Sum er, eru tvey skúlabørn á oynni Hóast smoltstøðin er latin aftur, og so at siga onki arbeiði er á oynni, so hava svínoyingar ikki mist mótið um framtíðina hjá oynni, sigur Eyðun Jacobsen, næstformaður í bygdarráðnum TEMA – ÚTOYGGJAR Hugskotini til vinnu á útoyggj tróta ikki, men pengarnir røkka ikki til. Neyðugt er við hjálp frá tí al- menna, um útoyggj- unum skal vera lív lagað, sigur skúvoy- ingur ÚTOYGGJAR Edvard Joensen Tað kølnar skjótt á útoyggj- unum, og um ikki so øgi- liga langa tíð verður øsku- kalt, um ikki aða almenna tekur um endan. Møgu- leikarnir eru til staðar at liva á útoyggj, men teir eru í fleiri førum truplir at sleppa til. Størsta forðingin er ivaleyst, at tað er trupult at fáa fígging til teir vinnu- møguleikar, ið eru á út- oyggj, sigur Tummas Frank Joensen í Skúvoy. Tað gongur alvorliga tann skeiva vegin í Skúgvi í løtuni, sigur Tummas Frank Joensen. Seinastu trý árini eru 24 fólk farin úr bygdini. Tríggjar familjur við til- samans 20 fólkum eru flutt av oynni, og fýra fólk eru deyð. Í dag búgva 34 fólk í Skúvoy, og fimm búgva á Dímun. Hann sigur samsvarandi øðrum útoyggjfólki, at tað, sum hent er, síðan Út- oyggjaálitið varð gjørt, er skjótt at skriva um. Tí tað er sera lítið, har er komið burturúr. Roynt hevur verið at kalla landsins avvarðandi myndugleikar upp, men har hevur móttakarin eftir øllum at døma verið sløktur ella í ólagi. Eitt dømi um trupulleik- arnar tey hava á útoyggj er oljuflutningurin. Tey skulu framvegis flyta olju í tunn- um. Stuðul verður givin til at fáa hana upp á bryggjuna í eitt nú Skúvoy, men so má hvør sær syrgja fyri at fá hana heim í egnan tanga. – Tað skilir ein og hvør, at ein einsmøll gomul kona, klárar ikki tað, og tí hongur tað so á teimum, sum eru so mikið birg, at tey klára hetta. Tað er nakað, sum gjørt verður av vælvild. – Tú kemur tær ikki at taka fyri tað, hóast tað er arbeiðið sum so mangt annað, ið eisini verður tikið fyri aðrastaðni, sigur Tummas Frank Joensen. Hann sigur, at roynt hevur verið at fáa gjørt ein stóran tanga, sum tekur eitt ársforbrúk av olju úti í Skúvoy, haðani so leiðing verður løgd til øll húsini í bygdini. Men tað kostar so mikið nógv, at kommunan orkar ikki einsamøll at gera tað. Og royndir at fáa eitt nú oljufeløg ella lands- myndugleikar at hjálpa til við hesum, hava enn ikki givið aftursvar, sigur hann. Vinnuhús Tað eru møguleikar fyri skapandi vinnu eisini á útoyggjunum, sigur Tumm- as Frank Joensen. Teir finnast í landbúnaði og veiðu annars. Men tað krevur, at møguleiki er fyri at vðgera og sleppa av við ta framleiðslu, oyggin klár- ar at lata. Eitt heilsufrøðiliga góð- kent framleiðsluhús, har fuglur, fiskur og kjøt kundi verðið hagreitt og pakkað liðugt til marknaðin, hevði avgjørt verið eitt stig á leiðini til bjargning av hesum samfeløgunum, sig- ur Tummas Frank Joensen. Tað tykist tó trupult at fáa nakran at fíggja eitt slíkt virki. Tá tosað hevur verið við fíggingarstovn- arnar um slíkt, sigur Tummas Frank Joensen, hevur svarið bara verið, at tað verður helst trupult at sleppa av aftur við ein slíkan bygning, um hann fer á húsagang. Og harvið steðgar so tann ætlanin. – Ikki tí, sigur hann. Tað tykist ikki vera ringt at sanera stórhanlar í mið- staðarøkinum, sum so aftur ger, at tað ikki ber til at hava handil á smápláss- unum, tí eingin handilsketa vil handla við nakran, ið ikki hevur fleiri hundrað- túsund krónur í umsetningi árliga. Vit síggja eingi tilboð her úti, soleiðis, sum tey hava aðrastðani. Alt verður dýrari at keypa her, og fólk handla tí í storum, har bíligaru vørurnar fáast. Tað ger so aftur enda á bygdahandlunum, sigur hann. Hann er sannførdur um, at hóast inntøkan, ið fæst av landbúnaði og veiðu á út- oyggj, ikki svarar til tað, ein góð inntøka á megin- økinum er, hevði tað borið væl til hjá fólki at liva av tí. – Eg ivist ikki í, at fólk hevði kunnað livað her við eini lægri inntøku enn tey noyðast at hava, sum skulu forsvara hálvaaðru millión fyri at búgva í Hoyvíkshag- anum, sigur hann. Tað er bara ein møgu- leiki fyri lønandi vinnu í Mykinesi. Tað er landbúnaðurin. Men tað krevur, at tey, sum búgva í oynni, fáa brúksrætt til jørðina ÚTOYGGJAR Edvard Joensen Tað hevði borið til at búð og lívbjargað sær við landbúnaði í Mykinesi. Men tað krevur, at tey, sum búgva fast í oynni, eisini fáa treytaleysan brúksrætt til jørðina, sigur Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi. Hann er sannførdur um, at landbúnaður eigur at bera til í Mykinesi. Kjøt- framleiðsla er ein møgu- leiki. Fóðurframleiðsla er ein annar, og grønmeti er ein triðji. Men um tú ikki eigur nóg mikið av lendi til alt hetta, ber tað ikki til. Og sum er, er ov nógv uttan- bíggjajørð í oynni, sigur hann. Esbern í Eyðansstovu vísir tó á, at ein stórur trupulleiki við at búgva á útoyggj er samferðslan. Tyrluflutningur tvær ferðir um vikuna er góður, men ikki nokk. Sum dømi nevnir hann, at tá hann skuldi á útoyggjafund í Havn fríggjadagin, mátti hann av oynni mikudag og sleppur ikki heimaftur fyrr enn sunnudag. Ein annar trupulleiki er at flyta tyngri farm. Tað gongur ikki við tyrluni. Fyri tann skuld heldur ikki altíð við Súluni. Hann royndi at hava dunnufarm í Mykinesi, men mátti gevast, millum annað tí, at fóðuri gjørdist ov dýrt. Tað bar ikki til at fáa tað út í stórum sekkjum, men mátti flytast í smáum, tí Súlan orkaði ikki at lyfta stóru fóðursekkirnar, og tyrlan kláraði tað heldur ikki. – Men gras er nógv, og tað kundu vit sligið og selt til eitt nú rossamenn, sum innflyta nógv stráfóður. Men so mugu vit fáa rættin til at brúka jørðina, sum er her úti. Vit kundu eisini velt nógv grønmeti. Eplir, røtur og hvat nú kann vaksa í Føroyum. Men aftur her er tað brúksrætturin, sum má fáast upp á pláss, sigur hann. Alt bíðar eftir fíggjar- lógini ÚTOYGGJAR Edvard Joensen Arbeitt verður við at bøta um samferðsluna millum útoyggjar og meginøkið, men út- oyggjarnar mugu bíða eftir fíggjarlógini sum øll onnur, sigur lands- stýrismaðurin við vinnumálum. Øll tiltøk fyri at betra um viðurskiftini á út- oyggj í ár bíða eftir fíggjalógini, sum ar- beitt verður við í løtuni, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum. Í fíggjarlógarupp- skotinum, sum gjørt varð í fjør, men ongan- tíð varð til nakað or- sakað av nývali, vóru 700.000,- krónur settar av til at betra um um- støðurnar á útoyggj. Ætlan landsstýris- mansins var at betra um samferðslumøguleik- arnar, men í samráði við Útoyggjafelagið og Strandferðsluna, varð gjørt av at kanna aðrar møguleikar enn bara ferðaætlan. Eitt nú farmaflutning o.t. sigur Bjarni Djurholm. Ætlandi skal betri internetsamband fáast út í Mykines, Hest og Koltur á sama hátt sum Fugloy og Svínoy hava fingið, fyri á tann hátt at betra um samskiftis- møguleikarnar á út- oyggj. Skúvoy og Dím- um koma so seinni, sigur hann. Eitt annað mál er at bøta um infrastrukturin á útoyggjunum, sigur landsstýrismaðurin. Har eru trý ávís mál uppi í løtuni, vísir hann á. Arbeitt verður við at gera atløgubryggu Inni í Kumlum í Mykinesi við tilhoyrandi vegi, so koyrandi er av bryggj- uni og til hús. Aldu- og streymmátingar eru gjørdar, og royndirnar eru nú til kanningar í Danmark. Eisini skulu atløgu- viðurskiftini í Skúvoy enduskoðast, og at enda verður arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri tunli í Svínoy. – Men Landsverk- frøðingurin fær einki gjørt í løtuni, tí eingin figgjarlóg er, vísir Bjarni djurholm á. Landbúnaðurin er einasti møguleiki Útoyggjar treingja til almenna hjálp Tað er trupult at búgva á útoyggj, tá tú alla tíðina skalt vera bundin av øðrum Mynd: Edvard Joensen Umstøðurnar at búleikast í Skúvoy eru truplar. Bara slíkt sum at fáa olju til húsarhaldið er á sama støði, sum tað var áðrenn seinna heimbardaga Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8